Bjarni Olsen, búskaparfrøðingur, lýsti í stuttum ta ógvusligu krepuna, sum Føroyar hava verið í seinastu árini. Búskaparliga skædlið, sum bert fá lond hava upplivað.
Lønarinntøkan minkaði, keypiorkan minkaði, fólk í túsundatali fluttu av landinum, avreiðingarnar minkaðu, innflutningurin minkaði,bankakreppur, og landskassaskuldin vaks við risafetum.
Men nú er aftur farið at ganga hin vegin. Tey fyrstu tekini sóu vit longu í 1994. Fráflytingin er vend til tilflyting, fiskiskapurin er øktur, virksemið er økt. Tað sæst av lønútgjaldingum og minkadi arbeiðsloysinum. Innflutningurin er øktur, og tað sama er útflutingurin, um enn tað mest er óirkaður fiskur. Landskassin og kommunukassarnir hava framgongd, og almenna nýtslan er økt. Uttanlandsskulin fyri samfelagið alt er minkað úr 9 niður í 3 mia. krónur, men landskassaskuldin er tó ikki minkað.
Bjarni Olsen minti á, at føroyski búskapurin er so varierandi, tí vit hava so einstáttaða vinnu. Stríð stendur ímillum tilfeingi, og at vinnan skal geva so stórt avkast sum gjørligt, og trupult er at stýra. Skiftandi fiskiskapur gevur skiftandi arbeiðsloysi
Góðar og ringar tíðir
Variatiónin átt at fingið tað almenna at mett um góðar og ringar tíðir, soleiðis at vit kundu spart upp og lagt til síðis í góðum tíðum.
Flytingin av landinum hevði bæði góðar og ringar síður. Tað er gott, at arbeiðsmegin er mobil, vil flyta seg, eisini tí samfelagið havið sleppur frá at gjalda fullan kostnað fyri arbeiðsloysið. Men negativt er tað m.a., um samfelagið missir kunnleika.
Tveir mátar eru at minka um fiskiskapin. At skipini fiska minni, ella at tey verða færri. Við sama skipatali, økist minstalønin, og við færri skipum verður meira hjá ALS at gjald út.
Bjarni Olsen hevur roynt at meta um avleiðinarnar viðvíkjandi arbeisloysinum við at fylgja tilráðingunum hjá ICES. Hann er komin til, at tað so høvdu verið 800 fleiri fulltíðararbeiðsleys, og ein eyka útreiðsla uppá 80 mió. krónur til ALS.
Bjarni Olsen nevndi møguleikan at hækka gjaldið til ALS í góðum tíðum og lækka tað aftur í ringum tíðum.
Hann helt tað vera torført at spáa um búskparligu útlitini.
Møguleikarnar fyri inntøku av framtíðar oljuvinnuni tók Bjarni Olsen ikki við í sínum metingum.
Hann nevndi, at tað er ein ávís framgongd í fiskiskapinum og -prísum, og fólk og fyritøkur eru so smátt við at finna fótafestið aftur.
Avmarkaðar nøgdir
Men tað er avmarkað, hvussu stórar fiskanøgdir vit hava atgongd til, og vit kunnu vænta afturgongd komandi árini.
Vit hava enn onga alternativa vinnu, sum gevur nakað av sær, men stórt potentiali er í fiskivinnuni, tí so nógv fer óvirkað av landinum. Men ikki er lætt at fáa fiskiídnaðin at bera seg orsakað av vantandi kappingarføri og vantandi rentabiliteti.. Bjarni Olsen helt, at vit áttu at tosað nógv meira um hetta vantandi kappingarføri enn um at geva Fiskavirking skyldina o.s.v.
Ov stórur floti
- Tað verður meira tosað um rættin til at fiska og lokal áhugamál enn um at fáa fiskiskapin at bera seg. Tað er spell, tí tað er jú fiskium, vit skulu liva av, og vit sleppa ikki at fiska alt tað, vit vilja. Eftir míni meting mugu vit hava minni flota, og júst tí er málið so trupult at loysa politiskt. Men tað skal til, tí um høvuðsvinnan ikki ber seg, gera hinar vinnurnar tað heldur ikki.
- Mín niðurstøða er, at vandi er á ferð, verða stovnarnir ikki røktir, og rentabiliteturin er so vánaligur. Tað skuldi borið til, men í longdini mugu nýggjar vinnur til, segði Bjarni Olsen.










