Oddsini hjá B36 og KÍ eru næstan jøvn hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum B36 og KÍ

Tað stendur munandi meira upp á spæl hjá B36 enn hjá KÍ, tá liðini hittast á ovara vølli í Gundadali í morgin klokkan 15. KÍ hevur verið staðfestur FM-vinnari í fleiri vikur nú, og hava klaksvíkingar ein sera týðandi dyst móti Olimpic Ljubjana á Tórsvølli komandi hósdag klokkan 17.45. B36 hinvegin hevur nógv at spæla fyri, fyri at kunna tryggja sær eitt pláss millum trý tey ovastu liðini í deildini, so liðið aftur sleppur at royna seg í Europa Conference League undankappingini komandi summar.

 

13 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum B36 og KÍ. Oddsini eru næstan jøvn. Tó hella veddingarfyritøkurnar eitt pinkalítið sindur til ein sigur til B36. Helst er tað útmeldingin um, at KÍ fer at spara nakrar lyklaleikarar til dystin á Tórsvølli sum gera, at KÍ ikki hevur favorittleiklutin hesaferð. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til B36 eru 2,27.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 2,72.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,46.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##