sjónvarpsrøðini Kniven For Struben, sum rásin TV3 sendir kl. 19.00. Bo Bech hevur vitjað ymisk matstøð í Danmark, og har hevur hann roynt at venda skeivari gongd, betra um matskránna og tænastuna, og annars [...] veg á heysin, tá ið Bo Bech hevur lagt uppí. Rio Bravo í Havn var í nógv ár kend fyri góðan mat, men matarskráin er ikki stórvegis broytt øll hesi árini, og matstovan hevur ikki megnað at broytt og ment
bretska blaðnum er eingin ivi um, at russiska ákæruvaldið hevur serligan áhuga í ríkmanninum Boris Berezovsky, sum býr í London. Berezovsky hevur fleiri ferðir funnist at russiska forsetanum, Vladimir Putin [...] sleppa at senda sínar menn til London at gera kanningar í málinum. Sambært bretska blaðnum The Times hevur hann boðað Scotland Yard frá, at russar vilja fegnir sleppa at avhoyra nakrar útlagnar russar, sum [...] borgarar, sum búgva uttanlands, ið myrdu Litvinenko, sigur Yuri Chaika við blaðið. Russiska ákæruvaldið hevur ein lista við nøvnunum á umleið hundrað russum, sum búgva í Bretlandi, og fleiri teirra hava longu
hetta hevur haft við sær at tenninar eru í sera vánaligum standi. Fyrstu ferð hann gramdi seg um tannapínu varð tonnin trekt. Mohammed sleppur ikki at senda ella fáa brøv frá familjuni og hevur tí ikki [...] koyrdur í Guantánamo-fangaleguna. Mohammed er píndur og illa viðfarin á Guantanámo. Millum annað hevur hann verið noyddur til at pissa á seg sjálvan, verið analt penetreraður, hongdur upp eftir øklunum [...] ikki haft sambandi við familjuna síðani hann kom á fangaleguna. Hann er sera tunglyntur og hevur fleiri ferðir roynt at gjørt av. Amnesty óttast, at hetta fer at eydnast honum áðrenn hann fær eitt rættvíst
konsentratiónsevnini, minnið og fær hana at virka fjara og líkasæla. Hendingin hevur sett síni spor á Annie, men tað hevur sanniliga eisini verið hart fyri forholdið millum tey trý vaksnu í familjuni, Allan [...] ? og eitt annað aftaná. Tað siga tey bæði Allan Samuelsen og Annie Joensen. Hóast vanlukkan ikki hevur givið Annie kroppsligan skaða, má hon enn dragast við órógvaða hypofysu, ið ávirkar stórar partar [...] Landssjukrahúsið. Har lá hon í einar 14 dagar, áðrenn hon slapp heim. Men lívið eftir vanlukkuna hevur ikki verið lætt, og tað gekk hálvt ár, áðrenn hon megnaði at fara til arbeiðis aftur. Nú eru tvey
konsernini. Tí hóast Dimmalætting sum konsern hevur havt hampuliga góð úrslit. Og hóast fyritøkan við eini eginogn á nærum 30 mió kr. er væl konsoliderað, so hevur talan á ongan hátt verið um nakað gullnám [...] sum dótturfeløg og atknýtt feløg góvu, eins og kapitalavkastið ikki var heilt einki. Serstakliga hevur ognarparturin í Prentmiðstøðini givið eitt gott ískoyti, umframt at talan helst er um eina heilt munandi [...] saman við Hestprent. Samanlagt góvu hesar sølur ein roknskaparligan vinning, sum eftir øllum at døma hevur ligið um tær 11 mió kr.
skeiðinum undir einum, so er einki at ivast í, at Útvarpið hevur havt sera stóran týdning fyri Føroya fólk og fyri føroyska samfelagið. Stovnurin hevur verið við til at ment málið, at økja um upplýsingarstøðið [...] Hesi fimti árini er Útvarpið ella Kringvarp Føroya, sum stovnurin nú eitur, nógv mentur. Stovnurin hevur ment seg frá at vera ein pinkalítil útvarpsstøð til ein stóran nútímans public service stovn við eini [...] tann mest týðandi og sterkasti mentanarstovnur í landinum, ein stovnur, sum øll eru góð við og sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri tíðindaflutningin og demokratiska orðaskiftið í Føroyum. Vit fegnast
Johannes hevur verið pensionistur, síðan hann var 67 ára gamal. Fyri at halda seg sjálvan í gongd bakar hann síni egnu breyð, umframt at hann eisini ger knettir og rippar húkar. Hann hevur verið virkin [...] 2007, fyllir Jóhannes Tauser í Helsingør 105 ár. Johannes, ið er elsti føroyingur, er eiðismaður sum hevur búð í Helsingør síðan 1959. Umframt at Jóhannes Tauser er elsti føroyingur, er hann eisini elsta føroyska [...] smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips. Hann hevur verið giftur tvær ferðir, og báðar konurnar eru deyðar. Fyrru ferð við Alexandru, sum var ættað av
at spæla ólavsøkudyst, so skulu áskoðararnir ikki snýtast fyri ein góðan dyst ólavsøkuaftan, og tí hevur felagið heitt á Skála og KÍ um at koma til Havnar at spæla, og tað hava bæði feløgini játtað. At valið [...] Hann sigur, at hesi bæði feløg hava eitt sermerkt ár júst í ár. KÍ fyllir 100 ár, og harafturat hevur tað verið siðvenja at sæð klaksvíkingar í Gundadali á ólavsøku, har teir hava dystast við HB. Í ár [...] var tað náttúrligt hjá B36, at KÍ skuldi verða annað liðið í dystinum ólavsøkuaftan. Skála hinvegin hevur ikki verið at sæð í Gundadali á ólavsøku áður, men nú teir eru við í oddastríðnum í 1. deild, eru
góður stuðul. Talvurnar í árbókini hevur Hagstova Føroya skipað fyri. Føroya Skúlabókagrunnur stendur fyri útgávuni. Ingi Joensen hevur gjørt permumyndina. Hestprent hevur umbrotið og prentað. Árbók fyri [...] Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya givið út Árbók fyri Føroyar 2004, sum bók við fløgu. Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti
lønandi, at tað eisini verður bygt út, tá má sigast, at Atlantsmótið hevur fingið ta tyngd og tann týdning, sum londini og oljuvinnan hevur havt ynski um. At fleiri øki á Atlantsmótinum eru og verða boðin [...] Oljupallurin er settur saman á skipasmiðjuni í Wallsend í Bretlandi. Tað er fyritøkan, AMEC, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Tað var serútgjørdi kranabáturin Saipem 7000, sum flutti tunga pallin á e [...] verður av álvara tosað um at byggja út við enn einum oljupalli og møguliga tveimum. Altjóða oljuvinnan hevur stórar vónir til Clairfeltið, sum loksins fer undir framleiðslu. Framleiðslan fer at fáa stóran týdning