Tíðarteknini - Páll Poulsen í Betesda i annaðkvøld

Sunnudagin vitja Marjun og Páll Poulsen í Betesda, har Páll á møtinum kl. 18, fer at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur.

Páll Poulsen er uppvaksin í Klaksvík og er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda. Sunnudagin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun.

 

Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll saman við Marjun staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.

 

Á morgunmøtinum kl. 11 fer Páll at hava eitt orð eftir breyðbrótingina, og á møtinum kl. 18 fer hann at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur eisini.

 

Hjartaliga vælkomin