Fiskavirking flytir seg úr landi og umborð á skip

Tað eru grundleggjandi broytingar, sum fara fram í føroyskari fiskiskipavinnu í løtuni. Meðan fiskiveiða undir Føroyum vanliga er løgd upp á land sum ísfiskur til virkingar á fiskavirkjum, eru nú fýra skip, sum fiska, partvís virka og frysta fiskin umborð. Sosialurin hevur skift orð við Tórhall Randrup, skipara á Sjagakletti, sum saman við makkara sínum umborð á Gullbergi, John Martini Poulsen, var á Vestmanna av øðrum túri í gjár

Nýggju skipini, Sjagaklettur og Gullberg, hava nú gjørt tveir túrar. Tað, sum er serstakt við hesum skipum, er, at tey eru frystiskip – og ikki ísfiskaskip, sum vanligt hevur verið við skipum av hesi støddini í føroyskum sjógvi.
Báðar túrarnar hava skipini lagt veiðina upp í Vestmanna, har frysti fiskurin fer beinleiðis í bingjur og síðan av landinum.
Hesar báðar fyrstu túrarnar hjá Sjagakletti og Gullbergi hava skip og manning verið á makrelveiði.
Skipini, sum í fyrsta lagi eru keypt til at veiða og frysta upsa undir Føroyum, eiga eisini 850 tons í part av eini felagskvotu av makreli, sum tillutað er hesum skipabólki.

Nøgdir við prís
- Hin fyrra túrin høvdu 260 tons, og nú vit vóru inni aftur í gjár, høvdu vit góð 300 tons. Hetta eru brúkiligir túrar, og vit vænta, at miðalprísurin fer at liggja um 9 krónur fyri kilo. Tað er góður prísur, sum gevur skipi og manning rímiligt burturúr.
Tórhallur Randrup, sum er skipari á Sjagakletti, sigur, at meginparturin av veiðini hesar báðar fyrstu túrarnar hevur verið heilfrystur makrelur, men nakað hevur eisini verið av avhøvdaðum og magadrignum fiski. Maskinurnar til avhøvding og magadraging eru settar umborð, síðan skipini komu heim til Føroya.
Hann sigur, at á fyrra túrinum var íblandingin av sild eini 6-7%, og hendan túrin hevur íblandingin verið uppaftur minni.
- Tað hevur eydnast okkum at riggað trolið soleiðis til, at minst møgulig íblanding av sild er uppi í veiðini, og vit vænta og vóna ikki, at íblanding fer at gerast ein trupulleiki teir næstu túrarnar heldur.
Sambært reglunum kunnu skip sum Sjagaklettur og Gullberg hava í mesta lagi 10% av sild uppi í veiðini.
Skiparin sigur, at við slíkari rigging av trolinum er veiðan fyri hvønn tóvtíma minni, enn hon annars kundi havt verið, men tað heldur hann ikki er nakar trupulleiki.
- Vit skulu ikki hava so stórar nøgdir í hvørjum háli, tí frystiorkan umborð á hvørjum skipi er 25 tons um samdøgnið - ella 50 tons tilsamans - og tað er skjótt at fiska eina slíka nøgd av makeli, tá væl liggur fyri, sigur hann.

Russar umborð
Sjagaklettur og Gullberg hava frystilastir sum taka í minsta lagi 500 tons tilsamans, og tí hava skipini ikki verið fullfermd á hesum báðum fyrstu túrunum.
- Túrarnir hava ikki verið langir. Aftrat manningini, sum telur 13 mans við hvørjum skipi, hava vit eisini havt fýra russar við hvørjum skipi. Hetta eru maskin-og verksmiðjufólk, sum hava siglt við skipunum leingi, áðrenn tey vórðu keypt heim til Føroya, sigur hann.
Klokkan 13 í gjár byrjaðu teir at landa Sjagaklett og Gullberg í Vestmanna, og tá loyst verður aftur til nýggjan túr í morgin, verða bara føroyingar umborð á trolarunum.

Gongur væl
- Umborð verður makrelurin frystur, vigaður og pakkaður í sekkir við bandi um, og síðan fara sekkirnir beinleiðis í bingjuna, tá landað verður. Tað fer helst at taka umleið eitt samdøgur at landa skipini, sigur Tórhallur Randrup.
Skiparin leggur aftrat, at tá hálini sær ikki eru so stór, hevur tað heldur ikki verið nakar trupulleiki at tikið fiskin inn og annars fingið hann í góðari góðsku til høldar umborð.
- Vit partrola og skiftast um at hála, og soleiðis skiftist manningin eisini um at taka ímóti fiskinum, sum kemur inn á dekkið og haðani niður á verksmiðjuna.
Tórhallur heldur, at manningin, sum er við Sjagakletti og Gullbergi, trívist væl umborð, tó at veiða og framleiðsla er nýggj fyri flestu teirra.
- Jú, eg haldi, at andin umborð er góður og positivur, og at menn eru glaðir fyri møguleikan. Tá makrelkvotan er uppfiskað, helst einaferð í august, fara vit á upsaveiði, og vit eru spentir upp á tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Eg trúgvi upp á hetta við frysting umborð, og gjørdi eg ikki tað, hevði eg ikki verið her, sigur dugnaligi skiparin.

Skapandi virksemi
Meðan Tórhallur Randrup er skipari á Sjagakletti, er John Martin Poulsen skipari á Gullbergi. Báðir eru teir hvalbingar, sum ferð eftir ferð hava víst, at teir duga síni ting.
Manningarnar umborð á hvalbiartrolarunum hava altíð roynst væl, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á brúnna.
- Enn eru vit ikki komnir har til, at vit hava gjørt eina skiftisskipan, har nakrir mans í senn kunnu verða í landi, meðan avloysarar eru á teirra plássum umborð. Hetta er alt so nýtt enn, og sum tíðin gongur, fara vit at finna út av, hvør ein hóskandi skipan er, leggur Tórhallur aftrat.
Um skipini bæði vóru vanligir ísfiskatrolarar, høvdu einir 6-7 mans verið umborð á hvørjum skipi í senn, men nú Sjagaklettur og Gullberg partvís virka og burtur av frysta fiskin umborð, er samlaða manningartalið, sum er umborð í senn, 26.
- Eg haldi, at skipini hava riggað væl hesar báðar fyrstu túrarnar, og niðri á verksmiðjuni hava maskinurnar eisini riggað væl. Vit høvdu alla tíðina roknað við, at ein ávís tilvenjing skuldi til, nú flestu menn eru óroyndir í hagreiðing av veiðini, soleiðis sum gjørt verður umborð, men sum tíðin gongur, vænti eg, at hetta verður fínasta slag, sigur skiparin.
At føroyingar nú hava fingið frystiskip, sum fara at fiska undir Føroyum – og ikki landa veiðina sum ráfisk til virkingar í landi – merkir sjálvandi, at ein partur av framleiðsluni, sum annars hevði verið uppi á landi, verður ”flutt” umborð á skipini.

Tveir aftrat
Aftrat Sjagakletti og Gullbergi, eru nú eisini Vesturleiki og Brestir, sum eru umbygdir til frysting umborð, á sínum fyrsta túri á makrelveiði.
- Teir fara at royna á sama hátt sum vit, og teir leggja eisini fyri við makrelinum, nú hesin parturin av flotanum hevur fingið part av felagskvotu, sum vónandi verður eitt gott íkast til raksturin, bæði hjá skipi og manning, sigur Tórhallur Randrup, skipari á Sjagakletti.