Ísrael dripið stápsleiðaran fyri iranska herin

Ísraelski herurin sigur í morgun, at tey í nátt fingu upplýsingar og ein óvæntaðan møguleika at leypa á eitt hernaðarligt høvuðssæti í iranska høvuðsstaðnum

 

 

Al Jazeera lýsir Ali Shadmani sum leiðara fyri høvuðsstøðini hjá kollveltingarhyrðuni í Iran

IDF, sum er ísraelski herurin, sigur seg í einari útsøgn í morgun at hava dripið ovasta leiðaran fyri iranska herin, Ali Shadmani.

 

Sambært IDF var hann ovasti fyri bæði kollveltingarhyrðuni og iranska herinum.

 

Sagt verður um Ali Shadmani, at hann hevði starvið sum ovasti leiðari fyri herinum eftir undanfarna leiðara, Mohammed Bagheri, sum varð dripin í ísraelskum álopi á Iran í síðstu viku.

 

IDF sigur í morgun, at tey í nátt fingu upplýsingar og ein óvæntaðan møguleika at leypa á eitt hernaðarligt høvuðssæti í iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

- Drápið av Ali Shadmani er helst eitt tap fyri kommandoketuna hjá iranska herinum, sigur ísraelski herurin.

 

Tíðindamiðilin, Al Jazeera, lýsir Ali Shadmani sum leiðara fyri høvuðsstøðini hjá kollveltingarhyrðuni í Iran.

 

Higartil í morgun hava iranskir myndugleikar ikki váttað tíðindini hjá ísraelska herinum um, at Ali Shadmani er dripin í ísraelskum álopi í nátt.

 

 

 

 

 

Al Jazeera lýsir Ali Shadmani sum leiðara fyri høvuðsstøðini hjá kollveltingarhyrðuni í Iran