svimjarin gjørdi kvetti í kvøld, tá hann vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum í sjónvarpinum í kvøld. Verturin í Gekkinum í kvøld, Petrina Berg, gav Páli Joensen møguleikan at býta gekkin í tríggjar partar, 750 [...] 750.000 krónur í hvønn Gekkin. Men nei, Pál vildi hava allan Gekkin, 2,2 milliónir krónur í gula leypin. Tá hann snaraði fyrstu ferð, kom hann á 40.000 krónur, sum faldað við trý hevði givið honum 120 [...] 120.000 krónur. Men ídni svimjarin úr Vági vildi meira. Hann snaraði einaferð afturat, og kom tá á gula Gekkin, sum gav honum 2,2 milliónir skattafríar krónur. – Hjartaliga tillukku við vinninginum, siga
Geirangerfjørðin í Noregi og Þingeyri í Íslandi. Sagt verður, at í ár var undirtøkan met høg. - Heili 14.846 umsóknir komu inn og fevndu hesar um tilsamans 20.461 fólk, harav 807 vóru børn. Í Vágs kommunu [...] ynskja at koma til Vágs og 4.429 hava ikki valt ein avísan stað. Hetta vita tey í Vágs kommunu at siga í dag. - Aftur í ár hevur Vágs kommuna bjóðað fólki, sum arbeiða ella kunnu arbeiða fjararbeiði - [...] gerandisdagin. Í Vági siga tey seg vera ómetaliga stolt av verkætlanini, og undirtøkan er nógv størri, enn tey nakrantíð tordu at droyma um. ##med2## - Vit hildu at verkætlanin var stór í fjør, tá stívliga
savnaðir, er bilurin fullur. Sekkirnir verða koyrdir í skiljihøllina, sum er í hølunum hjá Reyða krossi í Stiðjagøtu í Havn. Klæðini verða skild í partar, ein partur fer til Klædnahjálpina, ein partur [...] endurnýtsluhandlarnar á Bryggjubakka, og Stiðjagøtu í Havn, og handilin í Vági. Stórur partur av klæðunum fer til Týsklands til endurnýtslu, og hesi verða koyrd í bingjur. Gott at vera virkin John Ellefsen byrjaði [...] tungir. Fyrst skulu teir úr bingjunum og inn í bilin. Síðani úr bilinum, og inn á gólvið í hølinum hjá Reyða krossi. Av gólvinum verða sekkirnir koyrdir í bingjuna við klæðunum sum skulu til Týskland.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at tá Sandgerði og Garður løgdu saman og stovnaðu Suðurnesjabær, datt samstarvið millum Vág og Sandgerði niðurfyri. Fyri ólavsøku í ár vitjaði [...] vitjaði borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, í Íslandi, har hann eitt nú hevði fund við býráðið í Suðurnesjabær. - Vitjanin varð ein partur av arbeiðnum at endurnýggja vinabýarsamstarvið, og stutt [...] taka samstarvið uppaftur. Nú hevur býráðið í Suðurnesjabær so viðgjørt málið og samtykt at taka vinarbýarsamstarvið við Vágs kommunu uppaftur. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, fegnast um, at samstarvið
Í kvøld byrjar sennandi verkætlan í Vági. Uppliv Ljósíð millum okkum – eitt serligt filmslistaverk, har upptøkur úr stóra filmsavninum hjá Sævari Haldórssyni og Paula Poulsen verða vístar í vindeygunum [...] m í gomlu krambúðini á Gørðunum. Síðan mars mánað hava listafólkini arbeitt við at digitalisera meira enn 100 tímar av upptøkum, sum endurgeva gerandislív, samfelag, ítrótt og mangt annað í Vági gjøgnum [...] oktober kl. 19:00–22:00 Annan hvønn dag verða nýggj filmsbrot víst í vindeygunum – so tað er vert at hyggja fram við fleiri ferðir! í kvøld eru filmsbrot fra Sævar og Paula. Leygardagin er tað ein dok
40 árini í og kring Vág. Savnið er fult av myndum og upptøkum, sum vísa gerandislív, samfelag og hátíðarhald í Vági, og verður nú víst fram alment fyri fyrstu ferð. Næmingar úr 4.–6. flokki í Vágs Skúla [...] Skúla hava verði ein partur av hesi verkætlan og í tí sambandi, luttikið í verkstovum á FabLab, har tey hava lært um linoliumprent og listaverk. Eisini hava tey vitjað Ruth Smith savnið og hugt at myndum [...] Ein heimildarfilmur við filmsbrotum hjá Sævar Halldórssyni og Pauli Poulsen Í sambandi við verkætlanina verða fleiri tiltøk í oktobur, eru fleiri tiltøk á skránni. Skrá: - Frumframførsla av linoliumprenti
Fríggjadag hin 17. oktober verður hátíðarhald í Vági í samband við, at Páls Høll fyllir 10 ár. - Hátíðarhaldið verður fyri bæði stórum og smáum. Kaffi, kaka og sunkist verður bjóðað, og tað verður ókeypis [...] ókeypis svimjing allan dagin. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at Pál Joensen, sum høllin er uppkallað eftir, eisini verður við til tiltakið. Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
tikið myndir og venda sær til Kringvarpið við teimum. Lurtið her fyri at hoyra um málið í Kringvarpinum 25. septmember í 2019 høvdu vit hesa søguna á in.fo, sum vit endurgeva orðarætt niðanfyri: Rampan á Prince [...] sunnumorgunin Jens Sivar Djurhuus úr Vági greiðir á facebook frá túrinum av Krambatanga til Tórshavn sunnumorgunin. Hann skrivar soleiðis: ”Var norđur viđ Prince í morgun. Hekkiportriđ var opiđ undir túrinum [...] viðurskiftum umborð á nýggja avloysaraskipinum Prince, sum nú røkir Suðuroyarsiglingina, meðan Smyril er í dokk. Eitt av tí, sum funnist hevur verið at, er, at rampan ikki skal hava verið heilt afturlatin, meðan
september, stígur nú fram í Kringvarpi Føroya. Talan er um Jens Sivar Djurhuus í Vági. Tað var hann, sum tók myndina av opna hekkuportrinum tann 1. september kl. 19.36. Hann var í lógligum ørindum á biladekkinum [...] myndina, tí hann var vísur í, at alt ikki ruggaði rætt, skrivar Kringvarpið. Hann væntaði, at myndugleikarnir fóru at taka sær av málinum, men so varð ikki, og tí velur hann í dag at standa fram. Kringvarpið
Fyriskipararnir bjóða inn til ein forvitnisligan seinnapart í Kongshøll, við netverkan, íblástri og har fokus verður sett á, hvat rørir seg í vinnulívinum í dag. Á tiltakinum verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi [...] viðurkendu filmsverkætlanina Rammatik, Streetfood í Havn, Centrego Atlantic - sum er ein slóðbrótandi føroysk fyritøka innan grøna tøkni - FabLab í Vági og fyri bryggjaríið OY, sum eisini er eitt konsert- [...] hjá Tórshavnar kommunu, og høvi verður tí eisini at hitta og fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Melda til tiltakið