Tað hevur greitt í longri tíð, at H71 er annað liðið, ið hevur vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í Burn mansdeildini. Nú er greitt, at Kyndil verður seinna liðið.
Kyndil vann í dag stórsigur 40-28 á KÍF í høllini í Kollafirði. Í steðginum var støðan 21-14 til Kyndil.
Hans Eli Sigurbjørnsson var við sjey málum toppskjútti hjá KÍF. Toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum var William Skovsager.
Í Hoyvíkshøllini vann grundspælsvinnarin, H71 35-29 á Neistanum. Neistin var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var H71 bert á odda 13-12.
Helgi Poulsen og Helgi H. Hoydal vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá H71. Við 11 málum var Nikolai Bliznov toppskjútti hjá Neistanum.
Í KÍ-høllini vann VÍF stórsigur 39-24 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru vestmenningar frammanfyri við 10 málum, 22-12.
Jónas Sólsker var við átta málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Filip Jojic var stórskjútti hjá VÍF. Hann skoraði heilar 13 ferðir.
Seinast umfarið í grundspælinum verður leikt 27. og 29. mars. Tá eru dystirnir hesir: H71-Kyndil, Neistin-StÍF og VÍF-KÍF. Einasti spenningur er hvør fer við triðja plássinum. StÍF og VÍF hava bæði 20 stig hvør.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í Burn mansdeildini:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















