Í gjár, nýggjársdag, kundi Heðin Mortensen áhtíðarhalda, at tíggju ár eru liðin, síðani hann tók við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Tað var eftir býráðsvalið í 2004, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skipaðu samgongu í Tórshavnar býráð. Javnaðarflokkuerin fekk tvey umboð vald á valinum, og Tjóðveldi fekk fýra. Men av tí at Heðin Mortensen fór upp í Javnaðarflokkin aftan á valið – eftir at hann varð koyrdur úr Sambandsflokkinum, høvdu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin meiriluta.
Tað var stríðið um júst borgarstjórasessins, sum gjørdi, at Heðin Mortensen varð ekskluderaður úr Sambandsflokkinum. Sambandsflokkurin hevði gjørt avtalu um, at Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum skuldi halda fram sum borgarstjóri.
Á býráðsvalinum í 2008 gekk sera væl hjá Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum, sum hann tá stillaði upp fyri á fyrsta sinni. Flokkurin fekk fimm fólk vald í býráðið og samgongan við Tjóðveldi helt fram.
Á býráðsvalinum í 2012 gekk enn betur hjá Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum, sum fekk sjey umboð vald, og hevði flokkurin nú einsamallur meirilutan í Tórshavnar býráð.
Samstundis sum tað í gjár vóru 10 ár síðani, at Heðin Mortensen tók við sum borgarstjóri, so vóru tað 42 ár síðani hann á fyrsta sinni fekk sæti í Tórshavnar býráð – tað var tann 1. januar í 1973.
Heðin Mortensen er tann 18. borgarstjórin í Havn síðani 1909, tá Tórshavnar kommuna varð skipað sum keypstaður við serligari lóg. Tað hetta skeiðið er av hevur hann sitið í 12 ár. Tað er tað longsta, sum nakar hevur sitið. Poul Michelsen og M. A. Jacobsen hava eisini sitið í 12 ár sum borgarstjórar í Havn.
Yvirlit yvir býráðsformenn í Tórshavn
1. Mads Andreas Winther 1909 - 1912
2. Søren E. Müller 1913 - 1920
3. Anton E. Degn 1921 - 1922
4. H.C.W. Tórgarð 1922 - 1924
5. Valdemar Lützen 1925 - 1928
6. Johannes O. Joensen 1929 - 1932
7. M. A. Jacobsen 1933 - 1944
8. J. P. Hendriksen 1944 - 1948 og 1952 - 1957
9. Kjartan Mohr 1949 - 1951 og 1971
10. Sigfried Skaale 1958 - 1967
11. Peter F. Christiansen 1968 - 1969
12. Hanus við Høgadalsá 1970
13. Petur Christiansen 1972 - 1980
14. Poul Michelsen 1981 - 1992
15. Lisbeth L. Petersen 1993 - 1996
16. Leivur Hansen 1997 - 2000
17. Jan Christiansen 2001 -2004
18. Heðin Mortensen 2005-
Søguligt baksýni:
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum.
Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess.
Hinar føroysku kommunurnar bygdu á kommunulógina frá 1872, ið ásetti, at allir stýrislimir skuldu veljast. Havnin vildi eisini eiga lut í hesi lóggávu. Eftir ár 1900 kom nýggj býráðslóg fyri Havnina.
Tilgongdin gjørdist drúgv, tí nú fingu eisini kvinnur og ognarleys atkvøðurætt.
Eftir at kvinnur í 1908 fingu kommunalan atkvøðurætt í danska ríkinum, varð nýggj lóg um Tórshavnar bý samtykt í ríkisdegnum at galda frá 1. januar 1909.
Fútin misti fasta kommunala sessin, og nú vórðu øll vald á fólkaræðisligan hátt.
Kvinnur og ognarleys fingu á fyrsta sinni rætt at velja og stilla upp til val í Havn. Hetta val varð hildið 27. november 1908. Samstundis fekk Havnin keypstaðarrættindi. Valda býráðsstýrið tók við 1. januar 1909.