Í morgun, hósdagin 9. juni, verður fundur millum Jenis av Rana, landsstýrismann, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra Danmarkar.
Tað hevur verið ein tungur burður at avgreiða málið um at loyva Danmark og Nato at seta upp ein loftverjuradara á Sornfelli.
Tað var eitt hart stríðsmál síðst í fimmtiárunum, tá avgerð varð tikin um at seta upp fyrra radaran upp í Føroyum. Hesaferð hevur móstøðan ikki verið eins hørð – og av øðrvísi slag. Tað er helst eingin flokkur, sum er ímóti, at Nato hevur radara í Føroyum, men tað er mátan, sum avgerðin er tikin uppá, sum stór ósemja er um. Og um hvør skal røkja uppgávuna í Føroyum.
Men samgongan stendur saman um, at landsstýrismaðurin skal gera eina semju, hvørs innihald vit ikki kenna enn og heldur ikki vita, um vit fara at fáa at kenna.
Andstøðan vildi hava, at Løgtingið slapp at taka avgerðina, men soleiðis bleiv tað so ikki.
Fjølmiðlarnir eru bodnir við til sjálva undirskrivingina, sum verður beint eftir stuttan fund millum teir báðar ráðharrarnar klokkan 10.
##med2##
##med3##