Heðin Mortensen, Stýrisformaður Kommunusamskipan Føroya
Føroya Kommunufelag skjýtur í hesum døgum við skørpum eftir Kommunusamskipan Føroya (KSF) og limakommunum hennara, tí at vit ikki eru eins ovfarakát um útjavning sum tey.
Kommunufelagið hevur heldur ikki stórt álit á demokratisku skipanina í KSF. Av tí at Tórshavnar kommuna skal hava sagt nei til útjavning, so er einki at rafla um hjá hinum limakommununum.
Hetta er so langt úti, at eg havi ikki hug at viðmerkja hesa vanvirðing.
KSF hevur arbeitt nógv og seriøst við spurninginum um útjavning millum kommunur. Til almenna upplýsing, so hevur KSF ikki tikið nakra avgerð hesum viðvíkjandi enn, heldur ikki størsta limakommunan.
Endamálið hjá Kommunufelagnum við øllum hesum er bert eitt: Nú skal tilverugrundarlagið hjá smáu kommununum fyri ein og hvønn prís tryggjast, tí hóttafallið er eyðsýnt.
Loysnarorðið er útjavning, og undirtøkan í løgtinginum og landsstýrinum er stór – og tað er ikki uttan grund. Tað venda vit aftur til.
Ójavni og útjavning
Kommunufelagið førir fram, at ójavni er í skattskylduga inntøkugrundarlagnum millum kommunurnar, og tí skal javnast út í inntøkunum millum tær 34 kommunurnar í landinum, so at tær hava eins fortreytir at røkja sínar uppgávur.
Líka so spent Kommunufelagið er um slíka millumkommunala inntøkujavning, líka so nógv skýggja tey millumkommunala útreiðslujavning. Grundgevingin er, at allar kommunur hava eins lógarbundnar uppgávur og harvið lutfalsliga eins útreiðslur, og tí er ikki neyðugt at javna út útreiðslur. Hetta er bara ikki í samsvari við veruleikan.
Víst duga vit í KSF at síggja, at ójavnar eru millum kommunurnar – bæði í inntøkum og í útreiðslutørvi. Men tað ger ikki, at tað av sær sjálvum er bráðneyðugur tørvur á útjavningarskipan.
KSF hevur helst meira enn nakar annar dittað sær at seta sakligar spurningar um fyrimunir og vansar við útjavningarskipan millum kommunur. Jú meira vit spyrja, tess størri fyrivarni taka vit – tí svarini eru sanniliga ikki bert ein gullrandaður gleðiboðskapur.
Hvat er málið?
Greiða málið hjá KSF er eitt samfelag, har ábyrgdarsterkar, burðardyggar og virkisførar kommunur umsita øll viðurskifti av týdningi fyri borgaran. Kommunurnar skulu verða ein nógv meira avgerandi partur av fólkastýrinum, har nærleikin millum politikkara og borgara tryggjar betri tænastu, betri umsiting og betri møguleikar fyri virknari borgaraluttøku, og harvið samfelagsligum framburði.
Spyrjast kann, um smáu kommunurnar hava annað endamál enn at yvirliva sum altjóða kuriosum eitt ættarlið afturat við útjavningarstuðuli frá stóru kommununum sum fíggjarligari neyðhjálp.
Tí KSF er ikki í iva um, at ein útjavningarskipan millum verandi 34 kommunur fer at forkoma hesum máli okkara at styrkja kommunurnar, og sum flest øll annars taka undir við – eisini tær størru av teimum smáu kommununum.
Ein útjavningarskipan fer ístaðin at grundfesta verandi kommunala bygnað í langa tíð fram, og hesin bygnaður við mongum veikum kommunum veitir ikki nakran sum helst framburð.
Hvussu nógv?
Tað er so eitt. Tað næsta at spyrja er, hvat verður vunnið við eini millumkommunalari inntøku- og útreiðslujavningarskipan? Hvussu nógvan pening tosa vit um?
Grøna kommunuálitið hevur verið alment í fleiri ár, og tann, sum lesur tað, fær sjón fyri søgn. Og tá vit roknað víðari við dagførdum tølum, so eru vit framvegis ikki bergtikin av upphæddunum.
Umboð fyri Kommunufelagið hava tí roynt at lagt høvdini í blot fyri at fáa fleiri pengar á borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at munurin er so lítil millum kommunurnar, at einki er at javna út við.
Eitt fyri mong sera dámligt uppskot varð almannakunngjørt herfyri, har almennar lønir vóru støði fyri útrokning um inntøkujavning, og sum borðreiddi við tølum, sum fleiri tingmenn longu hava skýrt at vera sera áhugaverd. Tí við fyrsta eygnakast sýntist fleiri pengar at vera komnir á borðið, men roknistykkið var tíverri ikki roknað liðugt.
Tí tá samanum kemur, so er úrslitið ikki stórt øðrvísi enn tey tøl, ið kommunuálitið og KSF eru komin til í sambandi við millumkommunala inntøkujavning. Uppskotið er í veruleikanum bert ein annar háttur at lækka og hækka skattskylduga inntøkugrundarlagið hjá kommununum uppá.
Við at samanbera veruligu kommunuskattainntøkuna og seta hana upp ímóti nýggja skattskylduga inntøkugrundarlagnum, ið omanfyri nevnda roknistykkið kemur við, so er greitt, at millumkommunala inntøkujavningin heldur ikki í hesum føri verður meira enn á leið 2,6 % av samlaðu kommunuskattainntøkunum – ella uml. 30 mió kr., sum skulu flytast frá einari kommunu til hinar.
Tað er sjálvandi ikki nógv í part, og hetta er ikki tað, ið fer at gera av, um ein kommuna megnar at røkja sínar lógarbundnu uppgávur nøktandi.
Og vert er at geva gætur, at tá er millumkommunala útreiðslujavningin, sum bert byggir á mun í útreiðslutørvi, ið skal lúka strong krøv um objektivitet – og ikki á mun í umsitingarligum effektiviteti ella tænastustigi, sum onkur trýr – ikki roknað uppí.
Fyri onkra kommunu hevði útreiðslujavningin nevniliga drigið úrslitið av inntøkujavningarstuðulinum niður aftur móti null, ja, kanska enntá skal hon gjalda útreiðslujavningarstuðul til eina ríkari kommunu, tí henda hevur ein lutfalsliga størri útreiðslutørv.
Og tá allar kommunur ella kommunuøki verða sett upp í eitt roknistykki við inntøku- og útreiðslujavning, so verður nettoúrslitið ella nettoútjavningin í veruleikanum ein viðfáningur av samlaðu kommunuskattainntøkuni.
Útjavning av inntøkum og útreiðslutørvi hanga grundleggjandi saman, og til at halda skil á øllum hesum er harumframt neyðugt at stápla uppá beinini eina nýggja og kostnaðartunga umsiting undir sterkum landspolitiskum ræði.
Vit spyrja, um alt hetta yvirhøvur er ómakin vert?
Skert kommunalt sjálvræði
Tað er eisini her, ið KSF sær teir størstu vandarnar. Tí við útjavning lata kommunurnar eisini frá sær týðandi vald á egnum viðurskiftum yvir til landið. Vit í KSF virðismeta kommunala sjálvræðið sera høgt og arbeiða hart hvønn dag fyri at styrkja um tað, men Kommunufelagið er eftir øllum at døma sinnað at selja tað lættliga.
Tekini úr landsstýrinum og løgtinginum eru eisini púra greið, har landsstýrismaðurin í innlendismálum og Tjóðveldisflokkurin kappast um at fáa skipað eina útjavningarskipan.
Víst verður m.a. á, at hetta er neyðugt, skulu vit leggja fleiri uppgávur út á kommunurnar at umsita. Eisini verður víst á, at øll norðurlendsku grannalondini hava útjavningarskipan, og so skulu vit eisini hava eina.
Hvat er tað so fyri útjavningarskipanir, ið eru í grannalondunum? Hví eru so nógv fleiri pengar í teirra útjavningarskipanum?
Blokkstuðul
Fyri tað fyrsta, so er í grannalondum okkara als ikki talan um millumkommunalar útjavningarskipanir. Talan er ikki um nakra dámliga Robin Hood-skipan, har ríkar kommunur gjalda til fátækar kommunur. Lat tað verða greitt.
Fyri at taka Danmark og Noregi sum dømi, so er útjavningarskipanin ein heildarveiting frá statinum – í Føroyum rópa vit slíkt blokkstuðul, sum staturin veitir kommununum við støði í munum í inntøkugrundarlagi og útreiðslutørvi kommunanna millum, umframt øðrum beinleiðis statsstuðuli til lógarbundnar uppgávur.
Í Íslandi er skipaður ein javningargrunnur, sum staturin og kommunurnar í felag gjalda inn í, men staturin nógv tað mesta. Kommunala inngjaldið er til útjavning av fólkaskúlarakstrinum, meðan inngjaldið hjá statinum er til at javna út mun í inntøkugrundarlagnum og útreiðslutørvi annars.
Hesar skipanir við blokkstuðuli og/ella statsfíggjaðari útjavning umvegis ein grunn, sum nú møguliga skal kroystast yvir kommunurnar í Føroyum, brýtur fundamentalt við aðalregluna um, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir avgerðarrættinum – tvs., at er ein uppgáva kommunal, so skal kommunan eisini fíggja hana fyrst og fremst umvegis kommunuskattin.
Vit fáa í staðin kommunalt virksemi fíggjað við landsskatti, sum kommunurnar av góðum grundum ikki eru harrar yvir.
KSF fagnar als ikki slíkari útjavningarskipan, tí fyri hvørja krónu í blokkstuðuli fylgir við ein treyt frá landinum – ein áseting, sum skal uppfyllast umframt øll hini lógarásettu minstukrøvini. Úrslitið er, at kommunala sjálvræðið niður í minstu smálutir verður kvalt av landspolitiska yvirræðinum.
Stutt sagt – kommunala sjálvræðið verður sett undir umsiting.
Prísurin, sum staturin í t.d. Danmark og Noregi skal gjalda fyri henda lykilin til valdið úti í kommununum, er gott nokk stórur, um samanborið verður við vanliga millumkommunala útjavningarskipan – tí ásannast má, at tað eru lutfalsliga nógvir pengar í blokkinum. Í Íslandi eru teir tó meira enn helvtina minni enn í Danmark og Noregi.
Men prísurin, ið kommunurnar hinvegin skulu gjalda er ovurstórur og av mongum kommunum í t.d. Danmark og Íslandi mettur at vera beinleiðis skaðiligur fyri kommunala sjálvræðið og menningina í kommununum. Og ónøgdin í kommununum er sera stór.
Hetta er tó ikki nakað, ið smáu kommunurnar í Kommunufelagnum tykjast hava ampa av – helst tí, tær einki veruligt vald hava kortini.
KSF vil styrkja kommunala sjálvræðið
Vit í KSF eru av aðrari áskoðan. Vit vilja styrkja kommunala sjálvræðið. Vit vilja hava fleiri uppgávur út til kommunurnar at umsita, og vit vilja hava fleiri førleikakrevjandi størv út til kommunurnar – hetta er í sjálvum sær ein týðandi útjavning bæði í skattainntøkum, menning og trivnaði.
Og kommunusamanleggingar eru eisini útjavning.
Men enn hava vit ikki sæð haldgóð prógv um, at fíggjarlig útjavningarskipan – óansæð millumkommunal ella blokkstuðul – verður føroysku kommununum og borgarunum til gagns á avgerandi hátt.
Eitt er tó vist. Ein útjavningarskipan er ein opin vegur hjá landspolitiska myndugleikanum at taka fult ræði á kommununum – og tað ganga vit ikki við til.