Eitt stórt farmaskip, sum eldur er í, kann eftir øllum at døma verða bjargað um vikuskiftið.
Tað sigur Rijkswaterstaat – deildin hjá hollendsku stjórnini fyri vatntrupulleikar.
Framaskipið var á veg úr Týsklandi til Egyptalands, tá eldur kom í tað tíðliga mikumorgunin.
Ein persónur er deyður.
– Hitin umborð á skipinum er fallin munandi, og eldurin og roykurin eru minkandi.
– Farmaskipið er stabilt í løtuni. Skipið er eisini heilt undir vatnskorpuni og hevur ikki fingið slagsíðu, upplýsir Rijkswaterstaat.
Sambært deildini eru tey farin undir fyrireikingarnar at bjarga farmaskipinum í einum øki longri eysturi, eftir at bjargingarfólk megnaðu at koma umborð á skipið og seta fast í ein sleipibát.
Tað fer helst at taka einar 12 tímar at bjarga skipinum, »Fremantle Highway«, og hála tað til eitt fyribils akkerspláss norðan fyri Schiermonnikoog oynna.
Nær tað verður veldst um veðrið og roykin, men tað verður helst um vikuskiftið.
Shippingvirkið K Line, sum rekur farmaskipið, hevur boðað frá, at tað vóru 3783 bilar umborð á skipinum – nógv meira enn áður mett, umleið 3.000.
Í øllum førum er talan um »spildurnýggjar« bilar, teirra millum 498 »elbilaeindir«. Tað hevur felagið upplýst fyri AFP.
Hildið verður, at eldurin stavar frá einum elbili.
Fríggjamorgunin ljóðaði, at tað var vandi fyri, at Vadehavet fór at verða ávirkað, um tað ikki skjótt eydnaðist at sløkkja eldin.
– Vandin fyri eini náttúruvanlukku er altíð til staðar, segði Edwin Granneman, talsmaður fyri sjóverjuna, við hollendsku útvarpsstøðina BNR.
Vadehavet røkkur úr Hollandi, til Týsklands og Danmark.
Tað er partur av heimarvalistanum hjá Unesco og hevur lívfrøðiligt margfeldi við yvir 10.000 plantu- og djórasløgum.
Tað er millum annað vandin fyri, at skipið koppar ella søkkur, sum hevur skapt ótta fyri náttúrudálking, upplýsti sjóverjan.
/ritzau/AFP