vant sangin "Faðir vit takka tær" á føroyskum. Hetta komu tey væl frá. Fyri tey sum hava áhuga í kórsangi, var hetta ein stór uppliving. Sangurin minnir um tað, vit kenna frá sjónvarpssendingunum v. Bill [...] Føroyum. Hjá fleiri teirra var hetta fyrstu ferð, tey vóru í Evropa. Vit halda, at tað skal nógv til fyri at "imponera" amerikanarar, sum búgva í einum stórum landi, har alt er so stórsligið, men fyri tey [...] kórluttakarunum er Gudny Munro, f. Gunnarsson, úr Havn. Hon hevur búð í USA, saman við manninum, John Munro, síðan 1981. Tey hittust fyrstu ferð í Hetlandi fyri 30 árum síðan. John er ættaður úr Edenburgh
og sostatt skuldu 12 tingmenn atkvøða fyri uppskotinum um hesa fólkaatkvøðu. Hetta hendi, men hvørjir vóru teir, sum løgdu spurningin um hetta mál fyri veljararnar at avgera? Teir vóru fyri tað fyrsta [...] mana niður í jørðina øll føroysk ynski um sjálvstýri. Fólkaatkvøðan skuldi tí bert vera um hvørt føroyingar vildu vera saman við Danmark ella ikki. Hetta eydnaðist honum at fáa Sambandsflokkin og Javna [...] Føroyar og Danmark vóru meira torgreidd enn at tað bar til at tosa um loysing og samband. Hann hevði sett seg inn í søgu okkara og visti meir enn flestir føroyingar um hesi viðurskifti. Vit mugu viðganga,
veit ikki, um tað verður hann ella onkur annar, sum fer at spæla í tí plássinum mikukvøldið, men sjálvandi harmist eg um, at tað ikki er møguleiki hjá mær at vera við í hálvfinaluni, og so er spurningurin [...] Ási Dam, sum er leigaður úr HB og til 07 Vestur. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Eftir steðgin var AB í nógv betri útgávu enn í fyrra hálvleiki, og tá eydnaðist tað at minka um munin. Málskjútti [...] Gundadal at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Dánial Pauli Lervig og Magnus Holm Jacobsen vóru ikki á listanum, og tað var ikki fyrr enn í 90. minutti, at Uros Stojanov varð skiftur inn
Føroyum og Grønlandi? Jú, hetta hevur givið og gevur Danmark eina ørgrynnu av fyrimunum: Inntøkum. Sparingum. Samstarvsavtalum. Handilssambondum. Vinnumøguleikum. Og valdsstøðum í heiminum [...] størsta virðið Samanumtikið: Tað er onki løgið, at Danmark røkir síni áhugamál sum hjálandaveldi. Tað hava so mong onnur gjørt undan teimum. Tað løgna er bara, at vit balla hetta inn í “ríkisfelagsskap”. Og [...] taka fram nøkur fá dømi um fyrimunirnar hjá Danmark – bara í nýggjari tíð. Hernaðarmálið og NATO Danmark legði NATO-støð í Føroyum fyrst í seksti-árunum. Í dag vita vit, at hetta varð gjørt við eini un
tíðliga mikumorgunin. Ein persónur er deyður. – Hitin umborð á skipinum er fallin munandi, og eldurin og roykurin eru minkandi. – Farmaskipið er stabilt í løtuni. Skipið er eisini heilt undir vatnskorpuni [...] verður veldst um veðrið og roykin, men tað verður helst um vikuskiftið. Shippingvirkið K Line, sum rekur farmaskipið, hevur boðað frá, at tað vóru 3783 bilar umborð á skipinum – nógv meira enn áður mett, [...] at tað var vandi fyri, at Vadehavet fór at verða ávirkað, um tað ikki skjótt eydnaðist at sløkkja eldin. – Vandin fyri eini náttúruvanlukku er altíð til staðar, segði Edwin Granneman, talsmaður fyri sjóverjuna
gott og væl 900 metrum. Tað er meiri enn so komið fyri áður, at manningar, sum undan Ólavsøku hava vunnið allar róðrarnar, í síðsta róðrinum eru snýttar. Síðsta dømið um hetta var fyri tveimum árum síðani [...] ferð í ár. Um teir vinna á Strondum komandi leygardag og á Havnarvág ólavsøkuaftan, so leggjast hesar manningarnar aftrat teimum, sum hava megnað at vinna FM uttan at missa stig. Tað er meiri enn so komið [...] Fuglafirði var kappingin um næstfremsta plássið stór, og tá var Lómur bara eitt vet undan Smyrli úr Vági. Í Miðvági var eingin kapping um næstfremsta plássið, tí Lómur var meiri enn eina bátslongd ella trý
bíbliusøgur, og tað í sjálvum sær er jú eitt ógvuliga vítt begreb. Og tá evnið er somikið rúmligt, so er vandin eisini, at framførslurnar skulu fevna um ov nógv. Serliga var hetta hjá Ljósinum, sum hevði eina [...] krossfestingin. Her sóust tríggir fimleikarar á hvør sínum krossi. Um teir við vilja høvdu latið vera við at raka sær, ella um hetta bara er teirra dagliga ímynd, skal vera ósagt, men tað hóskaði væl til myndina [...] taka samanum eitt somikið stórt tiltak, sum Fimleikafagnaðurin er, men tað skal eingin ivi valda um, at hetta er nakað av tí flottasta, sum føroyskur fimleikur hevur at bjóða. Og fyri tað eisini nakað av
í ár er einki undantak í so máta. Í landskappingini hava teir ligið á odda alt kappingarárið, og einasta veruliga hóttan er komin frá Mjølni, sum hevur roynt at fylgt við fuglfirðingum. ÍF er enn á odda [...] vunnið næstan allar dystirnar, og møguliga hildu vit, at hetta bara fór at ganga. Hetta kemur tó bert at ávirka rætta vegin í steypafinaluni, tí hetta hevur givið okkum eitt ordiligt spark í reyvina. Jan Áki [...] odda, men munurin niður til Mjølnir er bara eitt stig, so meistaraheitið verður helst avgjørt í síðsta innanhýsis dystinum ímillum hesi bæði feløgini. Í steypakappingini hevur eisini gingið eftir ætlan.
útivølli. Men støðan er framvegis 2-0 til KÍ. 71) 2-0 GULT KORT. Ísak Simonsen sær gult fyri at pjaka sær í sambandi við fríspark. 67) 2-0 Tað er synd at siga, at Kristian Joensen í KÍ málinum er ovbyrjaður. Higartil [...] sær gult fyri fríspark. 64) 2-0 Birkirkara roynir at spenna álopsbogan, men talan er um øgiliga mótbrekku, tí KÍ er framúr væl skipað í verjuni, og møguleikin fyri skjótum KÍ mótálopum lúrir støðugt. [...] stórar trupulleikar, tá ið teir royna at sparka burtur ímóti lotinum, sum er frískari, enn tað var í fyrra hálvleiki. Nú regnar, og tað er neyvan til fyrimunar fyri gestirnar sunnan úr Miðalhavinum. 52) 1-0
Hann er altíð sinniligur, og hann er altíð í javnvág. Tað er Páll A. Klettskarð, metmannin í málum hjá KÍ, sum tað snýr seg um. Í kvøld var hann eftir dystarlok fegin, tá ið hann hitti Trónd Arge á FM1 [...] at tað er upplagt, at toppskjúttin í landskappingini verður boðsendur. Hvat sigur tú til tað? -Eg royni at savna meg um tað, sum eg fái gjørt nógv við, og tað er at stríðast fyri KÍ, og í løtuni er tað hugaligt [...] væl. Um landsliðsvenjarin ætlar at geva mær boð, so fari eg sjálvandi at vera við til at umboða Føroyar, sigur Páll A. Klettskarð. Og um eina viku verður HB gestur í Klaksvík? -Ímóti HB er talan um klassikara