Grannarnir mugu við í stríðið

Ert tú hin einasti í grannalagnum, sum stríðist móti morsniglunum, er stríð títt nærum nyttuleyst.

Hevði eg vitað, hvussu ein slapp av við morsniglarnar, var eg ein ríkur maður í dag, sigur Høgni Lützen, stjóri á p/f Valdemar Lützen.

 

Hann hevur drúgvar royndir í stríðnum móti morsniglum og er ikki í iva, hvat týdninarmesta vápnið er.

- Fá grannarnar við í stríðið. Tað er alneyðugt, um tað skal eydnast at halda talinum á morsniglum í grannalagnum niðri.

 

Høgni Lützen sigur, at tað nyttar lítið, um einans ein havaeigari ger eitt átak fyri at basa morsniglunum. Um ikki grannarnir eru við eisini,  er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn morsniglarnir aftur floyma inn í havan.

 

Les eisini Morsnigilin skal myrðast 

 

Annars er hann ivaleysur um, at gift er tað einasta, sum veruliga virkar.

- Ein sleppur neyvan nakrantíð heilt undan morsniglum í havanum, men giftin hjálpir nógv. Legg gift út, og lat so sniglarnar eta hana. So doyggja teir innan stutta tíð, uttan at tær tørvar gera stórvegis hóvasták burtur úr. At samla sniglar saman og so gera av  við tær, munar lítið í síðsta enda, sigur Høgni Lützen.

 

Ein kann antin nýta gift, ið inniheldur Ferramol. Tá snigilin etur Ferramol missir hann skjótt matarlystin og grevur so síðani niður í moldina og doyr. Ein sleppur sostatt frá, at ganga runt og heinta deyðar sniglar. Ein kann eisini nýta Nemaslug, ið er eitt slag av biologiskum eituri. Nemaslug inniheldur nakrar livandi parasittar, sum morsniglarnir doyggja av. Av tí at morsniglar eta aðrar deyðar morsniglar, breiða parasittarnir sg skjótt, og tá kunnu nógv morsniglar doyggja innan stutta tíð.

 

- Tað er tó týdningarmikið at tryggja sær, at giftin er roknað til morsniglar og ikki einans tekur vanligar sniglar.

 

Høgni Lützen sigur, at eftir at morsniglarnir eru tiknir, er tað eitt gott ráð at leggja børk í útjaðaran av havanum.

- Sniglum dámar einki hvassar kantar, so tað eru sera fáir sniglar, sum treingja ígjøgnum ein børkuteig. Á hendan hátt ber til at avmarka talið av sniglum, ið koma inn í havan. Men so er sjálvandi týdningarmikið, at sleppa av við teir, ið longu eru inni í havanum, sigur hann.

 

- Tað týdningarmesta er at tryggja sær, at giftið, ein keypir, eisini tekur morsniglar og ikki einans vanligar sniglar.

 

Ráðini frá Høgna:

-  Nýt gift.

Fá grannan við í stríðið.

Legg ein børkateig í útjaðaran av havanum.

 

Onnur ráð:

- Gakk runt í havanum og leita eftir sniglum. Deil teir í tvey við einum spaka ella líknandi.

Heinta teir sniglarnar, tú finnur í eina spann. Hell kókandi vatn omanyvir.

Hell salt omanyvir sniglarnar. Minst tó til, at salt er skaðiligt fyri vøkstur í urtagarðinum.

-Nýt fellu. Grava eina ísboks niður og fyll hana við agni. Øl og frukt virka væl sum agn. Minst til at tøma felluna regluliga og at drepa sniglarnar í felluni.

 

Morsnigilin varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1996. Snigilin verður 5 til 15 sentimetrar langur, og er skínandi og javnt morreyður, men kann verða ymiskur á liti, frá morreyðum til ljósagulum. Ungir morsniglar eru meiri gjøgnumskygdir á at líta. Morsnigilin stavar úr Spania, men hevur spjatt seg norður gjøgnum Evropa við fólki og matvørum. Morsnigilin er tvíkyndur og nørist skjótt, og kann gera stóran skaða á urtagarðar og eplaveltur.