Blokkurin hevur stóran týdning

Hetta sigur Jan Áki H. Olsen hjá ÍF, sum væntar ein harðan og spennandi dyst ímóti Mjølni. Hann sigur eisini, at fuglfirðingar mugu royna at leggja stórt trýst á við servunum

FLOGBÓLTUR

ÍF hevur verið eitt av fremstu feløgunum í føroyskum mansflogbólti síðstu árini. Bæði í landskappingini og í steypakappingini hava teir sera góð úrslit at vísa á, og árið í ár er einki undantak í so máta.
Í landskappingini hava teir ligið á odda alt kappingarárið, og einasta veruliga hóttan er komin frá Mjølni, sum hevur roynt at fylgt við fuglfirðingum. ÍF er enn á odda, men munurin niður til Mjølnir er bara eitt stig, so meistaraheitið verður helst avgjørt í síðsta innanhýsis dystinum ímillum hesi bæði feløgini.
Í steypakappingini hevur eisini gingið eftir ætlan. Í FK-kappingini megnaði ÍF ikki at leika seg í steypafinaluna, men í Mjølnir-kappingini eydnaðist betri. Tá vann ÍF kappingini, og sostatt gjørdist greitt, at teir skuldu møta Mjølni í steypafinaluni.

Skulu steðga Vladi
Hjá fuglfirðingum stendur væl til við fólki til dystin leygardagin. Allir mans eru tøkir, og Jan Áki heldur, at liðini í steypafinaluni eru tey røttu.
- Fleiri av hinum liðunum hava bitið frá sær í onkrum dysti, men sum heild haldi eg, at vit og Mjølnir hava havt tey mest støðugu úrslitini í ár, so ein finala ímillum hesi liðini er helst í lagi.
Jan Áki sigur seg eisini vænta ein sera spennandi dyst leygardagin, og hann heldur, at ÍF má halda eitt serliga vakið eyga við útlendska leikaran hjá Mjølni, Vladi.
- Dystirnir millum ÍF og Mjølnir eru næstan altíð spennandi, og tað verður hesin helst eisini. Eg haldi, at vit mugu ansa sera væl eftir Vladi. Hann er ein ómetaliga góður leikari, og hann hevur nógv at siga fyri teir. Teir eru tó eisini sterkir á miðjuni, so her mugu vit eisini vera klárir.

- Vit eru sterkir í gólvinum
Jan Áki og hansara liðfelagar í ÍF hava havt eitt avbera gott kappingarár, men seinast teir vóru á vøllinum gekk ikki so væl.
- Eg veit ikki, hvat hendi, tá vit taptu ímóti Fram. Vit hava vunnið næstan allar dystirnar, og møguliga hildu vit, at hetta bara fór at ganga. Hetta kemur tó bert at ávirka rætta vegin í steypafinaluni, tí hetta hevur givið okkum eitt ordiligt spark í reyvina.
Jan Áki heldur eisini, at ÍF hevur tað, sum skal til fyri at vinna steypafinaluna leygardagin.
- Vit hava eitt sera gott lið, og tað verður týdningarmikið at fáa blokkin at rigga móti Mjølni. Í gólvinum eru vit tó eisini sera sterkir, og her fáa vit nógvar ómøguligar bóltar upp, og hetta kann ofta virka rættiliga drepandi fyri hitt liðið.
- Eg meti eisini, at servurnar hjá okkum vera týdningarmiklar leygardagin. Vit skulu leggja teir undir trýst í servunum, so hevarin ikki fær so góðar bóltar at heva, segði Jan Áki at enda.