Grindin gjørdi landgongd og drápið gekk væl.
So stutt var viðmerkingin til, hvussu Sandágerð nú fór at roynast sum hvalvág, eftir at fleiri skipslastir av sandi eru pumpaðar upp í fjøruna.
157 hvalir upp á tilsamans 1087 skinn løgdu beinini seinnapartin mikudagin. Grindin varð býtt millum grindamenninar, sum vóru 1340 í tali, og parturin var eitt hálvt skinn.
Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka, men komin inn um molan gekk tað skjótt.
Tað allarmesta gjørdi landgongd, men onkur hendingur gekk kortini eftir, sum altíð er.
Sjálvt drápið, sum so, tók bara 10 minuttir. Tá var næstan alt deytt. Og eftir 20 -25 minuttum, vóru eisini teir hvalir, sum ikki fóru á land beinanvegin, deyðir.
Nú sandurin er vorðin so stórur, vóru menn eitt sindur spentir uppá, hvussu spjadd grindin mundi fara á land. Men hendan dagin fór mestsum alt um miðjan sandin. Bara nakrir heilt fáir hvalir komu upp heimantil undir Landssjúkrahúsinum. Og hóast grindin taldi gott hálvtannaðhundrað hvalir, var gott pláss.
Eitt sindur ógreitt gjørdist seinni um kvøldið, tá seðlarnir skuldu koma út. Tá kom líkasum sperðil í fráboðanirnar um, nær teir komu.
Ætlan býráðsins var alla tíðina, at teir skuldu koma sum skjótast eftir midnátt. »Hetta tí, at vit vildu hava hana tikna upp, áðrenn fólk skuldi aftur til arbeiðis, soleiðis at menn ikki høvdu fyri neyðini at leggja dag burtur í millum til at taka upp,« sigur Leivur Hansen, býráðsformaður. Og fyrstu fráboðanirnar í útvarpi og sjónvarpi søgdu tað.
Men so vóru onkrir formenn, sigur Leivur Hansen, sum hildu, at tað kanska var ein vansi í, at menn skóru upp í myrkri. Teir avtalaðu tí við sýslumannin at bíða til hósmorgunin klokkan seks at lata seðlarnar koma út.
So varð tað lýst í Sjónvarpinum. Hetta var umleið hálvgumtíggjutíðina um kvøldið.
Men Býráðið hevði fingið til vega ljós á havnarlagnum vestanfyri, so tað var eingin forðing, at nátt var.
Og so varð tíðin aftur broytt til klokkan eitt.
Leivur Hansen, býráðsformaður, sigur, at hann hevur hoyrt, at onkur ikki hevði fingið hesa seinastu broytingini við og tí ikki møtti fyrr enn klokkan seks hósmorgunin.
Leivur Hansen harmast, um so er.