Viðmerking: Ósannar ákærur í Vinnuvitan

Magnus Gudmundsson og Elias Christophersen

fyrrverandi partaeigarar í Ocean Group og skiparar á Athenu

 

 

Vit undirritaðu afturvísa við hesum tær grovu, ógrund­aðu skuldsetingar, ið reistar vórðu móti okkum í blaðnum Vinnuvitan hós­dagin 3. mai. Samstundis átala vit hvassliga tað sera lága journalistiska støði, sum greinarnar, íroknað odda­greinin í blaðnum, eru á, har beinleiðis verður log­ið um okkum, uttan at nakar av blaðnum ómakar sær at biðja um okkara við­merk­ing. Vit skulu gera greitt, at alt, vit í hesum skrivi føra fram, kann skjalprógvast.

Tað er beinleiðis lygn, tá stjórin í partafelagnum Thor leggur partaeigararnar í Ocean Group Faroes undir at fremja kvettroynd móti Thor fyri at ogna okkum skip­ið Athenu. Ocean Group, og ikki Thor, átti Athenu. Thor átti 11 prosent av partapeninginum í Ocean Group.

Tá Ocean Group varð stovn­að seint í 2005, varð vald ein fyribilsstjórn. Til stjóra varð settur Hans Andrias Joensen, og til nevnd­arformann varð vald­ur Gunnbjørn Joensen. Sum frá leið fóru partaeigarnir at sóknast eftir einum reglu­ligum aðalfundi, sum ongan­tíð hevði verið hildin. Held­ur eingin roknskapur var tøkur.

Allur rakstur av skipinum er avgreiddur av manningini og skrivstovuni í Las Palm­as. Tað einasta, Thor hevur havt við raksturin at gera, er at flyta hýrur, sum ís­lendski skrivstovumaður­in í Las Palmas hevur givið boð um. Síðan skipið fór í drift, hevur stjórin einaferð verið umborð í 10 tímar, og nevndarformaðurin ongan­tíð.

Sum fráleið fóru partaeig­ararnir í Ocean Group at sókn­ast eftir upplýsingum um raksturin og vildu síggja tøl. Uppá fyrispurning varð vanliga svarað, at tað gong­ur fínt, men eingi tøl blivu nakrantíð framløgd. Hetta gjørdi, at álitið hjá parta­eig­arunum á leiðsluna so við og við fór at minka.

Tá skipið, Athene, varð keypt, bleiv tað umbygt, og millum annað varð verk­smiðjan tikin úr og seld fyri góðar 2 mió. krónur. Hóast tað var Ocean Group, sum átti Athenu og seldi verk­smiðjuna, hava vit seinni fing­­ið prógv fyri, at rokning fyri søluna varð send frá Thor, sum var vanligur parta­eigari í Ocean Group. Ongastaðni hevur borið til at fingið ávíst, hvar hesin peningur er endaður.

Rættiliga tíðliga í øllum málinum hótti Hans Andrias Joensen beinleiðis hinar partaeigararnar við, at um teir ikki gjørdu, sum hann vildi, skuldi hann eftir ein­ari nátt syrgja fyri, at parta­peningurin hjá teimum varð gjørdur til einkis. Hann hev­ur seinni váttað hesa hóttan fyri einum av partaeigaru­num. Hendan váttanin er fest á band. Tá vit síðan hava staðfest, at stjórin utt­an okkara vitan hevur tikið lán áljóðandi allan partapen­ingin, sum hann við bank­ans vælvild kann gera um til partapening í felagnum, skilja vit, hvat hann meinti við hesi hóttan.

Eftir, at vit leingi høvdu strongt á at fáa aðalfund, varð ein nevndarfundur so hildin tann 21. december 2006. Á hesum fundi kom av tilvild fram, at stjóri og nevndarformaður, uttan at aðrir partaeigarar ella nevnd­arlimir vistu av nøkr­um, tann 4. juli 2006 høvdu tikið eitt lán í táverandi Føroya Sparikassa áljóðandi 9 mió. krónur. Tað sama sum samlaði partapening­urin var. Hetta var eitt lán, sum var tikið afturat verandi fígging uppá 125 mio kr.. Treytin var, at Sparikassin, seinni Eik banki, skuldi hava nakrar óvanligar ser­sømdir. Sum treyt fyri láni­num kravdi Eik Banki nevni­liga helvtina av avlopi­num hjá Athenu áðrenn skatt í samfull 7 ár, umframt at lánið sjálvandi skuldi gjaldast aftur við rentum. Ocean Group skuldi so av tí peningi sum tá var eftir gjalda skatt og rakstur av skipinum.

Tað er greitt, at tá slíkt fer fram, uttan at hinir eig­ararnir vita av tí, missa vit álitið á hesar menn og vilja fegnir hava umskipað leiðsl­una í felagnum. Eftir at vit í ein mána høvdu roynt at fáa hendur á áður nevndu láns­skjølum, eydnaðist tað tann 8. februar 2007. Tá fingu vit avrit við telefaksi frá Eik banka.

Sjálvandi strongdu vit enn meir á at fáa ein aðal­fund, og hann varð lýstur at verða í Hósvík tann 27. mars 2007.

Tað er beinleiðis ósatt, tá sagt verður í Vinnuvitan, at hvørki stjóri ella nevndar­formaður vistu um fundin. Nevndarformaðurin kallaði umvegis sakføraran hjá Thor inn til fundin.

Fundurin varð tó av ong­um, tí tá hann skuldi setast, kom fram, at teir høvdu gloymt at geva einum av partaeigarunum, Klæminti Olsen, fundarboð. Tískil var innkallingin ógildug.

Heldur ikki tá fingu vit innlit í fíggjarstøðuna hjá felagnum, og álitið á stjóran og nevndarformannin mink­aði uppaftur meira.

Í einari av greinunum í Vinnuvitan verður íslendska felagið Samherji drigið inn í hetta málið og gjørt til tann stóra skurkin, sum bjóð­­ar okkum nógvar peng­ar undir borðinum fyri at fáa ræði á Athenu.

Stjórin í Samherja bjóð­aði opinlýst upp á parta­pen­ingin hjá Royndini. Hesum vistu allir hinir eigararnir av, tí teir høvdu forkeypsrætt. Alt fór fram eftir forskriftu­num. Hendan tilgongdin tek­­ur vanliga einar tveir mán­ar. Handilin gjørdist tó ongantíð veruleiki, og boð­ið bleiv tikið aftur.

Fyri at fáa tað at síggja út, sum synd er í teimum, siga stjórin og nevndar­for­maðurin í Ocean Group, at hetta málið hevur kostað teimum millum 50 og 60 mió. Staðfestan kann, at kostn­aðurin fyri tann parta­peningin, teir hava keypt frá øðrum partaeigarum, er kr. 22.750.000,-. So tann parturin av greinini er eisini ósannur.

Tað er ógvuliga hugstoytt at verða nevndur krimi­nell­ur, landasvíkjari og onnur heiti, sum vit ikki vilja taka uppaftur, í einum blað, sum vit annars hava hildið verið rættiliga seriøst. Vit vænta at fáa eina treytaleysa um­bering fyri tær lygnir, ið settar eru fram um okkum í hesum sambandinum.