Millum nýggjastu útgávurnar frá Bókadeild Føroya Lærarafelags eru framhaldssøgur um bæði Malju, Karl K, og Ulf og Percy. Men eisini heilt nýggjar verur og søgur eru at finna í teimum fimm nýggju og snotiligu bókunum.
Snarljós og ælabogar
Undurfulla veðurbókin hjá Malju er veðurbók til tey smáu. Við Malju læra børn um veðurlag. Ein sera vøkur, litføgur bók við klaffum og hjólum, sum mala, og nógvum, sum togast kann í. Bókin er prentað á hart papp og er 14 bls. Niels Jákup Thomsen týddi.
Skálkafroskurin
Lítli froskur er fitt søga um lítla frosk, sum datt av himli og gjørdi nógv fortreð. Um hvussu hann stakk av heimanífrá, men varð afturfunnin og um øll skálkabrøgdini, sum endaðu á savni. Eisini søgan um tá Lítli froskur bakaði telefonina í bakarovninum. Ein stuttlig bók, sum ivaleyst nógv børn kenna seg aftur í. Um bókina sigur ummælari í danska Ekstra Blaðnum: Soleiðis sameinast Lítli froskur, Emil úr Lønnebergi og Prinsessan á ertrini á vakrasta og treiskasta hátt í einari eymligari barnabók til børn og væl uppdrigin vaksin.
Bókin, sum er væl egnað til tey 4 til 6 ára gomlu, er 30 bls. Ingibjørg Kamban týddi
Vaksin eru løgin
Karl K. undir sólini er sjálvstøðugt framhald av bókini Karl K. einligur sonur, sum Bókadeildin gav út í fjør. Vaksin eru løgin, tað má Karl K. sanna ferð eftir ferð.
Karl K. skal í EuroDisney við Kim og familju hansara, men fyrst skal hann í summarhús við sínari egnu familju. Herlufi t.d., sum vil sova í yvirkoyggini, sjálvt um hann er 30 ár, og abbanum, sum hvørki hevur bil ella koyrikort, men eina meining um alt.
Bókin, sum er væl egnað til tey 7-9 ára gomlu, er 52 bls. og er innbundin. Sjúrður Gullbein týddi.
Ulf og Percy eru aftur
Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg er ein skemtilig bók um vinmenninar Ulf og Percy. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókunum Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy og Vinur mín sjeikurin í Stureby. Í hesi nýggju fer Ulf at halda summarfrí hjá ommu og abba sínum úti á bygd. Seinni kemur Percy at vitja - óboðin væl at merkja. Í fyrstani er Ulf ikki glaður, tí hann hevur sæð eina gentu&
Bókin, sum er væl egnað til tey 10 til 13 ára gomlu, er umleið 212 bls. Hugin Eide týddi.
Hetjur og skálkar
Askur & Embla er um ein bonk, ein drong og eina gentu í einum lítlum býi á einum torgi aftan fyri standmyndina av Aski og Emblu. Drongurin byrjar at byggja heimar; at fantasera er at byggja heimar við sær sjálvum í høvuðsleiklutinum. Og í øllum ævintýrum við tær sjálvum í høvuðsleiklutinum endar alt lukkuliga. Skálkarnir fáa tað, teir hava uppiborið, hetjan verður fagnað og mussað&
Tekstur er á vinstru síðu og svørt/hvít mynd á høgru síðu. Ein øðrvísi stuttskaldsøga, har tú fært eina kenslu av at lesa eina teknisøgu. Høgni Mohr týddi. Askur & Embla, sum er til tey ungu og skjót og løtt at lesa, er 208 bls.