málið er farið ov langt. Onkur hevur mælt til, at útlendingamál verða yvirtikin sum føroysk sermál, fyri at skil aftur kann fáast á hesum viðurskiftunum, men tað loysir ongan trupulleika. Sum longu er víst [...] víst á, so er tað ikki lógin, sum er trupulleikin, men einans ein partur av umsitingini. Líkamikið hvussu vit orða eina lóg, so fæst hon ikki at virka, um partarnir í málinum ikki fáast at samstarva. Hetta [...] Hetta er enn eitt dømi um, at samstarv er vegurin fram.
ið nú skal gjaldast landskassanum, hevur kastað nógv avleitt virksemi av sær og tað er helst her, at størsti missurin hjá kommuni er, sigur hann. Hann sigur, at nú samgongan ætlar at leggja yvir 100 milliónir [...] Men samstundir er kommunukassin í Havn, friðaður. Tað er niðurstøðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, og formanni í Nýggjum Sjálvstýri, nú samgongan hevur avdúkað, at ætlanin er at leggja hægri [...] eitt nú Tórshavnar kommuna stórar inntøkur av øllum av- og áskipingum, ið Tórshavnar Havn. Hann heldur, at nú samgongan er farin í holt við at skatta óvanligan vinning, hevði verið sjálvsagt at farið eftir
til hinar. Tað er sjálvandi ikki nógv í part, og hetta er ikki tað, ið fer at gera av, um ein kommuna megnar at røkja sínar lógarbundnu uppgávur nøktandi. Og vert er at geva gætur, at tá er millumkommunala [...] Kommunufelagnum við øllum hesum er bert eitt: Nú skal tilverugrundarlagið hjá smáu kommununum fyri ein og hvønn prís tryggjast, tí hóttafallið er eyðsýnt. Loysnarorðið er útjavning, og undirtøkan í løgtinginum [...] ovfarakát um útjavning sum tey. Kommunufelagið hevur heldur ikki stórt álit á demokratisku skipanina í KSF. Av tí at Tórshavnar kommuna skal hava sagt nei til útjavning, so er einki at rafla um hjá hinum
Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella í [...] Íslandi,« sigur Jens. »Ein beiggi mín kom eisini yvir. Hann býr nú á Akureyri, og ein systir var eisini har yviri. Hon var komin til Íslands í 1947 og býr nú í Reykjavík.« Tað eru rættiliga nógvir føroyingar [...] samráddist um at fáa bygginevndina setta. So varð farið at savna pening til tess, at arbeiðið kundi fara í gongd í Reykjavík. Og innsavningin var við lutaseðlasølu, sum nógvir føroyingar vita um at siga.
farvæl. Fyri framman er alt tað ókenda. Tá ið ein tíð er farin, so byrjar tú at fella til í tí fremmanda, men heilt heima kennir tú teg ongantíð. Tá ið tú so kemur heimaftur at vitja, so er heimlandið vorðið [...] sitið í tokinum á veg úr Hamborg og norðureftir, seinasta fríggjadag, at halda ein fyrilestur um hvussu er at vera útiset, fyri føroyskum útisetum í Føroyingafelagnum í Esbjerg. Tokið vaggar aftur og fram [...] útstráling. Andlitið var merkt av lívinum, grovliga høgt við djúpum foyrur og langt inni sótu eyguni, full av livi, hóast tey vóru kámari nú, enn tá ungdómsins villa blóð rann í teimum. Vit komu ikki í prát beinanvegin
útlendsk feløg, men tann landsdysturin er ikki langt burtur, tá hetta fyri fyrstu ferð verður veruleiki. Nógvar útskiftingar Tað er ikki bara í Føroyum, at fótbóltsárið er ungt. Í ongum av norðurlendsku londunum [...] ella í morgin. Fyrsta venjingin er á skránni seinnapartin í dag. Í morgin verður vant tvær ferðir, og so er dysturin ímóti Finnlandi mánadagin. Tað er vónleyst at siga nakað um, hvussu venjarin fer at seta [...] vetrinum, sum nústaðni fer at koma í hæddina, men kortini er tað ein veruleiki. Nú mánadagin skal fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð í ár í eldin, og tað er vorðið sum uppgáva so tíðliga á árinum. Føroyar skulu
helst ikki vita um CTD, og at hann tí fer at heita á umsitingina um at kanna, um tørvur er á at kunna útisetar. Ella at heita á danskar heilsumyndugleikar um at kunna læknar, so teir um ikki annað kunnu [...] nágreiniligar upplýsingar um, hvat kona mín skal kannast fyri. Nú er kona mín bara ein av fleiri túsund útisetum, sum kanska hava fyri neyðini at fara til kanningar. Mín spurningur er, um hetta kann vera rætt [...] kannaðir. Notits í danskar miðlar Men hetta er framvegis bara nakrir hundrað útisetar. Og fortreytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at fólk vita, at CTD er til. Og har er sum sagt ongin almenn kunning til útisetar
kasta teg á bláman. Soleiðis er umhvørvið um summarið. Men nú er hann heystligur í luftini og ísurin er knapt so svalligur. Tað veit Dr. Franke. Tí selir hann franskar skíbúnar um veturin. Og í hesum skiftandi [...] Keypmannahavn. Nú byrjar nýtt skeið. Hin døkkara hálvan. Men mong eru ráðin at minnast summarið og fjálgari leiðir, tá ein er á Eysturbrúgv. Hóast hitin er fallin, kenst september enn fjálgur. Og ikki er tað sørt [...] afturvið høsnarunganum um kvøldið. Niðanaftur gjøgnum Fríhavnsgøtu, síggi eg næmingar úr privata studentaskúlanum hjá Ingrid Jespersen. Dagur teirra er lokin og í flokki stevna tey yvir um gøtuna og ganga niður
so søguligum staði. Og hvussu var tað nú við hasum turkisku sjórænarunum? Er tað kanska júst hiðani, genini stava? Kanska er aftur og fram líka langt? Men nógv er enn eftir at uppliva í hesum søguliga [...] heimsins kendastu bygningum. Og tað er eisini ein serstøk kensla at ganga inni í hesum risastóra, næstan tóma rúminum. Rúmið er øgiliga stórt. Kirkjuskipið er 70 metrar langt, og hválvið 56 metrar høgt og 32 [...] móti av samantvinna hesi bæði størvini, um vit kunnu nevna tey so. Ein tann fyrsti, sum vit vita um hevur gjørt hesa ferðina, er Kollskeggur Hámundsson, sum nevndur er í Njáls Søgu. Hann var í Palestina í
advokatur, førdi málið fyri Føroya Pedagogfelag, og hann er stórliga bilsin yvir tann partin av úrskurðinum, sum er um fyrning og passivitet – og ikki minni um, at Fíggjarmálaráðið sleppur frá at rinda yvirtíð [...] – skal lønast sum yvirtíð, tað er við 50 prosentum oman á vanligu lønina, sama um talan er um sjálvboðið ella álagt arbeiði. Tí heldur advokaturin heldur ongan iva vera um, at Føroya Pedagogfelag alla tíðina [...] 2018. – Hasin úrskurðurin er øgiliga torførur at skilja, og eg eri als ikki samdur við niðurstøðuni, og tað so øgiliga langt burtur frá eisini. Hetta er ein úrskurður, sum er eitt slag av – eg veit ikki