Søgan um tenninar

Um ritgerða- og savningarkappingina 1997-98:

Fróðskaparsetrið hevur eftir uppskoti frá Føroya Tannlæknafelag skrivað út ritgerða- og savningarkapping undir heitinum »Tannasjúkur og tannarøkt«. Freistin at lata inn tilfar er sett til 1. august 1998. Gjøllari upplýsingar fáast á Fróðskaparsetrinum

Tannlæknin man ivaleyst vera tann persónur, ið hevur verið atvoldin til størst ræðslu og høvudbrýggj millum manna. Í dag kunnu vit sum heild siga, at hetta er broytt nógv til tað betra. Tannlæknarnir eru vorðnir fleiri, útbúgvingin munandi betri, og tøkniligu framstigini hava verið til stóran bata, fyrst av øllum fyri »sjúklingin«.

Tað eru ikki meira enn gott 50 ár síðan, skipað tannarøkt byrjaði av álvara í Føroyum. Áðrenn ta tíð máttu fólk hjálpa sær sum frægast, tá tannapínan herjaði. Men fyri o.u. 150 árum síðan, vita vit, var tannasjúkan »brendar tenn« mest sum ókend hjá okkum.

Í tøkum tíma

Tannasjúkur og tannarøkt er eitt lítið granskað øki í Føroyum. Hetta er tí eyðsýnt evni til eina ritgerða- og savningarkapping, har serligur dentur verður lagdur á at fáa lýst ein so stóran part av tannheilsusøgu okkara, sum gjørligt er.

Millum okkum eru fólk, sum hava upplivað tíðina tá fyrstu útbúnu tannlæknarnir komu til landið við eitt nú traðkiborimaskinu. Fyrstu virkandi tannlæknar í Føroyum liva enn, og bæði teir og fólk annars hava nógvar royndir og hendingar at minnast aftur á. Tað er kanska í tøkum tíma, at vit eru farin at hugsa um at fáa fest á blað »tannasøguna«.

Brot úr farnum tíðum

Í greinini »Tá tannlækni kom á Tvøroyri« (Diml. 31. mai 1997) skrivar Axel Mortensen m.a. um viðgerðina ímóti tannapínu. Hetta var síðst í 1920-num, tá bretin Arthur Brend arbeiddi sum tannlækni í Føroyum: »Borurin varð drivin við fótatraðki. El-ljósið kom á Tvøroyri 1928. Tannapínan var tá á døgum ein sonn plága, og ofta kom pínan um náttina. Einastu ráðini vóru at balla ullint plagg um kjálkan, men tað gjørdi ikki stóran mun altíð. So var at koyra vatt upp á ein svávulpinn og dyppa hann í akvavit og smyrja upp á tonnina. Teir gomlu søgdu ofta, at teir vóru byrjaðir at skráa fyri tannapínu og sluppu av við hana so hvørt sum teir hildu á at skráa, men seinasti útvegurin var at trekkja út.«

Og hann heldur fram: »Nógv varð tosað millum óvitar, áðrenn Kaaber kom suður, hvussu ræðuligt hetta var, at hann fór at bora, serliga í framtenninar, og tá hann fór at nervaviðgera tenn, tá nervin ikki var deyð, og ringdi seg upp eftir nálini, sum ein slanga.«


Nógvir møguleikar

Í sambandi við eina ritgerð ella annað innsavnað tilfar kundu brot sum hesi verið brúkt at arbeitt víðari við. Eitt, sum telur nógv í hesum sambandi er at fáa eldri fólk at greiða frá hendingum, sum tey minnast aftur á tá talan er um tannsjúkur og tannarøkt, og festa hetta á blað ella band. Eldri fólk, sum hava hug at vera við í kappingini, kunnu eisini sjálv royna seg við penninum ella bandupptakaranum. Eisini kundi verið hóskandi at tikið evnið upp í skúlunum, har t.d. ein heilur skúlaflokkur ella partur av honum stendur fyri ritgerðini ella tí innsavnaða tilfarinum. Møguleikarnir eru sum skilst nógvir.


Ritgerð ella savning

Ritgerðarkappingarnar hjá Fróðskaparsetrinum eru vanliga eisini savningarkappingar. Og soleiðis er eisini í hesum føri, nú talan er um at skriva ritgerð og/ella savna inn tilfar í sambandi við tannasøguna. At meta um innkomna tilfarið verður sett ein dómsenvnd, sum eisini tekur støðu til, hvussu virðislønirnar verða býttar.

Fróðskaparsetrið vil eftir førimuni leiðbeina teimum, ið kundu hugsað sær at verið við í kappingini. Áhugað kunnu venda sær til Setursskrivstovuna, Handan Á 5, 100 Tórshavn, tel. 15302.


130 handrit

Síðan Fróðskaparsetrið byrjaði at skriva út ritgerðarkappingar í 1970 hava verið 24 ymisk evni at kappast um. Fleiri enn 130 handrit/savningar eru komin inn, og samanlagt eru latnar uml. 100.000 krónur í virðislønum umframt aðrar heiðurslønir, eitt nú bøkur og tílíkt. Støddin á virðislønunum verður í mun til dygdina og mongdina av ritgerðum, ið verða latnar inn. Tað mesta, ið er latið fyri einstaka ritgerð er 6000 krónur.