Tað var ein stór uppliving fyri amerikansku kórsangararnar í Calvary Choir at vitja í Føroyum. Hjá fleiri teirra var hetta fyrstu ferð, tey vóru í Evropa. Vit halda, at tað skal nógv til fyri at "imponera" amerikanarar, sum búgva í einum stórum landi, har alt er so stórsligið, men fyri tey var tað nakað heilt serligt at koma til Føroyar. Tað at tey øll búðu hjá føroyskum familjum, gjørdi at tey fingu betur innlit í, hvussu vit liva, samstundis sum tey komu at kenna fleiri familjur í Føroyum.
Ein av kórluttakarunum er Gudny Munro, f. Gunnarsson, úr Havn. Hon hevur búð í USA, saman við manninum, John Munro, síðan 1981. Tey hittust fyrstu ferð í Hetlandi fyri 30 árum síðan. John er ættaður úr Edenburgh í Skotlandi og er pastorur í Carvari Church í Kalamazoo, Michigan í USA. Kalamazoo er ein býur við 70.000 íbúgvum í ein landsynning í statinum Michigan, góðar 100 km eystan fyri Chicago. Fleiri smærri býir liggja rundan um Kalamazoo, so fólkatalið í økinum er oman fyri 300.000. Tað hevur eisini ein ávísan týdning fyri Gudny, at hennara kórfelagar nú kenna landi og fólkið, sum hon kemur frá.
Undir fyrireikingunum til Føroyatúrin høvdu tey vant sangin "Faðir vit takka tær" á føroyskum. Hetta komu tey væl frá. Fyri tey sum hava áhuga í kórsangi, var hetta ein stór uppliving. Sangurin minnir um tað, vit kenna frá sjónvarpssendingunum v. Bill & Cloriu Gaither. Umframt kórsangarar vóru eisini klaver-, cello- og trompetspælarar.
Tey sungu í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn. Nógv fólk møttu til hesar sangfundir, har John Munro pastorur hevði ein evangeliskan boðskap til áhoyrararnar.
At koma úr Michigan til Føroyar við einum stórum kóri er eitt stórt tak, men alt eydnaðist sera væl. Kórið fór avstað aftur í gjár við Atlantsflog til Aberdeen. Tey verða í Skotlandi og Onglandi hesa vikuna. Tey skulu syngja í Durham í Onglandi og komandi vikuskifti í Fraserburgh og Aberdeen í Skotlandi. Tey fara heim aftur til USA komandi mánadag. Inga Simonsen í Havn samskipaði ferðina í Føroyum.











