Nyrup í samráð um undirgrund

Nyrup skal svara spurningum í politisku og búskaparligu nevndini um føroysku undirgrundina og lata øll skjøl um hetta mál

Samtíðis sum løgmaður hevur heitt á danska forsætisráðharran um at hjálpa føroyingum at fáa loyst marknatrætuna við bretar - hevur politiska og búskaparliga nevndin í fólkatinginum sett Nyrup Rasmussen stevnu í samráði. Og evnið er føroyska undirgrundin. Limirnir í nevndini vilja síggja øll skjøl, sum hava havt samband við yvirtøku av undirgrund og undirgrundarmálið annars. Eisini skal forsætisráðharrin svara spurningum, sum snúgva seg um, hvat hendi bæði áðrenn og aftaná, at avtalan um undirgrundina varð samtykt. Sambart Degi og Viku fríggjakvøldið verður eisini spurningurin um rættin hjá føroyingum til eitt yvirskot frá oljuni tikin upp í samráðinum. Spurt fer at verða, hvørji løggildug krøv føroyingar hava til eitt møguligt yvirkot frá oljuni.

Sjónvarp Føroya, sum gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa alment innlit í skjøl frá bankamálinum, hevur eisini roynt at fáa innlit í skjøl um undirgrundina. Men her vísir tað seg, at nærum øll skjøl eru stemplað loynilig. Løgmaður bað herfyri Nyrup um at greiða frá øllum undirgrundarspurningum. Svarið varð, at her var einki at fara eftir. Tí eru fólkatingslimir ikki samdir í.