Betri eftirlit við útreiðslum

Í USA hevur Senatið samtykt, at í framtíðini skal George W. Bush, forseti, ikki brúka meiri pengar til bardagan ímóti yvirgangi, enn fíggjarlógin sigur. Við øðrum orðum kann forsetin ikki brúka tær sokallaðu neyðlógirnar, sum higartil hava givið honum heimild til at biðja um meiri pengar, tá hann hevur hildið tað vera neyðugt.

Tað er ein sannroynd, at nógv av tí, sum forsetin hevur fingið játtað við at vísa til neyðlógirnar, er farið til krígsførsluna í Irak og Afghanistan, og ofta hava málini havt slíkan skund, at senatorarnir hava hildið seg fáa ov lítla tíð til at viðgera tey. Tá forsetin fyri nøkrum døgum síðani bað um góðar 350 milliardir krónur afturat við at vísa til neyðlógirnar, var bikarið fult hjá Senatinum. Við 98 atkvøðum fyri og ongari ímóti samtykti Senatið at broyta mannagongdina.

Demokratarnir og nógvir republikanarar leggja forsetan undir at brúka neyðlógirnar fyri at fjala tær ovurhonds stóru útreiðslurnar av bardaganum ímóti yvirgangi. Forsetin og stjórnin siga, at tað ber ikki til at hava eina fasta játtan til endamálið, tí tað ber ikki til at siga frammanundan, hvat eitt kríggj fer at kosta.