KÍ hevur avgreitt venjaraspurningin fyri næsta kappingarár, og tað verður verandi venjari, sum heldur fram.
Jóannes Jakobsen og KÍ, sum longu hava samstarvað í tvey kappingarár, eru komin ásamt um at halda fram í eitt ár aftur at.
? Vit hava viðgjørt venjaraspurningin seinastu vikurnar, og niðurstøðan er, at vit halda fram við samstarvinum við Jóannes Jakobsen næsta ár, sigur Árni Joensen, formaður í KÍ.
Úrslitið hjá KÍ var gott í 1996, men árið í ár hevur langt frá roynst líka væl, og tað er komið av nógvum ymiskum orsøkum, millum annað frágongd av spælarum.
? Eg eri glaður fyri álitið, sum spælarar og nevnd hava víst mær, og eg gleði meg til samstarvið komandi ár. Tá ætla vit at fáa eitt betri úrslit enn vit hava fingið í ár, sigur Jóannes Jakobsen.
Jóannes Jakobsen hevur drúgvar royndir sum spælari, og hevur spælt eina ørgrynnu av landsdystum fyri Føroyum. Hann var venjari í VB í tvey ár, í HB í tvey ár, áðrenn hann so í 1996 kom til Klaksvíkar.
Nú hevur hann verið í Klaksvík í tvey ár, og hóast tilboð hava verið frá øðrum feløgum, hevur hann gjørt sáttmála við KÍ, um at samstarvið heldur fram komandi ár eisini.
Jóannes hevur ikki spælt nógv í ár, men hann hevur verið við fleiri dysir, og so seint sum fyrradagin byrjaði hann sum aftast maður, tá KÍ spældi í Runavík. Hann spældi báðar Europa-Cup dystirnar fyri KÍ í ár.