Føroyskur dansur í harðari kapping við tónleik og ítrótt

Skal ST lýsa føroyskan dans sum altjóða tjóðararv, ella hvussu varðveita vit føroyska dansin?

Tað er bara í Føroyum, at gamli ringdasurin í Evropa er varðveittur. Og tað eru bara vit, ið hava ábyrgd av hesum upprunaliga mentanararvi, sum vit higartil hava varðveitt ígjøgnum øldir og sum nú er okkara tjóðararvur

Men hvussu varðveita vit føroyska dansin?

Tað fara tey at kjakast um á Rás2 klokkan 16 í dag, mikudagin.

 

Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru tær tríggjar kvæðakempurnar, Eli Poulsen úr Sumba, feðgarnir Jóanes og Jónleif Johannessen úr Dali og Rasmus Joensen í Havn, umframt Martin Næs, deildarstjóri í mentanardeildini í Mentamálaráðnum.

 

Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, staðfestir, at tað er ikki hissini ábyrgd, vit føroyingar hava havt á herðum okkara í øldir sum einasta land í Evropa, her føroyski ringdansurin er varðveittur, langt eftir at evropearar góvust at sláa ring at dansa og kvøða afturvið.

Íslendingar eru við fullum rætti ernir av sínum skrivaðu søgum, tí tær hildu teirra móðurmáli í føstum skapi úr miðøld inn í nútíð og nógvir føroyingar hava vitað til fulnar, at føroyski dansurin og kvæðini hava havt sama leiklut, tá um føroyska málið ræður.
 
- Kvæðini á mannamunni, varðveitt frá ætt til ætt, vóru ryggurin í málinum, til Hammershaimb í 1840-árunum evnaði føroyska skriftmálið til og lat eftirtíðini, sum tók væl ímóti tí.
 
Síðan tá hevur okkara móðurmál livað í talu og skrift, hóast føroysku kvæðini og dansurin ikki longur eru sama fólkaogn sum áður.
 
- Neyvan hevur føroyski dansurin nakrantíð verið hvørsmans føri, men ivaleyst vóru tað fyrr fleiri føroyingar, sum dugdu hundraðtals ella túsundtals kvæðaørindi og fóru upp á gólv ella slóu ring inni sum úti.
 
- Hesi nógvu farnu árini hava dansifeløgini varðveitt dansin og kvæðini og røkt okkara tjóðararv av áhuga og eldhugað, og frá politiskari síðu hevur ikki verið so nógv stuðlað, sum nú ein serlig konta er sett á stovn undir mentamálum við eini hægri peningajáttan enn áður.
 
- Men føroyski danskurin er í harðari kapping frá tónleiki, ítrótti, ítrivum og áhugamálum, sum eru hægri í metum millum ung sum eldri og lættari at taka lut í.
  
 - Hvussu tryggja vit, at føroyskur ungdómur fær høvi til at venja seg í føroyskum dansi, at læra seg tættir, vísur og kvæði og á tann hátt fáa tokka til henda aldargamla tjóðararvin?
 
Ber til at fáa dansin og kvæðini til hvørsmans ogn og alsk aftur og kundu vit fingið dansin sum part av lærugreinini føroyskt í fólkaskúlanum?
 - Skuldi skúlin fingið álagt fast samstarv við dansifeløgini, sum fingu til uppgávu at stuðla og hjálpa til við frálæruni og kundi barnadansurin fingið størri peningajáttan frá býráðum og landi?
 -
Kundu landsstýri og løgting tilnevnt føroyska dansin og kvæðini sum tjóðararv og søkt UNESCO um at fingið hetta staðfest?
 
- Eiga vit ikki at viðurkenna, at ein kvæðakempa hevur lagt líka nógv lív og sál, tíð og kreftir, venjing og og innlæring og er fólkaogn, sum er líka nógv verd sum ein fíól-, cello-, valdhorn-, fagot-, ella klarinettleikari?
 
- Vit kunnu ”keypa”, innflyta og seta í starv allar tónleikarar í einum symfoniorkestri og musikkskúla. Men ein føroysk kvæðakempa er upprunalig, sjáldsom og tjóðarogn líka nógv sum eitt nú ein klaversnillingur, sigur Óli Breckmann.