Útiseti og kríggj

Telduposturin

Eg sitið í tokinum á veg úr Hamborg og norðureftir, seinasta fríggjadag, at halda ein fyrilestur um hvussu er at vera útiset, fyri føroyskum útisetum í Føroyingafelagnum í Esbjerg. Tokið vaggar aftur og fram eftir láglendinum og uttanfyri sæst vaknandi várið. Tað spírar longu á kirsuberjatrøunum, tey eru so vøkur ljósareyð. Vit eru tvey í kupeini og vit sita beint yvir av hvørjum øðrum. Vit eru ikki heilt javngomul, eg fyrst í fjøritinum og hon 73. Ein eldri kona við við stórari útstráling. Andlitið var merkt av lívinum, grovliga høgt við djúpum foyrur og langt inni sótu eyguni, full av livi, hóast tey vóru kámari nú, enn tá ungdómsins villa blóð rann í teimum.

Vit komu ikki í prát beinanvegin. Eg sat sjálvur svangur og át ein breyðbita, sum eg hevði keypt á banagarðinum fyri løtu síðani. Var linur og og hevði als ikki hug at práta.

Tað vóru bara vit bæði í kupéini og hon skuldi absolutt seta seg beint yvir av mær. Tað gekk ein góð løta til hon settist. Hon hevði fleiri taskur við og tær skuldu allar fáast upp á pláss á hyllum í erva. Hornið á eini leðurtasku mundi nastan rikt breyðbitan úr hondunum á mær. Taskan fór sendani upp á hyllina, litað av míni mayonnaise og eini agurkflís.

Endiliga settist hon, suffaði og royndi at koma til rættis. Hon faldaði hendurnar á búkinum og hugdi upp á meg. ?Her havi eg búð síðan kríggið. Eg kom til Hamborg við kríggslok. Alt var í sori. Eg arbeiddi á einum sjúkrahúsi og um náttina hevði eg ongastaðni at búgva, eg mátti sova á gøtuni, segði hon.?

Eg lurtaði og gjørdist beinanvegin forvitin. Her sat ein kvinna, sum hevði upplivað ræðuleikarnar undir krígnum í Týsklandi. Vit vita so lítið um, hvussu týskararnir høvdu tað undir krígnum. Føroyingar hoyra bert um hetjubrøgdini hjá teimum sameindu og vit eru skúlaði, á sama hátt sum í Sovjet undir kommunismuni, bara at fáa at vita tann sannleikan, sum gagnar okkara samfelag best.

Eg sat frammanfyri einum vitni, sum kundi siga frá hvussu ræðuligt hon upplivdi øll sini teenage ár í einum landi í kríggi. Og so var hon utiseti eisini. Týskland er stórt, og fyri 60 árum siðan var ikki nógv samband millum teir ymisku landspartarnar í Týsklandi, í hvussu er ikki hjá tí meiniga manninum.

?Eg var fødd í Suðurtysklandi, móti tjekkiska markinum og har livdi eg míni barnaár. Men so kom kríggið. Í fyrstu var friðaligt, men móti kríggslok komu russararnir og vit máttu flýggja. Vit fóru norðureftir og kundu onki taka við okkum. Vit komu til Stettin í Polen og náddu akkurát at flyggja undan russum. Teir vóru ræðuligir. Í kríggi er ein óskrivað lóg, at hermenn hava loyvi at rána og neyðtaka í tríggjar dagar eftir at teir hava tikið ein bý. Russar lógu ikki á løtu síðuni. Vit flýggjaðu vestrueftir og endaðu í Hamborg og har búgvi eg við sama lag.?

?Tað var ikki eitt einasta hús heilt í Hamborg og roykurin av brendum mannakjøti í kolaðu húsatoftunum var sterkur. Men so byrjaði lívið aftur.?

Hon byrjaði aftur at tosa um barnaárini í Suðurtýsklandi og tad kyndi undir mín gruna, at útisetin altíð verður rótleysur. Tað var júst tað eg skuldi tosa um í Esbjerg. Tá ið tú flytir úr heimlandinum, so sigur tú tí kenda farvæl. Fyri framman er alt tað ókenda. Tá ið ein tíð er farin, so byrjar tú at fella til í tí fremmanda, men heilt heima kennir tú teg ongantíð. Tá ið tú so kemur heimaftur at vitja, so er heimlandið vorðið fremmant. Tú er gestur í egnum landi og tú leingist aftur út. Tú leingist, líka mikið hvar tú ert. Hendan tvífaldaða kenslan av ikki at hoyra heima merkir útisetan, hann gerst rótleysur.

Ber tað til at venja seg at liva í einum kríggsherjaðum landi? Konan framman fyri meg svarar avgjørt nei. Tað var ein ?forrykt? tíð og ?traumaðini? koma aftur og aftur.

Næstsíðsta sunnudag koyrdi eg eina 88 ára gamlan danskan útiseta, Frú Freitag, av kirkjuni í Hamborg og heim aftur til aldursheimið. Hon gav sítt íkast til fyrilesturin um útisetan. Eg kundi ikki lata vera við eisini at spyrja hana, um tað bar til at venja seg til at liva í kríggi: Hon svaraði játtandi:

?Tá ið tær fyrst bumbuatsóknirna komu, tá vóru vit bangin. Men fóru vit ikki í bumbuskýlini, so fingu vit heldur ikki nakran erstatning, um vit mistu nakað. At enda vóru bumbuflogførini ein partur av degnum.

?Sera farligt var tad at ganga úti tá flogfør vóru yvir býnum. Eg gekk altíð heilt inni við húsaveggin í svørtum frakka og við svørtum yvir høvdið, soleiðis at smáu flogførini ikki skuldu síggja ein. Eingilsmenninir drupu alt sum flytti seg. Teir skulu til máls eftir fólki á gøtunum. Børnini sluppu slett ikki út slíkar dagar. Eg plagdi at siga við tey, at mítt lív var ikki so nógv vert sum teirra. Tey liva øll í dag og hava tað gott.?

Týska konan fer av í marknaðarbýnum Flensborg. Hon skal vitja eina vinkonu. Eg haldi leiðina fram og tankarnir mala um tann rótleysa útisetan og at tú kann venja teg til alt.


Jústinus Leivsson Eidesgaard,

Hamborg