gjørt tað møguligt at havt eitt nú listaframsýningar í hølinum. Stóri trupulleikinum við húsinum er, at tað er ov lítið, sigur Nikolina Olsen, formaður í stýrinum fyri húsið. Hartil kemur, at hellandi gólvið [...] hava leinigi verið sera ónøktandi fyri eitt mentanarhús av slíkum slag. Einasta stóra høli í húsinum er skipað soleiðis, at tað illa fær hýst øðrum tiltøkum enn pallframførslum og biografi. Tí tók stýrið [...] stólarnir í einasta rúmliga hølinum gera tað sera avmarkað, hvat rúmið kann brúkast til. Í fyrsta umfari er ætlanin tí at innrætta loftið á ein hátt, so tað kann brúkast til fundir, fyrilestrar og framsýningar
til Vágs nú leygardagin, sigur Lena í Buð, sum er nevndarlimur í róðrarfelagnum. Beiggi hennara, Niels, er formaður, men hann er burturstaddur, men tað er so mikið heppið, at vit fáa fatur á einum øðrum [...] endaspurtinum var spurningurin, um Jallurin fór at megna at gera nakað við Rituna. Eina lítla løtu tóktist tað sum um, at lítla hálva bátslongdin tók at tódna, men á seinastu hálvt hundrað metrunum vóru tað teir [...] orkuna, og á málstrikuni var eingin ivi um, at tað var Ritan, sum hevði vunnið, og at tað nú er Ritan, sum er fremst í FM kappingini við Jalli í hølinum. Higartil hava tað bara verið hesar báðar manningarnar
yvirkoyggini, sjálvt um hann er 30 ár, og abbanum, sum hvørki hevur bil ella koyrikort, men eina meining um alt. Bókin, sum er væl egnað til tey 7-9 ára gomlu, er 52 bls. og er innbundin. Sjúrður Gullbein [...] merkja. Í fyrstani er Ulf ikki glaður, tí hann hevur sæð eina gentu& Bókin, sum er væl egnað til tey 10 til 13 ára gomlu, er umleið 212 bls. Hugin Eide týddi. Hetjur og skálkar Askur & Embla er um ein bonk, [...] hjá Malju er veðurbók til tey smáu. Við Malju læra børn um veðurlag. Ein sera vøkur, litføgur bók við klaffum og hjólum, sum mala, og nógvum, sum togast kann í. Bókin er prentað á hart papp og er 14 bls.
skriving varð lagt. T íðin er avmarkað, eins og orkan er tað, og inni í míni teldu liggur so mangt óliðugt og hálvtgjørt, og tað legst alla tíðina aftrat. Men tann lítla gentan á træbrúnni, hon liggur framvegis [...] sum høvund. At lesa og greina tað, sum onnur hava skrivað, er umráðandi fyri menningina hjá einum, sum skrivar. Eitt er, at lesing og greining er spennandi og áhugavert, men tú fært samstundis eisini innlit [...] ið eg hyggi eftir hesum samklipsmyndunum í dag, finni eg tær aftur í søgunum tað er ein týðiligur parallellur. So helst er tað soleiðis, at myndirnar eru forleyparar , sagt í gásareygum, til søgurnar, sum
pengar, tá hann hevur hildið tað vera neyðugt. Tað er ein sannroynd, at nógv av tí, sum forsetin hevur fingið játtað við at vísa til neyðlógirnar, er farið til krígsførsluna í Irak og Afghanistan, og ofta [...] ofta hava málini havt slíkan skund, at senatorarnir hava hildið seg fáa ov lítla tíð til at viðgera tey. Tá forsetin fyri nøkrum døgum síðani bað um góðar 350 milliardir krónur afturat við at vísa til
Togo eigur Frakland at hava sínar møguleikar at skora. Men tað er einki at ivast í, at trýstið á Raymond Domenech og hansara menn skjótt er um at gerast heilt stórt. Togo leyp hvøkk á Í fyrsta dystinum [...] endaspælinum, og ófriðurin kring venjarasessin mundi ikki gera fyrireikingarnar betri í so máta. Lítla undirtippaða landið fekk tó sítt fyrsta mál, tá teir skoraðu einastu ferðina fyri steðgin, og eina
Aksilin skal úr skipinum, og ætlandi skulu skrúvubløð eisini skiftast. Skipið er annars til vanligt viðlíkahald, har tað er málað uttan-og innanborða. Bedingin á Kósaskákinum, sum staðið norður ímóti K [...] upp á vognin, sum í mesta lagi viga 800 tons. Finnur Jacobsen, sum er fíggjarleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur, at Thor Chaser er millum tey størru skipini, sum teir hava havt uppi á bedingini. - Vit [...] eru ikki størri enn tað, at tey øll kunnu takast upp á bedingina. - Jákup B er eitt sindur longri enn hinir bátarnir, men hann er heldur eingin trupulleiki. Fíggjarleiðarin sigur, at flestu línubátarnir,
Fótbóltur At fótbóltur er ein undarlig telving, og at tað so skjótt kann vera, at tað, sum tykist venda niður vendir upp, var seinnaparturin sunnudagin í Gundadali góð áminning um. Meistararnir í B36, [...] móti málinum. Stutt frammanundan at hann javnaði til 2-2, hevði Birgir Jørgensen mint B36 á, at hann er vandamikil. Ble stóð fyri uppspælinum, skotið var fínt, men bólturin streyk framvið handara stólpanum [...] bæði málini, sum áttu at verið góð trygt undir trivaligum heimasigri. At tyngdin í álopspartinum ikki er sannførandi varð eisini undirstrikað av, at tað vóru verjuspælarar, sum skoraðu málini, og at bæði
tíma, og um nakað, so høvdu gestirnir kanska havt eina lítla yvirvág í Gøtum. Vertirnir hildu tó høvdið kalt. Teir eru vanir við trý stig, tá ÍF er mótstøðuliðið, og stutt eftir steðgin bragdaði. Gunnar [...] Fyrst og fremst, so syrgdi hetta tó fyri, at liðið ikki reyk niður í botnin, og bara tað í sjálvum sær er altíð positivt fyri liðið. Sálarliga mundi tað tó viga sera nógv, at ÍF fekk stig við sær úr Gøtu. [...] fingið nakað sum helst við sær úr Gøtu, og tí mundi fagnaðurin vera væl størri, enn hann annars vanliga er um ein javnleik. Gøtumenn mundu hinvegin iðra seg samsvarandi nógv. Hóast avrikið fyri steðgin ikki
Fuglafirði og í Vági mundi ikki minka sunnudagin. Tað er neyvan nakað at ivast í, at vónbrotið eftir 12. umfari er størst í Klaksvík og í B36. Samstundis er tað púra víst, at ússaligu avrikini ímóti ávikavíst [...] sjálvandi nakað við veðrið og venjingarstøðuna at gera. Hóast dómurin er harðari undir HM, so er tað ikki burturvið at rokna við og í hvussu so er at vóna, at dygdin fer at hækka, nú spælararnir rættuliga eiga [...] aftanfyri oddaliðini. Gøtumenn hava leingi verið boysnir at vinna á. Trupulleikin hjá teimum er kortini, at teir fáa ov lítla úrtøku. Átta tær seinastu ferðirnar hava teir ikki tapt. Men teir hava bara vunnið tríggjar