Hølisumstøðurnar í Atlantis í Klaksvík hava leinigi verið sera ónøktandi fyri eitt mentanarhús av slíkum slag. Einasta stóra høli í húsinum er skipað soleiðis, at tað illa fær hýst øðrum tiltøkum enn pallframførslum og biografi. Tí tók stýrið fyri húsið herfyri stig til at bøta so mikið um óbrúkta loftið í húsinum, at tað eisini kann takast í nýtslu.
Neyðugt við størri útbygging
Sum eitt tað fyrsta varð farið undir at skifta takið, sum lak illa. Í hesum sambandi varð eisini avgjørt at víðka um loftið við rúmligum kvistum við stórum vindeygum. Hetta skuldi gjørt tað møguligt at havt eitt nú listaframsýningar í hølinum.
Stóri trupulleikinum við húsinum er, at tað er ov lítið, sigur Nikolina Olsen, formaður í stýrinum fyri húsið. Hartil kemur, at hellandi gólvið og fastboltaðu stólarnir í einasta rúmliga hølinum gera tað sera avmarkað, hvat rúmið kann brúkast til. Í fyrsta umfari er ætlanin tí at innrætta loftið á ein hátt, so tað kann brúkast til fundir, fyrilestrar og framsýningar. Eisini verður pláss fyri einum kontóri, wc og verandi ljós- og ljóðrúmi. Longur røkka pengarnir neyvan í hesum umfari, sigur Nikolina.
Sjálvt um loftið í húsinum skjótt kann takast í nýtslu, loysir hetta ikki hølistrupulleikarnar. Eitt nú má Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum fyrr hevði alt sítt virksemi í húsinum, nú húsast í lítla kjallaranum og leiga seg inn í hølið við pallinum fyri hvørja sýning. Sambært viðtøkunum fyri húsið skal biografur nevniliga eisini vera í húsinum, og tá ber illa til at hýsa øðrum tiltøkum samstundis. Hetta merkir, at skal Atlantis røkja sín leiklut sum karmur um eitt fjøltáttað mentanarlív í býnum, má ein størri útbygging av húsinum til. Nikolina sigur, at onkrar slíkar ætlanir eru í umbúna, men at onki ítøkiligt er avgjørt enn.