Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan Nations League landsdystinum móti Turkalandi í Istanbul í annaðkvøld. Tað bleiv eitt sindur hendingarík.
Håkan Ericson, landsliðsvenjari, og Hallur Hansson, liðskipari á landsliðnum, skuldu møta á tíðindafundinum klokkan 15.30 føroyska tíð, men teir komu ikki fram fyrr enn eitt korter seinni. Orsøkin var nógvi trafikkurin í Istanbul.
Eftir tveir spurningar frá turkisku fjølmiðlunum, sum báðir snúðu seg um Turkaland, var farið at venja á Başakşehir Fatih Terim leikvøllinum, sum tekur 17 túsund áskoðarar. Venjingin var bara nakar fáar minuttir gomul, tá Meinhard E. Olsen fór at bløða. Sum skilst, so fekk hann eina gaggu í andlitið.
Hann fekk bind um høvdið og vandi ikki við restina av venjingini, sum fjølmiðlarnir sloppu at eygleiða. Heini Vatnsdal vandi ikki við. Føroyska liðið hevur fyrireikað seg til hitan, sum tó ikki væntast at verða ovurhondsnógvur í morgin. Dysturin byrjar ikki fyrr enn klokkan 21.45 lokala tíð.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá Nations League landsdystinum millum Turkaland og Føroyar, sum byrjar klokkan 19.45 lokala tíð. Byrjað verður at senda klokkan 19.











