– Tað ljóðar kanska løgið, men tað at fiska er ikki alt. Nei, hjá okkum er tað vinalagið sum telur allarmest, siga teir tríggir stuttleikafiskararnir.
Teir tríggir eru týsku brøðurnir við eftirnavninum Schowerus - tann 71 ára gamli Hilko og tann 73 ára gamli Evert - og klaksvíkingurin, Josias Jacobsen. Teir kunnu allir skriva undir uppá, at teir ongar ætlanir hava at gloyma tær gomlu gøturnar ella tað gamla vinalagið.
– Nei, vit hava hildið sambandið viðlíka øll hesi árini. Tað hevur givið okkum øllum sera nógv, sigur Josias Jacobsen.
Aftur í ár løgdu teir báðir leiðina til Føroyar og tey kendu laksastøðini kring oyggjarnar. Teir vóru ein morgun í farnu viku við Leynavatn og fiskaðu, tá Sosialurin hitti teir á máli.
Hóast úrtøkan ikki altíð er tann stóra, tá lagt verður til brots við tráðuni og fluguni, hevur tað minni, fyri ikki at siga einki at siga: Vinalagið millum teir og Josias, og allar hinar stuttleikafiskararnar, – TAÐ hevur alt at siga.
– Ja, tað er so stuttligt, tí ein hittir allatíðina nýggj fólk sum hava sama áhuga sum vit. Og soleiðis eru vit komnir at kenna ein hóp av øðrum stuttleikafiskarum, siga teir báðir Hilko og Evert við ein munn.
Her má eg fara
Vinalagið millum Josias og týsku vinmenn hansara hevur eina langa og rættiliga sjáldsama byrjan. Vit skulu í roynd og veru heilt aftur til 1973.
Hetta árið mynstraði tann nú 71 ára gamli Hilko við týska havrannsóknarskipinum Poseidon sum maskinmaður. Kósin varð sett móti Íslandi og Grønlandi – og sjálvandi eisini sjóøkið við Føroyar.
– Mær dámdi væl at fara upp á brúnna, tá eg hevði frívakt. Tá vit so nærkaðust Føroyum var veðrið sera gott, og alt gjørdist bara enn vakrari, tá vit sigldu millum oyggjarnar.
– Eg var púrasta bergtikin av tí eg sá, og mín fyrsti tanki var hesin: Her MÁ eg fara einaferð seinni, tí her MÁ eisini vera gott at fiska, greiðir hann frá.
Tað skuldu kortini ganga 10 ár til hann og bróður hansara, Evert løgdu leiðina norður í hav, útgjørdir við tráðu, útgerð til fiskiskap, tjaldi og øðrum, sum natúrliga hoyrir til, tá tveir stuttleikafiskarar leggja til brots.
Teir funnu skjótt fram til, at skuldi ein fiska laks ella síl, var Saksun rætta staðið. Og so var bara at fara til verka – rigga tráðuna til, kasta og bíða í tolni, til fyrsti laksurin beit á.
Føroyskt veðurlag
Sagt verður einki, um teir fingu nakað hesar fyrstu dagarnar, men teir fingu kortini eina heilt aðra erfaring við sær: Skiftandi føroyska veðrið.
– Eg minnist, at vit settu tjaldið upp á einum staði, sum vit hildu vera gott og trygt. Men næstu náttina øtlaði hann veðrið við nógvum vindi og nógvum avfalli.
– Tað endaði bara sum tað mátti: Tjaldið fór í luftina, og har stóðu vit á berum, greiða teir báðir brøðurnir, Hilko og Evert frá.
Teir høvdu frammanundan hitt Josias, sum var har í somu ørindum sum teir, fyri at spyrja um ráð til tjaldingarstað. Hann búði undir betri umstøðum enn teir, og ráddi teimum frá, at seta tjaldið júst har teir ætlaðu, tí hetta var eitt vánaligt stað til veður.
Teir báðir hildu kortini uppá sítt: Tjaldið var av góðum týskum slagi, var regntætt og mundi fara at halda til føroyska veðurlagið. Men so var altso ikki, fingu Josias og týsku stuttleikafiskararnir at sanna hetta kvøldið.
– Ja, eg fór yvir til teirra um 9-tíðina, tá tað var farið at skýma. Hann var harður landnyrðingur og tað oysregnaði, og eg bað teir flyta tjaldið á annað stað. Men tað vildu teir ikki, greiðir Josias brosandi frá.
Veðrið helt bara á at leika í, og um midnáttarleitið fór hann yvir til teirra aftur fyri at vita, hvussu støðan var. Tað er vanliga sera myrkt í Saksunardali, men tá var vorðið so myrkt, sum tað bara kann gerast eina slíka ódnarnátt á hesum staði.
– Við lummalyktini kundi eg skjótt staðfesta, at støðan var alt annað enn góð. Alt fleyt í tjaldinum og teir báðir vóru í villareiði. Her stóð illa til, og eg segði bara við teir: Nú er nokk! Tað er stormur úti! Droppa tjaldið, og kom yvir til okkum! Her er eingin tíð at spilla!
– Og glaðir vóru teir báðir fyri at fáa bæði turr, heit og rein klæði, minnist hann Josias á.
Vitja hvønn annan
Henda ódnarnáttin í Saksunardali hevur síðani mangan verið tikin fram, tá teir báðir Hilko og Evert hava vitjað Josias í Klaksvík, ella tá hann og konan hava verið og vitjað í týska býnum.
– Tað var ógvusligt tá, men vit hava mangan flent eftir tí síðani, siga teir tríggir stuttleikafiskararnir við einum stórum brosi.
Stóra felagsmál teirra hevur bundið teir tríggjar saman í eitt vinarlag, sum bara er styrkt ár undan ári. So seint sum í hesum mánaðinum vóru teir báðir á vitjan í Føroyum – sjálvandi við tráðuni, sum 1. prioriteti.
Teir fóru aftur til Týskalands í farnu viku, og tað gjørdu hjúnini Josias og Bergfríð eisini. Tey skuldu millum annað vitja eina familju í Eystureuropa, sum tey fingu sambandi við umvegis tiltakið Christmas Child. Hetta er eitt tiltak, har fólk úr øllum heiminum fáa møguleika at senda jólagávur í skógvaeskjum til tey, ið annars onga slíka høvdu fingið.
– Og vit skulu sjálvandi eisini til Týsklands at vitja, har vit so mangan hava verið, greiða tey bæði frá.
Nevnast kann, at nógvir føroyingar, ið hava verið við neyðhjálp í Rumenien saman við Absalon Matras kennast eisini við brøðurnar báðar.
– Jú, vinalagið er bara vorðið betri og betri við árunum, siga Josias og Bergfríð Jacobsen.