Fótbóltur
Tað tóktist annars ganga sína vanligu gongd. ÍF hevði hidlið tætt í góðan tíma, og um nakað, so høvdu gestirnir kanska havt eina lítla yvirvág í Gøtum.
Vertirnir hildu tó høvdið kalt. Teir eru vanir við trý stig, tá ÍF er mótstøðuliðið, og stutt eftir steðgin bragdaði. Gunnar Nielsen, sum annars hevur spælt fyri ÍF, snaraði sær á. Hann vann sær framvið ÍF-verjuni, og tá hann so varð tacklaður í skotløtuni, støkk bólturin beint til Áslak R. Petersen. Og fugfirðingurin hjá GÍ hevði ikki stórvegis trupulleikar við at senda bóltin í netið.
Fingu lønina
Og so var tann so væl kendi leikluturin hjá einum botnliði aftur sjónligur hjá ÍF. Alt tað góða arbeiðið, sum liðið hevði gjørt fyri steðgin, tóktist nú vera gjørt tileinkis. Hóast teir royndu at flyta spælið longur niðan á GÍ-hálvuna, so kostaði hetta eisini í hinum endanum, og einar tvær ferðir hevði GÍ gyltan møguleika at avgera dystin. Sverri Jacobsen var púra leysur men skoraði ikki, og Símun Louis Jacobsen átti gyltan møguleika, tá hann úr 10 metrum sendi upp um manntóma málið.
Fuglfirðingar livdu lívið vandamikið, men brádliga fingu teir lønina kortini. Hornaspark varð sent inn fyri GÍ-málið, og har var Høgni Zachariassen á bóltinum, sum hann onkursvegna fekk trýst inn um strikuna og í málið.
Fyrsta stigið yvirhøvur
Hvussu nógv einsamalla stigið hjálpti hjá ÍF, ber kanska illa til at siga, nú tað framvegis resta 15 umfør. Fyrst og fremst, so syrgdi hetta tó fyri, at liðið ikki reyk niður í botnin, og bara tað í sjálvum sær er altíð positivt fyri liðið.
Sálarliga mundi tað tó viga sera nógv, at ÍF fekk stig við sær úr Gøtu. Hóast byrðurin hjá fuglfirðingum mangan hevur verið tungur seinnu árini, so hevur Sarpurgerði uttan samanbering vera tyngsta staðið av øllum at vitja. Ikki eina tí einastu ferð, síðani GÍ kom upp í bestu deildina, hevur ÍF fingið nakað sum helst við sær úr Gøtu, og tí mundi fagnaðurin vera væl størri, enn hann annars vanliga er um ein javnleik.
Gøtumenn mundu hinvegin iðra seg samsvarandi nógv. Hóast avrikið fyri steðgin ikki hevði verið serliga sannførandi, so høvdu teir allar møguleikar at leggja lok á, tá støðan var 1-0. Møguleikin at leggja seg á odda í landskappingini varð tó misnýttur, og ístaðin fóru teir í HB framum GÍ. Men enn hava gøtumenn tó sjálvir møguleika at broyta hesa raðfylgju. Komandi dysturin verður nevnliga í Gundadali móti júst HB!









