Onkur hevur málað grafitti á skúlan

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um herverk í skúlanum við Løkin

Gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevur gjørt grafitti-herverk á skúlan við Løkin við at spoyta máling á skúlan uttan. Løgreglan veit enn ikki, hvør hevur fram herverkið, men frættir fegin frá fólki, sum kanska vita okkurt um málið.

Í Klaksvík var ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Tað fekk hann umframt bót eisini klipp í koyrikortið fyri.

Løgreglan tók eisini ein persón í norðurøkinum, sum tosaði í fartelefon, meðan hann koyrdi bil. Hjá honum verður tað eisini ein bót umframt klipp í koyrikortið.

Løgreglan vitjaði eisini í skúlanum í Kvívík í gjár. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at tey vitjaðu í 1. flokki, har tey tosaðu við børnini um ferðslu. Vaktleiðarin sigur,at børnini vóru sera fitt og høvdu nógvar spurningar til løgreglufólkini. Tey vitjaðu eisini í 6. flokki í skúlanum, har løgreglan tosaði við børnini um, hvussu tú uppførir teg á internetinum.