...ella Rennikona 60 ár.....ella Frú Bragdið 60 ár. Fitt fólk fær fleirnevni. Jú, hetta unga lætta sprundið sneiðir nú um hendan hornasteinin, sjálvt um eingin rættiliga trýr uppá tað. Tí ung og sprelsk er hon enn. Neyvan hava vit onnur latið okkum í um morgnarnar, tá hevur Rennikonan á Instagram longu skjalfest sínar 10-15 kilometrar – minst.
Ann er kend úr ítróttarumhvørvinum í Havn. Fyrst sum rógvari hjá Havnar Róðrarfelag, har hon saman við góðum kvinnum gørdist føroyameistari við Gongurolvi. Hetta kveikti eitt vinarlag, sum enn í dag stendur sum kletturin, skjalfest í bindiklubbanum, sum skjótt hevur 40 ár á baki.
Róðrarvenjingin umfataði eisini nógva rennivenjing, sum við tíðini fylti alt meira og meira. Ann gjørdist av okkara heilt frægu rennarum, og skjótt endaði hon sum føroyameistari á maratonteininum. Síðani hevur hon tunnslitið asfaltið í heimsins stórbýum til alskyns maratonkappingar. Tað veri seg London, Berlin, Keypmannahavn, Istanbul, Athen o.s.fr.
Tað er tó líka nógv sum slóðara, at vit kenna Ann í rennihøpi. Fyrst tá hon menti kvinnuvenjingina í Bragdinum saman við Sunnivu Bjarnastein, og síðan við at seta vælumtóktu Kvinnurenningina á skinnarar. Fyrst saman við Bragdinum, og síðani er eisini samstarv komið í lag við blaðið Kvinnu. Eitt tiltak sum er blivið eitt av teimum heilt stóru afturvendandi tiltøkunum, har kvinnur frá nær og fjar seta stevnu í Havnar gøtum.
Í 2013 tók Ann við formanssessinum í Bragdinum. Har situr hon enn, nú á 13. ári. Við 300 limum er Bragdið eitt av stóru ítróttarfeløgunum í Føroyum við stórum uppgávum og tiltøkum, sum krevja nógv arbeiði av nógvum fólkum. Hennara leiðslustílur er sjálv at ganga á odda. Tá gerst nógv lættari at fáa okkum onnur við. Tað ger tað heldur ikki verri at Petur Martin, maður Ann, sjálvur er ein dyggur stuðul, tá tøk skulu takast.
Forkvinna okkara hevur stóran áhuga, hvussu gongst hvørjum einstøkum í felagnum. Hon fylgir væl við hjá kvinnum og monnum, børnum og vaknsum, skjótum og minni skjótum. Har verður eingin munur gjørdur.
Tjøldrini koma á Grækarismessu og ferðast til heitari lond, tá kuldin kemur. Ann kom eisini á Grækarismessu. Í Bragdinum fegnast vit um, at hon ikki rýmir til heitari lond, men er her um veturin og hugnar og fjálgar um okkum við ymiskum tiltøkum, so veturin verður lættari og hugaligari at koma ígjøgnum.
Vit øll í Bragdinum takka fyri felagsskapin og ynskja Ann hjartaliga tillukku við 60-ára degnum og mong spennandi ár afturat í renniskóm.











