Ung í Føroyum Orð: Eydna Skaale 60 ungdómar, í aldrinum 13 til 18, vóru í vikuskiftinum savnað í Norðurlandahúsinum, har triðja listastevnan fyri ung varð hildin. Har arbeiða tey við 6 ymiskum listagreinum [...] Tey ungu hava eina ótrúliga stóra skapandi orku. Í hasum aldrinum verða tey ofta sett í bás, sum verandi ómøgulig og torfør at hava við at gera, men í veruleikanum tykist tað, sum um teimum bara tørvar [...] tey stóran týdning, tá tað kemur til listina her í landinum. Tey mugu takast í álvara, so tey fáa hug at mennast og halda fram. At stevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum, at tað er mentamálaráðharrin
fekk eisini tilboð um at koma í eitt heilt annað starv. Nakað sum hevði meira tilknýti til bíbliuskúlan, sum hann gingið í áðrenn maskinskúlan. Pól hugsaði seg væl um ? í fleiri mánaðir ? men so tók hann [...] meinigheitina. ? Tað er í grundini eingin rutina í arbeiðnum hjá mær. Ongin dagur er líka, og tað kann vera bæði spennandi og krevjandi. Tá ið tú hevur so nógv við fólk at gera, sum eg havi í mínum starvi, so [...] tað haldi eg, at vit duga í Føroyum. Hinvegin segði ein dani einaferð við meg, at hann skilti ikki, at mann nú skuldi blanda jólini og Jesus saman. Pól Johannessen er uppvaksin í Hvannasundi og har býr hann
fastari rentu er nýtt í Føroyum, so er hetta langt frá nýtt í londunum rundanum okkum. Hjá borgarunum í ríkisfelagnum Danmark verða 80% av sethúsalánunum rentaði við fastari rentu. Í Føroyum eru einstøk vinnulán [...] nógv at gjalda og haraftrat hava ein við viðbreknan tøkupening, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka. Teir í Føroya Banka leggja alstóran dent á, at hetta er ein trygg loysn fyri lántakararnar, men [...] hesum, sigur Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka. Nýggir lánstakarar fáa møguleikan at velja ímillum vanligu lánini við skiftandi rentu ella hendan nýggja møguleikan. Í tíggju ár kunnu kundarnir sostatt
Talið á børnum, sum nokta at fara í skúla, er vaksandi, ikki bara uttanlands, men eisini í Føroyum, skrivar Skúlablaðið. Á Sernámi hava tey tøl fyri tey, sum sambært kunngerð hava rætt til heimaundirvísing [...] ikki ganga í skúla. Hetta er tó bara ein partur, tí á Sernámi hava tey kunnleika til onnur, sum ikki eru skrásett í nakrari skipan. - Tað er ilt at geva eina neyva mynd av, hvussu nógv børn í skúlaaldri [...] siga, at í myrku tíðini síggja tær, at fleiri, sum hava ilt við at ganga í skúla, byrja at verða burtur. Tað eru eisini nøkur børn, sum ikki eru heima burturav; tað vil siga, at tey eru onkuntíð í skúla.
23 m/s, í hvirlunum upp í 27 til 32 m/s. Eitt skifti verður stormur í støðum, 25 til 28 m/s, í hvirlunum upp í ódn, umleið 35 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn. Út á náttina snarar hann í ein vestan [...] vindur ella skrið av suðri, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í storm, um 25 m/s, meðan hann út á dagin fer í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og stundum [...] vestan og makar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig. Í morgin Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10
- Vónandi verður tað soleiðis, at samkynd einaferð í tíðini eisini sleppa at giftast í kirkju í Føroyum. Tað helt Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið skifti orð um at loyva samkyndum [...] stigið at samkynd krevja at sleppa at giftast í kirkju. Og Bjørt Samuelsen duldi ikki fyri, at sjálv vónar hon, at kirkjan fer at víga samkynd einaferð í framtíðini. - Samtykir Løgtingið uppskotið um at [...] kemur kirkjan til ta niðurstøðu at samkynd skulu kunna vígast í kirkjuni, er tað sjálvandi eitt mál, Løgtingið eigur at stuðla kirkjuni í. Sjálv vísir Bjørt Samuelsen á, at tá ið kirkjan vígar eitt par
tí skulu vit fóta okkum millum aðrar tjóðir í altjóða samfelagnum, mugu vit í upplýsing og vitan vera eins dugnalig, ja kanska uppaftur dugnaligari ella í hvussu er serstakari, tí ilt er at kappast við [...] heild eru grundað á vitan og fakligan dugnaskap, sum byrjar í tí góða skúlanum. List, bókmentir, mál og mentan sum heild hava eisini sína byrjan í skúlanum og eru við til at geva borgarum landsins eina góða [...] a. Vit mugu ásanna, at skulu vit menna skúla, heilsuverk og samfelag eru neyðugt við gransking í Føroyum innan hesi øki. Ikki tað, at vit ikki kunnu brúka gransking hjá øðrum, men vit hava eisini tørv
hevur hann sitið í 12 ár. Tað er tað longsta, sum nakar hevur sitið. Poul Michelsen og M. A. Jacobsen hava eisini sitið í 12 ár sum borgarstjórar í Havn. Yvirlit yvir býráðsformenn í Tórshavn 1. Mads Andreas [...] Í gjár, nýggjársdag, kundi Heðin Mortensen áhtíðarhalda, at tíggju ár eru liðin, síðani hann tók við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Tað var eftir býráðsvalið í 2004, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi [...] býráðsvalinum í 2012 gekk enn betur hjá Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum, sum fekk sjey umboð vald, og hevði flokkurin nú einsamallur meirilutan í Tórshavnar býráð. Samstundis sum tað í gjár vóru 10
deildarstjóri í mentanardeildini í Mentamálaráðnum. Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, staðfestir, at tað er ikki hissini ábyrgd, vit føroyingar hava havt á herðum okkara í øldir sum einasta land í Evropa [...] Tað er bara í Føroyum, at gamli ringdasurin í Evropa er varðveittur. Og tað eru bara vit, ið hava ábyrgd av hesum upprunaliga mentanararvi, sum vit higartil hava varðveitt ígjøgnum øldir og sum nú er okkara [...] til ætt, vóru ryggurin í málinum, til Hammershaimb í 1840-árunum evnaði føroyska skriftmálið til og lat eftirtíðini, sum tók væl ímóti tí. Síðan tá hevur okkara móðurmál livað í talu og skrift, hóast føroysku
ríkur maður í dag, sigur Høgni Lützen, stjóri á p/f Valdemar Lützen. Hann hevur drúgvar royndir í stríðnum móti morsniglum og er ikki í iva, hvat týdninarmesta vápnið er. - Fá grannarnar við í stríðið. Tað [...] Legg ein børkateig í útjaðaran av havanum. Onnur ráð: - Gakk runt í havanum og leita eftir sniglum. Deil teir í tvey við einum spaka ella líknandi. - Heinta teir sniglarnar, tú finnur í eina spann. Hell [...] Morsnigilin varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1996. Snigilin verður 5 til 15 sentimetrar langur, og er skínandi og javnt morreyður, men kann verða ymiskur á liti, frá morreyðum til ljósagulum. Ungir morsniglar