Vodafonedeildin í gongd

Fyrsti landskappingardysturin hjá monnum í 2011 verður spældur í morgin, tríggir sunnudagin og tann fimti mána­kvøldið. B71, sum enn ikki hevur nýggja graslíki klárt, spælir sín fyrsta heima­dyst á Argjum

Mong hava bíðað spent eftir fyrsta bríkslinum til landskappingina í Vodafonedeildini í ár, og tey, sum vilja hoyra og uppliva tað, kunnu møta upp við Margáir í morgin klokkan 17, tá fyrsti dysturin verður spældur har millum EB/Streym og Víking.
Hetta eru tvey av fleiri liðum, ið kunnu væntast at gera seg galdandi. Serliga hevur EB/Streymur víst góðar taktir, ikki minst í Stórsteypadystinum fyri tveim­um vikum síðani, men eisini Víkingur hevur ætlanir um at koma langt í ár. Í fyrsta umfari í kapp­ingini um Løgmanssteypið fyri viku síðani syrgdu hesi bæði liðini fyri, at Havnin einki lið hevur í steypakappingini longur, tí EB/Streymur vann á B36 og Víkingur á HB.
Sunnudagin er bara tann eini dysturin vanliga dystartíð, og tað er tann við Løkin í Runavík mill­um NSÍ og HB. Hetta vóru tey bæði liðini, ið áttu oddasessin í kapp­ingar­árinum í fjør mestsum alla tíðina, men tá avtornaði fór HB avstað við meistaraheitinum og NSÍ mátti taka til takkar við triðjaplássinum. Dystirnir millum hesi bæði í Runavík kunnu enda við hvørjum sum helst, og so fæst at síggja, um tað eru runavíkingar ella havnarmenn, ið eru skjótari úr start­holinum.

B71 heima á Argjum
Hinir báðir dystirnir sunnudagin eru seinni um dagin. 07 Vestur og B36 spæla í Sørvági, har vágamenn enn eina ferð taka ímóti sum upp­flytarar. Teir fingu eina fína byrjan í steypakappingini, tá teir vunnu sannførandi á FC Suðuroy, sum hinvegin er farið niður í næstbestu deildina. B36 yvirlivdi ikki í steypa­kappingini, men vísti dygdir ímóti EB/Streymi, so dysturin sunnu­dagin kann saktans vera ein javnur dystur, ið kann enda við bæði einum og øðrum úrsliti.
Hin seini sunnudagsdysturin er eitt sindur serligur, tí hóast tað er B71, sum hevur heimavøll ímóti KÍ, verður hann spældur á Argjum. Hetta skyldast, at nýggi gras­líkis­vøllurin á Sandi ikki er klárur enn, so tí er B71 farið av oynni til henda fyrsta heimadystin. B71 formáddi sær lítið í sínum steypadysti ímóti NSÍ, meðan KÍ vann – men heldur ikki stórt meira enn tað – ímóti Undrinum, ið spælir í triðbestu deildini. Talan er neyvan um tvey lið, vit skulu síggja í kappingini heilt har frammi, men fyri tað kann dyst­urin teirra millum gerast bæði javnur og spennandi.
Fimti dysturin í fyrsta umfari í Vodafonedeildini verður mána­kvøldið á Toftum, tá B68 tekur ímóti ÍF. Hesi bæði liðini vunnu stórsigrar í steypakappingini fyri viku síðani, so um tey megna at liva upp til tað, verður talan um eina málríka upp­gerð á Svangaskarði. B68 er kanska aftur til reiðar at koma longur upp­eftir, meðan ÍF eftir frálíka kapp­ingarárið í fjør skal royna at halda stand og vísa, at liðið megnar at halda seg í tí endanum, har kapp­ingin er stuttligari.