Bjørt listarlig framtíð

? Um hetta er okkara komandi listarliga elita, so sær ógvuliga bjart út. Hetta heldur Rakel Helmsdal, annar av samskiparunum á listastevnuni fyri ung 2004. ? Men skulu tey ungu halda fram at mennast innan listina, er alneyðugt, at tey verða stuðlað nú, heldur hon

Ung í Føroyum
Orð: Eydna Skaale

60 ungdómar, í aldrinum 13 til 18, vóru í vikuskiftinum savnað í Norðurlandahúsinum, har triðja listastevnan fyri ung varð hildin. Har arbeiða tey við 6 ymiskum listagreinum í smáum verksmiðjum við 10 luttakarum. At hvørji verksmiðju er knýtt eitt yrkislistafólk, sum skal vegleiða og leggja lag á. ? Hetta er ikki ein listaskúli, men heldur eitt høvi at seta fokus á tey ungu, teirra áhuga og teirra list. Ein møguleiki hjá teimum at føra fram egin listarlig hugskot og at samstarva við onnur ung, sum hava sama áhuga, sigur Rakel Helmsdal.
Tey ungu skulu sjálv
Stórur dentur verður lagdur á, at tað eru tey ungu, ið seta dagsskránna. Intiativið og hugskotini skulu koma frá teimum sjálvum. Verkstaðsleiðarin skal so, við sínum royndum og vitan, geva teimum íblástur til at broyta hugskotini til ítøkiligar verkætlanir, sum so verða framførdar síðsta dagin á stevnuni. Og sambært Rakel Helmsdal er ikki trot á hugskotum:
? Tey ungu hava eina ótrúliga stóra skapandi orku. Í hasum aldrinum verða tey ofta sett í bás, sum verandi ómøgulig og torfør at hava við at gera, men í veruleikanum tykist tað, sum um teimum bara tørvar okkurt at nýta alla sína orku til. Tey mugu fáa spennandi avbjóðingar og møguleikar. Tað er sera týdningarmikið, at vit vísa teimum, at hóast tey ikki eru vaksin og roynd listafólk, so hava tey stóran týdning, tá tað kemur til listina her í landinum. Tey mugu takast í álvara, so tey fáa hug at mennast og halda fram.
At stevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum, at tað er mentamálaráðharrin, ið setir stevnuna og at tað eru yrkisfólk, sum arbeiða við teimum, ger, at stevnan fær ein høgan status. Tey ungu kenna seg tikin í álvara, og hetta veksur um ábyrgdarkensluna.
? Eg eri púra ovfarin av, hvussu nógv evnarík listafólk eru her. Og tey kýta seg veruliga, ynskja at gerast betur og tey hava eitt ómetaligt árræði. Tey mugu stuðlast og eggjast nú, so listin ikki dettur niðurfyri, men kann gerast ein náttúrligur partur av teirra framtíð, sigur Rakel Helmsdal.
Tørvurin sera stórur
At tørvurin á slíkum tiltøkum er alstórur sæst á øllum brøgdum. Til hesa listastevnuna fingu tey yvir 100 umsóknir, men pláss er bara fyri 60 luttakarum, so bíðilistin er langur. Tey, ið saman við umsóknini greiddu frá onkrum, sum tey ætlaðu at framføra fyrsta kvøldið av stevnuni, vórðu tikin framum. Luksus trupulleikin hjá fyrireikarunum var bert tann, at tað vóru fleiri enn 60, ið høvdu fyrireikað eina framsýning av onkrum slag. Hetta gjørdi tað sera ringt hjá teimum at velja og vraka luttakararnar til stevnuna. Men hóast nøkur sita eftir sum við sviðið soð, og ikki sluppu við, er tó ein fyrimunur við hesi skipan:
? Tað er heilt greitt, at støðið er hækkað síðan fyrstu stevnuna. Tey ungu vita nú, at tað er avmarkað pláss og torført at koma inn. Tí royna tey veruliga at gera sítt besta fyri at fáa júst teirra íkast til framførðsluna fyrsta kvøldið at ljóða so spennandi og gott sum gjørligt. Soleiðis vóna tey at betra um møguleikan at verða útvald. Hetta ger, at støðið í ár er heilt ótrúliga høgt. Men sum støðið hækkar, gerst tað eisini truplari hjá okkum at velja. Vit royndu at vera so rættvís sum gjørligt, men tað er torført, tá plássið er so avmarkað, sigur Rakel.
Luttakararnir eru úr øllum Føroyum, tó eru flestir úr Havnini. Hetta kemst av, at tey ungu í Havn hava bestu møguleikarnar at menna seg listarliga. Bæði kvøldskúlar, musikkskúlin og dramaverkstøð runt um í Havnini, eru við til at hækka støðið. Hetta eru fyrimunir, ið als ikki mugu takast fyri givið. Onkrar umsóknir vóru beinleiðis neyðarróp frá ungum bygdafólki, sum ikki hava nakað at fara til í heimbygdini, og sum veruliga sakna mennandi samveru við onnur ung.
Endamálið
? Okkara fyrsta og fremsta endamál er at geva teim ungu, skapandi kreftunum eitt forum, har tey kunnu møtast, mennast og hugna sær saman. Av tí, at tey eru so ung, eru tey eisini ógvuliga frítt hugsandi. Tey hava ikki fingið ein vanabundnan hugsunarhátt enn, og teirra nógvu øðrvísi hugskot skulu virðismetast og stimbrast. Vit vóna og vænta, at hetta tiltakið framhaldandi fer at hækka um listarliga støðið og ikki minst áhugan fyri listini, sigur Rakel Helmsdal.
Roynt verður at »fanga« møgulig komandi yrkislistafólk so tíðliga sum til ber, áðrenn tey veruliga leggja sær lívsætlaninar til rættis. Tá tey gerast eldri fara tey at hugsa meiri vanabundið, og velja ofta eina vanligari, praktiskari lívsleið. Tey gerast kanska bókhaldarar í staðin fyri rithøvundar.
Fyrireikararnir vænta heilt víst, at arbeiðið fer at síggjast aftur í framtíðini. Og teir vóna, at listastevnan kann vera steinurin, sum fær ringarnar at breiða seg. Bæði við at støðið alsamt fer at hækka, men eisini við at fleiri listarlig tilboð koma til tey ungu. Áhugin er jú ógvuliga stórur og ynskiligt kundi verið at fingið bøtt um karmarnar, sum listaáhugaði ungdómurin í dag arbeiðir innanfyri. Nógva staðni eru eingi tilboð til tey ungu yvirhøvur, og har tilboð eru, eru sum oftast bíðilistar. Hetta ger, at ung, evnarík listafólk ofta bara nðta listina til eitt frítíðarítriv, tá tíðin loyvir tí.
Rakel Helmsdal er tó bjartskygd:
? Um hesi ungu fólkini eru tey, ið fara at mynda listarligu framtíð Føroya, so sær tað ógvuliga ljóst út, sigur hon við einum smíli.