drápið gekk væl. So stutt var viðmerkingin til, hvussu Sandágerð nú fór at roynast sum hvalvág, eftir at fleiri skipslastir av sandi eru pumpaðar upp í fjøruna. 157 hvalir upp á tilsamans 1087 skinn løgdu [...] tali, og parturin var eitt hálvt skinn. Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka, men komin inn um molan gekk tað skjótt. Tað allarmesta gjørdi landgongd, men onkur hendingur gekk kortini eftir [...] deytt. Og eftir 20 -25 minuttum, vóru eisini teir hvalir, sum ikki fóru á land beinanvegin, deyðir. Nú sandurin er vorðin so stórur, vóru menn eitt sindur spentir uppá, hvussu spjadd grindin mundi fara
fyritøkur eru so smátt við at finna fótafestið aftur. Avmarkaðar nøgdir Men tað er avmarkað, hvussu stórar fiskanøgdir vit hava atgongd til, og vit kunnu vænta afturgongd komandi árini. Vit hava enn onga [...] fiskiskapin at bera seg. Tað er spell, tí tað er jú fiskium, vit skulu liva av, og vit sleppa ikki at fiska alt tað, vit vilja. Eftir míni meting mugu vit hava minni flota, og júst tí er málið so trupult at loysa [...] minkaði,bankakreppur, og landskassaskuldin vaks við risafetum. Men nú er aftur farið at ganga hin vegin. Tey fyrstu tekini sóu vit longu í 1994. Fráflytingin er vend til tilflyting, fiskiskapurin er øktur
ein royndarútgáva, og tí koma fyri brek og aðrir skeivleikar meðan skipanin verður roynd. Men vit eru komin væl áleiðis við at menna skipanina, og skjótt verður farið alment út við Internetútgávuni. Sosialurin [...] leggja tað netið. Í hesi leitiskipan ber til at leita á ymsar hættir, eitt nú leita eftir einum orði, navni o. s. fr. Sum tað nú sæst á forsíðuni, ber til at tekna seg sum haldara. Tað merkir fyribils, at [...] EITT ÓKEYPIS TILBOÐ TIL LESARAN. Men seinni fara vit at leggja loyniorð á, so tá fáa einans gjaldandi haldarar møguleika at lesa alt blaðið. Lýsingar eru, sum lesarin sær, ikki enn komnar á netið. Men tær
hava samstarvað í tvey kappingarár, eru komin ásamt um at halda fram í eitt ár aftur at. ? Vit hava viðgjørt venjaraspurningin seinastu vikurnar, og niðurstøðan er, at vit halda fram við samstarvinum við Jóannes [...] spælarar og nevnd hava víst mær, og eg gleði meg til samstarvið komandi ár. Tá ætla vit at fáa eitt betri úrslit enn vit hava fingið í ár, sigur Jóannes Jakobsen. Jóannes Jakobsen hevur drúgvar royndir sum [...] Føroyum. Hann var venjari í VB í tvey ár, í HB í tvey ár, áðrenn hann so í 1996 kom til Klaksvíkar. Nú hevur hann verið í Klaksvík í tvey ár, og hóast tilboð hava verið frá øðrum feløgum, hevur hann gjørt
oljufeløgum, Shell og BP, eru nú av álvara farin at vísa Føroyum ans. Feløgini hava nú í nøkur ár arbeitt við tí føroyska økinum, men tað er ikki fyrr enn nú, at feløgini eru farin meira miðvíst til verka [...] royndir á djúpum vatni. Tey eru undangongufeløgini vestan fyri Hetland og aðrastaðni í verðini, eitt nú í Mexikanska flógvanum. Tað er við hesum drúgvu royndunum sum barlast, at tey nú seta kós móti tí djúpa [...] seg at vera á rættari kós í kanningararbeiðinum. -Eg kann bert siga, at vit høvdu ikki verið her, um vit ikki hildu møguleikar eru fyri, at olju- og gassberandi løgini eystan fyri halda fram móti Føroyum
árini. Sigrid er nú mest sum givin at spæla, men hon hevur verið við onkrar dystir í ár, og sum venjari hevur hon vunnið gull í kvinnudeildini. ? Vit hava havt marginalarnar við okkum í ár. Vit hava verið aftanfyri [...] aftanfyri nógvar dystir, men eru altíð komin afturíaftur, sigur Jón Harald Poulsen. ? Spælararnir hava verið sera ídnir og teir hava orkað betri enn nógv av hinum liðunum. Tað hevur víst seg dyst eftir [...] at tá komið er út í seinna hálvleiki, taka okkara yvir og vinna, sigur hann. Nógvir av spælarunum eru ungir og hava eisini vunnið the double í gentudeildini. Millum teir meiri royndu teljast Elsebeth Jónsson
væntar Egil Olsen ikki trupulleikar av ES krøvunum. Virkini í Sandoynni eru í góðum standi og nú vit hava gjørt virkini ístand, hava vit gjørt tey s o, at tey lúka tey flestu ES krøvini. Virkið í Skopun er [...] stórari last fyrrenn vit hava fingið fult tamarhald á teknikkinum. Hann sigur, at ein fortreyt fyri at kunna taka ímóti nógvum fiski ísenn, er at virkið í Skopun eisini er opið. Vit eru ikki serliga væl fyri [...] eitt sindur trekari á Sandi, enn teir høvdu væntað. Og í Skopun eru tekniskir trupuleikar enn, so tað virkið verður heldur ikki latið upp nú í vikuni, sum teir høvdu roknað við. So sandoyingar mugu brynja
árinum, og tá fara vit at fáa at síggja, hvat tey 32 í tinginum hava játtað til nýggja landsstadion. Í dag fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvat hevur gingið fyri seg inntil nú, tá tað viðvíkur Tórsvølli [...] hevur til ætlanina. Her verður millum annað hugsað um ognarviðurskiftini. Um vit mæla til, at verkætlanin verður sett í verk, eru vit so tilreiðar at seta fleiri milliónir í Tórsvøll? Henda spurningin mugu [...] viðgjørdur á ársaðalfundinum, sum var í februar 1997. Vit hava fregnast, um FSF hevur viðgjørt spurningin meiri, og okkum er upplýst, at ongar aðrar samtyktir eru gjørdar enn tann omanfyri nevnda á aðalfundinum
fr.. Vit lærdu handverkið - Tað var stuttligt arbeiði, og vit lærdu handverkið at selja eina vøru, og at hjálpa viðskiftafólkunum. Eitt nú, um spurt var eftir onkrum plaggi í einum liti, sum vit ikki høvdu [...] dag, nú Tummas og Sólrun Arge hava tikið yvir. Tey eru so einastandandi móti starvsfólkunum. - Tey duga so væl at fáa starvsfólkini, sum eru eini sjey- átta í tali, at trívast og kenna seg væl. - Vit eru [...] mangt sum broytist á mansins ævi, verður tikið til, men tað eru eisini viðurskifti, sum kanska ikki broytast so nógv, men sum vit virðismeta. Eitt nú at koma í handil, har yrkislærd veita tær tí tænastu, sum
at kappast um. Fleiri enn 130 handrit/savningar eru komin inn, og samanlagt eru latnar uml. 100.000 krónur í virðislønum umframt aðrar heiðurslønir, eitt nú bøkur og tílíkt. Støddin á virðislønunum verður [...] tilfarinum. Møguleikarnir eru sum skilst nógvir. Ritgerð ella savning Ritgerðarkappingarnar hjá Fróðskaparsetrinum eru vanliga eisini savningarkappingar. Og soleiðis er eisini í hesum føri, nú talan er um at skriva [...] atvoldin til størst ræðslu og høvudbrýggj millum manna. Í dag kunnu vit sum heild siga, at hetta er broytt nógv til tað betra. Tannlæknarnir eru vorðnir fleiri, útbúgvingin munandi betri, og tøkniligu framstigini