Í dag er NSÍ í Klaksvík, har fyrsta bríksl verður nú klokkan 215. Eiler Rasmussen er dómari.
Tá ið NSÍ fyri einari viku síðani vann 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi, var Brandur H. Olsen ikki á listanum hjá NSÍ. Hann var skaddur í knænum. Brandur hevur ikki vant í vikuni, og hann er heldur ikki á listanum í laksvík í dag. Sum tað skilst, so er tað ivasamt, nær hann verður førur fyri at venja aftur, og tí er tað lítið sannlíkt, at hann verður á listanum, tá ið Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í morgin fer at úttaka landsliðið.
Tað eru fýra dystir í bestu deildini í dag:
KÍ – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
EB/Sreymur - AB: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.00
B68 – Skála: Høgni Madsen kl. 17.15
HB – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 15.00












