Maðurin, sum tók myndina av opna hekkuportinum 1. september, stígur nú fram í Kringvarpi Føroya.
Talan er um Jens Sivar Djurhuus í Vági. Tað var hann, sum tók myndina av opna hekkuportrinum tann 1. september kl. 19.36. Hann var í lógligum ørindum á biladekkinum og tók myndina, tí hann var vísur í, at alt ikki ruggaði rætt, skrivar Kringvarpið.
Hann væntaði, at myndugleikarnir fóru at taka sær av málinum, men so varð ikki, og tí velur hann í dag at standa fram.
Kringvarpið skrivar, at Jens Sivar Djurhuus var til arbeiðis á biladekkinum og hevði loyvi at vera har. Hann udraðist, tá hann sá dagsljós gjøgnum hekkuportrið.
##med2##
##med3##
Hoyrið samrøðu við hann á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.