Jákup á Stongum, F0-380 Sørvágur
···
Útlendingamálið er ein peruvellingur, og eg havi ongan áhuga í at blanda nøkur følilsir inn í málið.
Hjá mær er tað ítrótturin tað hevur snúð seg um. Tað sum er stungið út kortið her hjá okkum, hevur borið framá. Men teir sokallaðu politisku karmarnir, gera alt totalt ómøguligt.
Í løtuni liggur landið soleiðis - nú tosa vit um flogbólt - at nøkur av feløgunum hava útlendingar uppá longt arbeiðsloyvið, hesir eru bíligari fyri felagið. Onnur royna seg við sokallaðum ítróttar-arbeiðsloyvi, sum er væl dýrari, og onnur hava givið skarvin yvir.
Soleiðis deilir INLMR grøn, gul og reyð kort út millum feløgini og tað hevur verið og er framvegis trupult at síggja hvørjum reglum spælt verður eftir. Millum útlendingar er tí vanligt at spyrja: Hví sleppur hann/hon tá ið eg ikki sleppi?
Stórstu nøsina eigur løgtingið sjálvt. Har er aftur og aftur sagt, at teir útlendingarnir sum eru her, skulu sleppa at verða verðandi. Hetta er avgjørt stórsta orsøkin til at man í dag stendur sum Kánus. Løgtingið sjálvt hevur tí - í den grad - viðvirka til at hampafólk nú verða ákærd av politinum.
Tað kanska mest áhugaverda er at henda støða løgtingsmanna er - um nakað - merkt av følilsum, heldur enn av konstruktivum útlendingapolitikki.
Tað at alt kortini ikki er so svart hvítt sum tey lógkønu vilja gera tað til, eru treytirnar í tí sonevnda Ítróttar-arbeiðsloyvinum. Her skulu feløgini gjalda 52% og ein -ella fleiri?-arbeiðsgevarar skulu gjalda 48%.
Hendan avtalan sýnir at tað ber til at broyta fortreytirnar, men góð er hon ikki.
Er neyðugt við eini serskipan, eigur gjaldið hjá ítróttarfelagnum at verða minnið, kanska eini 5-til- 6000,-kr.
Annars skal við loyvinum til ítróttarfelagið fylgja rætturin til at arbeiðja frítt í hesum landinum, eisini hjá hjúnafelagað.
Treytin fyri árligari endurnýggjan av loyvinum kann vera at viðkomandi, saktans saman við einum hjúnafelaga, hava forvunnið ávísa minstupphædd til dagligdagin. Ongin avmarking eigur at vera hvussu stór inntøkan kann verða.
Í flestu ítróttargreinum er sett avmarkað tal av leikandi útlendingum. Er neyðugt við fleiri avmarkingum kann kvota setast á samsvarandi hesum.
Annars haldi eg at tað vóru skipaði viðurskifti á økinum inntil innlendismálaráðið legði seg uppí. Tá vistu vit hvørjar spælireglurnar vóru, nú er alt fløkt.
At arbeiðsloysi skal verða stóri trupuleikin er mótprógvað tá arbeiðsgevarar ikki fáa fólk frá ALS tá biði verður um tað.
Eg meini bara at tað ræður um at halda seg til veruleikan og ikki til eina fantasiverð.
Onkursvegna livir INLMR í eini fantasiverð sum onki hevur við virkuliga lívið at gera. At vurdera um eitt arbeiðið er skikka ella ósjkkka - den ene eller den anden vej - brýtur onga lóg!
(Her kann leggjast afturat at nakrir av útlendingunum kundu ynskt eitt pausuár heima hjá familjuni, men teir tora ikki tí so sleppa teir ikki inn aftur í hetta landið)