við og við fór at minka. Tá skipið, Athene, varð keypt, bleiv tað umbygt, og millum annað varð verksmiðjan tikin úr og seld fyri góðar 2 mió. krónur. Hóast tað var Ocean Group, sum átti Athenu og seldi [...] stjórin einaferð verið umborð í 10 tímar, og nevndarformaðurin ongantíð. Sum fráleið fóru partaeigararnir í Ocean Group at sóknast eftir upplýsingum um raksturin og vildu síggja tøl. Uppá fyrispurning [...] ðuna hjá felagnum, og álitið á stjóran og nevndarformannin minkaði uppaftur meira. Í einari av greinunum í Vinnuvitan verður íslendska felagið Samherji drigið inn í hetta málið og gjørt til tann stóra
millum rík og fátæk Vit uppliva í hesi tíð í okkara lítla landi broytingar, í samfelagnum sum heild og millum borgara og borgara, ið sum frá líður kunnu fara at vísa seg at vera stórar, og um illa vil [...] hugtak og tess grundvirðir? Fyri at varpa ljós á evnið, fari eg stundum at vísa til, hvat heimspekingar og búskaparfrøðingar hava sagt, og hvat vit kunnu lesa um hetta evni í Nýggja Testamenti. Og lat [...] grýnum og skitti. Í søguni um tey fátæku hjúnini og flundruna, vil konan fyrst gerast kongur, so keisari, síðani pávi og at enda Várharra. Hon gloymdi at steðga á, kanska meðan hon enn var kongur, og velja
beinleiðis í bingjur og síðan av landinum. Hesar báðar fyrstu túrarnar hjá Sjagakletti og Gullbergi hava skip og manning verið á makrelveiði. Skipini, sum í fyrsta lagi eru keypt til at veiða og frysta upsa undir [...] uppi í veiðini, og vit vænta og vóna ikki, at íblanding fer at gerast ein trupulleiki teir næstu túrarnar heldur. Sambært reglunum kunnu skip sum Sjagaklettur og Gullberg hava í mesta lagi 10% av sild uppi [...] fiskin inn og annars fingið hann í góðari góðsku til høldar umborð. - Vit partrola og skiftast um at hála, og soleiðis skiftist manningin eisini um at taka ímóti fiskinum, sum kemur inn á dekkið og haðani
tjaldinum og teir báðir vóru í villareiði. Her stóð illa til, og eg segði bara við teir: Nú er nokk! Tað er stormur úti! Droppa tjaldið, og kom yvir til okkum! Her er eingin tíð at spilla! – Og glaðir vóru [...] er tann stóra, tá lagt verður til brots við tráðuni og fluguni, hevur tað minni, fyri ikki at siga einki at siga: Vinalagið millum teir og Josias, og allar hinar stuttleikafiskararnar, – TAÐ hevur alt [...] sama áhuga sum vit. Og soleiðis eru vit komnir at kenna ein hóp av øðrum stuttleikafiskarum, siga teir báðir Hilko og Evert við ein munn. Her má eg fara Vinalagið millum Josias og týsku vinmenn hansara
eftir. Síðan inn í ein handil og har fekk eg sama slag av undir buksum, sum pólfararar nýta, langar og ullintar og heitar og norskar. Eg passi tær í umklæðingarrúminum og fór ikki úr teimum aftur. Vit [...] sá í honum var 10 ferðir nærri og at hann vaks lutirnar 25 ferðir. Okey, so kostaði hann ikki meira enn 238 krónum og missi eg hann burtur, so verður tað har við. Undir mær liggur havið, og hetta eru fiskileiðir [...] Vit fingu búff og grateng og reyðberjafromagu omaná. Konan sá eitt sindur illbrýnt út og útstrálaði, at hon slett ikki var áhuga í at práta. Men maturin mildnaði hennara illbrýnta andlit og eg fekk burtur
almenna hevur og hvønn leiklut tað privata hevur. Ferðaráðið hevur til uppgávu at kunna um Føroyar, menna vinnuna og fáa fólk til landið, og tað gera vit saman við vinnuni, kommununum og øðrum. Vit kappast [...] Tourism sigur og vísir á og hvør veruleikin er. Greenland Tourism hevur nevniliga sagt, at 1500 ársverk eru í grønlendsku ferðavinnuni, at ferðafólkini, ið koma til Grønlands brúka slakar 10.000 krónur hvør [...] í Grønlandi ár 2005 og at 2000 ársverk umframt 1500 onnur størv vera í ferðavinnuni tá. Og hóast hesi tøl eru endurskoðað eitt sindur í seinastuni, bæði av Grønlendska Ferðaráðnum og landsstýrismanninum
ringdi klokkan 10 týskvøldið og tá var tað ein sum spurdi um felagið hjá Fólkaflokkinum í Suðuroy hevði fingið nýggjan formann, sigur Jákup Olsen. - Eg mátti bara svara, at tað kendi eg onki til og so endaði [...] samrøðan, leggur hann afturat. Men hann sigur, at so fór hann at spyrja seg fyri og tá fekk hann at vita, at hetta var álvari og at hann slett ikki var formaður í Suðuroyar Fólkafloksfelagi longur. - Tað vísti [...] verið lagdur undir skurð í fótinum. Síðani hevur hann gingið at krúkkum og tað gongur enn, men hetta hevur elvt til, at bæði slakt og valstríð fór afturvið borðinum, uttan at hann fekk verið við. Men hann
tú tá torir og vil í ítróttinum er proportionalt vaksandi. Við øðrum orðum: Torir tú als ikki at gera mistøk, torir tú heldur ikki at spæla. Og fyrst og fremst var tað hetta, sum rakti EB/Streym frá byrjan [...] Nevnliga brotsspark og reytt kort. Brotssparkið sendi Bárður Olsen í netið, og áðrenn B36 hevði umskipað seg, var EB/Streymur aftur á gullkósini. Høgni Zachariassen kanónstútaði til 2-2, og Hans Pauli Samuelsen [...] vøllinum. Igni Højsted og Jákup á Borg arbeiddu ein ávísan likamspart úr buksunum, og Dmitrij Jankovic, sum annars hevði vanliga útgangsstøðið sum verjuskipari, var her, har og allastaðni. Hægstur við
fremja; m.a. taka olju og proviant eins og at landa. Skipið slapp so til endans í havn, men bert tí at tað hevði maskinbrek, og var í eini minni neyðstøðu. Men olju, proviant og landing; nei, ongar veitingar [...] ni í londunum báðum, og við undirvirðissølu verður víst til WTO og stig at taka smb. GATT 94. Hesir møguleikar eru, eftir míni sannføring, fyrst ov veikir, og síðani ov snævrir og møtumiklir. Handilssáttmálar [...] spurninginum við og spyrji, um tit nakrantíð hava hoyrt um trupulleikar hjá føroyskum vørum, tænastum, arbeiðsmegi ella kapitali á Íslendska marknaðinum, er svari óivað ja,ja,ja og aftur ja! Og soleiðis virða
til Vágar og tunnilin til Norðoyar. Tað heldur Kristian Magnussen, løgtingsmaður Hann er formaður fyri tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum og sostatt ein av fremstu politikarunum í samgonguni Og nú kemur [...] unnum, tryggingarfeløgum, peningastovnum og aðrastaðni og har er rættiliga nógvur peningur savnaður. Men ein stórur partur av pengunum er settur uttanlands og tá heldur Kristian Magnussen, at tað er frægari [...] at prísurin verður javnari um alt landið. Og hann heldur, at hetta eru so stórar uppgávur, at her mugu allir føroyingar betala og tað gongur ikki, at vágafólk og norðoyingar skulu fíggja tunlarnar einsamøll