Rasmus Seebach framførdi fyrstu ferð í Føroyum í 2010, tá somu fyriskiparar, sum eru handan Tórsfest, fingu hann til Føroya í náttklubbin Rex. Ongantíð áður hevur bíðirøðin í Rex verið so long sum júst tá, og vórðu atgongumerkini rivin vekk upp á fimm minuttir.
Nú hava teir aftur fingið hann til Føroya og hesaferð til Tórsfest.
Sangarin, sangskrivarin og produsarin Rasmus Seebach er ein av størstu stjørnunum í Danmark og hevur við sínum seks plátum uppbygt sær ein stóran fjepparaskara. Síðan 2009, tá hann gav út fyrsta lag sítt, ‘Engel’, hevur Rasmus Seebach vunnið fleiri virðislønir, og hava sangir hansara óteljandi ferðir verið ovast á hittlistunum í Danmark.
##med2##
Mest kendur er hann fyri sínar serligu live framførslur, har hann leggur nógv fyri at hava eitt gott samband við áskoðarafjøldina. Vanligt er eisini, at áskoðarafjøldin kennir sangir hansara, og kunnu vit nevna løg sum ‘Olivia’, ‘Lidt i fem’, ‘Natteravn’, ‘I mine øjne’ og ikki minst ‘Øde Ø’, ið øll hava verið risastór hitt og væntandi fara at runga í Havnar gøtum 26. juli 2024, tá rimmar konsertdagurin verður á skrá.












