Tey tiltøkini, samgongan ætlar at seta í verk, raka at kalla bara útjaðaran í Føroyum. Men samstundir er kommunukassin í Havn, friðaður.
Tað er niðurstøðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, og formanni í Nýggjum Sjálvstýri, nú samgongan hevur avdúkað, at ætlanin er at leggja hægri gjald á alivinnuna og fiskivinnuna.
Skorheim tekur undir við, at lág- og miðallønt fáa skattalætta. Men eftir ætlanini hjá samgonguni verða tað bara nøkur fá í útjaðaranum, sum skulu rinda rokningina.
- Gjøldini, samgongan ætla at leggja á vinnulívið, og privata borgaran, fer bert at raka kommunur og einstaklingar í útjaðaranum. Við ætlaða tilfeingisgjaldinum verður tað so at siga bert útjaðarin, ið fer at gjalda fyri skattalættan, sigur Jógvan Skorheim
Hann vísir á, at útrokningar, Klaksvíkar býráð hevur gjørt, vísa, at núverandi tilfeingisgjald kostaði Klaksvíkar kommunu minst tríggjar milliónir í mistari skattainntøku í fjør og tað svarar til eitt hálvt skattaprosent.
Aftur at hesum koma óbeinleiðis avleiðingarnar, tí peningurin, ið nú skal gjaldast landskassanum, hevur kastað nógv avleitt virksemi av sær og tað er helst her, at størsti missurin hjá kommuni er, sigur hann.
Hann sigur, at nú samgongan ætlar at leggja yvir 100 milliónir í eyka gjøldum á vinnuna, er tað ein dyggan smeitur fyri fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu.
- Tað kann ikki vera rættvíst, at rokningin skal býtast ímillum útjaðarakommunurnar, ímeðan kommunukassin í miðstaðarøkinum ikki verður nortin, sigur Jógvan Skorheim.
Hann staðfestur, at tað vinnulívið, sum nú kemur undir eitt eyka tilfeingisgjald, heldur einamest til í útjaðaranum, ímeðan almennu stovnarnir og arbeiðsplássini fyri tað mesta eru í miðstaðarøkinum.
- Hetta gevur miðstaðarøkinum eitt heilt annað inntøkugrundarlag, enn útjaðarin hevur. Umframt hetta, fær eitt nú Tórshavnar kommuna stórar inntøkur av øllum av- og áskipingum, ið Tórshavnar Havn.
Hann heldur, at nú samgongan er farin í holt við at skatta óvanligan vinning, hevði verið sjálvsagt at farið eftir einum parti av teimum 40 milliónunum, ið Tórhavnar Havn hevði í yvirskoti í fjør.
- Sum støðan er nú, verða tað nakrar kommunur, sum fara at gjalda fyri skattalættan, meðan aðrar kommunur sleppa skaðaleysar, sigur Jógvan Skorheim.
- Hetta fer at økja um gjónna ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran, sum frammanundan er ivaleysa stór.
Hann vísir á, at Kommunufelagið -Har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er formaður- er ein savnandi eind fyri allar kommunur í landinum, og tí heldur hann, at vit har eiga at standa saman um, at rokningin fyri skattalættan skal býtast javnt ímillum allar partar.