tað eisini ein bót umframt klipp í koyrikortið. Løgreglan vitjaði eisini í skúlanum í Kvívík í gjár. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at tey vitjaðu í 1. flokki, har tey tosaðu við børnini [...] málið. Í Klaksvík var ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Tað fekk hann umframt bót eisini klipp í koyrikortið fyri. Løgreglan tók eisini ein persón í norðurøkinum, sum tosaði í fartelefon [...] at børnini vóru sera fitt og høvdu nógvar spurningar til løgreglufólkini. Tey vitjaðu eisini í 6. flokki í skúlanum, har løgreglan tosaði við børnini um, hvussu tú uppførir teg á internetinum.
Tað verður nummar tvey ímóti nummar trý í bólkinum, tá Føroyar og Sveis fríggjakvøldið í komandi viku bresta saman í U21 EM undankappingardysti á Stockhorn Arena í Thun. Og sammett við seinasta dystin hjá [...] hjá Føroyum, sum var á útivølli móti Frankaríki í novembur í fjør, hevur Ólavur Mikkelsen framt tríggjar broytingar í hópinum. Hesaferð hevur venjarin sent boð eftir Jósef Ólavsson Gleðisheygg og Aron [...] AIF (Svøriki) Aron Benjaminsen, Víkingur Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík Markus Isaksen, Skála Tá Føroyar og Sveis møttust á Tórsvølli í oktobur í fjør gjørdist úrslitið 3-1 til Sveis. Undan dystinum á Stockhorn
Vár Berghamar Jacobsen lesur fimtu bókina, sum kemur út síðst í mars. 13:30 Lesidreingir í Klaksvík – sofaprát Rani, Róar, Jónatan og Sámuel í 3. flokki á Skúlatrøð práta um yndisbøkur og lesing. 14:00 Søguløta [...] við honum. 14:30 Hoyr um Bókaklubban Í Bókaklubbanum fært tú bókina beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur? Møguleiki verður at skráseta seg sum lim í Bókaklubbanum á degnum [...] Hundamaður vitjar Heilsa upp á Hundamann og tak eina selfie saman við honum. 12:00 Hoyr um Bókaklubban Í Bókaklubbanum fært tú eina bók beint til dyrnar sjey ferðir um árið. Vilt tú verða limur? 12:15 Søguløta
Leynasandi. Í Kvívíkar kommunu vísa tey á eina søgn sum sigur, at upprunaliga var eingin sandur í Leynum. - Ein ódn – kyndilsmessuódnin í 1600-talinum - skal hava verið so ógvuslig, at alt landið stóð í einum [...] búgva í Leynum, og mong eiga summarhús í Leynum. - Seinastu árini er fólkatalið farið at veksa, serliga barnatalið. Einki løgið er í hesum, tí reinari friðsælu og vakrari náttúru finnur tú ikki í øllum [...] Men, tað er ikki bert í góðveðri, at føroyingar fara tuskandi til Leynar. - Sandurin er stórur, og tí er hetta eisini ein av bestu hvalvágum í Føroyum. Tá grind leggur beinini, er eisini nógv fólk at síggja
seg úr einari stevnuskrá í aðra, er eisini vorðið sum at skifta stúku, táið sveittin hevur verið í meira lagi tráur í eina tíð, og ambitiónir vaksa sum kunnugt út um stevnuskráir í hugsjónarleysum tíðum. [...] sammetast við hent- og møguleikarnar í okkara tíð, so ganga tað bert smá 20 ár frá royndini hjá Baden-Powell í Ermarsundi fram til stovnanina her í Havn, táið fyrsta skótafylki í Føroyum sá dagsins ljós. Sterk [...] táið vit síggja myndir av gomlum skótum í uniformi, ovarlagað við Havnará, ivast ein ikki í, at júst skótalívið hevur myndað teir í stóran mun. Skótin er altíð sannur í talu og atferð, hann er trúgvur, hjálpsamur
listanum hjá NSÍ. Hann var skaddur í knænum. Brandur hevur ikki vant í vikuni, og hann er heldur ikki á listanum í laksvík í dag. Sum tað skilst, so er tað ivasamt, nær hann verður førur fyri at venja aftur, og [...] Í dag er NSÍ í Klaksvík, har fyrsta bríksl verður nú klokkan 215. Eiler Rasmussen er dómari. Tá ið NSÍ fyri einari viku síðani vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, var Brandur H. Olsen ikki á listanum [...] hann verður á listanum, tá ið Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í morgin fer at úttaka landsliðið. Tað eru fýra dystir í bestu deildini í dag: KÍ – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00 EB/Sreymur - AB: Áki L
Í nátt var løgreglan tvær ferðir boðsend á eitt skeinkistað í Klaksvík, tí var í so ófriðarligt. Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at løgreglan fekk frið á aftur og loystu soleiðis trupulleikarnar [...] , men løgreglan arbeiðir við málinum, sigur vaktleiðarin. Men tað endaði í øllum góðum og spldi væl av. Klokkan hálvgum fimm í morgun var tað ein persónur, sum hevði drukkið ov nógv. Løgreglan fekk fatur [...] gini, og tí var hann tikin við á støðina, har hann slapp at sova rúsin av. Eftir at hava verið har í nakrar tímar varð hann leyslatin við eini skuldseting fyri brot á rættargangslógina.
landskappingini í talvi fyri feløg í øllum fimm deildum vóru í skúlanum á Giljanesi í dag. Tað bleiv ongantíð spennandi í toppdystinum millum Sandavág og Havnina í dag. Eitt stig var nóg mikið hjá vágamonnum [...] vann í harðari kapping við Tofta Talvfelag dystin um uppflyting í 1. deild. Vestmenningar flyta upp í 2. deild, og Suðuroyar Talvfelag vann 4. deild og flytur upp í 3. deild. Seinastu dystirnir í land [...] ógvuliga tepurt í kappingini um uppflyting í 1. deild. Tað reið um snarið út í fimta tíma, men endin var, at kollfirðingar knógvaðu toftamonnum, og fluttu upp í bestu deildina. Fyri seinasta umfar í dag stóð
á KÍF í høllini í Kollafirði. Í steðginum var støðan 21-14 til Kyndil. Hans Eli Sigurbjørnsson var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum var William Skovsager. Í Hoyvíkshøllini [...] Tað hevur greitt í longri tíð, at H71 er annað liðið, ið hevur vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í Burn mansdeildini. Nú er greitt, at Kyndil verður seinna liðið. Kyndil vann í dag stórsigur 40-28 [...] ar hjá H71. Við 11 málum var Nikolai Bliznov toppskjútti hjá Neistanum. Í KÍ-høllini vann VÍF stórsigur 39-24 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru vestmenningar frammanfyri við 10 málum, 22-12. Jónas Sólsker
uppvaksin í Klaksvík og er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda. Sunnudagin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun. Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu [...] tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll [...] Nimerialik vatnið í Grønlandi. Á morgunmøtinum kl. 11 fer Páll at hava eitt orð eftir breyðbrótingina, og á møtinum kl. 18 fer hann at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur