Hann er altíð sinniligur, og hann er altíð í javnvág. Tað er Páll A. Klettskarð, metmannin í málum hjá KÍ, sum tað snýr seg um. Í kvøld var hann eftir dystarlok fegin, tá ið hann hitti Trónd Arge á FM1.
-At spæla ein sovornan dyst og vinna tepran sigur kennist vera hugaligt, tí víkingarnir pressaðu okkum, og síðstu løtuna vóru vit nógv í verjustøðu.Tað var neyðugt við nógvum arbeiði og køldum høvdi fyri at halda tørn, og tað eydnaðist, staðfestir Páll A. Klettskarð.
Hann hevur í átta teimum fyrstu umførunum skorað níggju mál, og hann er ovast á máltindinum. Sambært faroesoccer.com hevur hann í 285 landskappingardystum skorað 157 mál.
13 ferðir hevur Páll A. Klettskarð umboðað Føroyar á A-landsliðnum. Síðsti landsdysturin var fyri meiri enn fimm árum síðani. 25. mars 2017 endaði HM undankappingardystur millum Andorra og Føroyar málleysur. Tá var Páll á vøllinum alla tíðina, og síðani hevur hann ikki verið á landsliðnum.
Nú úttøkan til Nations League dystirnar í juni nærkast, verður tað nevnt, at tað er upplagt, at toppskjúttin í landskappingini verður boðsendur.
Hvat sigur tú til tað?
-Eg royni at savna meg um tað, sum eg fái gjørt nógv við, og tað er at stríðast fyri KÍ, og í løtuni er tað hugaligt, nú tað gongur so væl. Um landsliðsvenjarin ætlar at geva mær boð, so fari eg sjálvandi at vera við til at umboða Føroyar, sigur Páll A. Klettskarð.
Og um eina viku verður HB gestur í Klaksvík?
-Ímóti HB er talan um klassikara. HB ætlar sær at taks seg nærri okkum, og eg rokni við, at talan verður um dyst av tí slagnum, sum vit spældu ímóti Víkingi í kvøld, sigur Páll A. Klettskarð.











