mit Kjøkken, hvor jeg har lavet saa megen god Mad til Kongen og Kommandeuren og andre, og hvor jeg har arbejdet med Lyst og Taknemlighed og faaet Utak derfor.” Hetta bendir á, at tað ikki bert hevur gingið [...] kl. 10, og kl. 12 ankraðu vit eftir at hava verið í sjónum í 124 dagar. Skómakari og skraddari hava verið umborð, og eg havi keypt einar stivlar, einar buksur, trý pør av sokkum, sápu, ein pípu og ein [...] nærkast jólum, og tey fara vit at halda onkustaðni í Atlantshavinum. Men eg leggi einki í, hvar vit halda jól, bara eg sleppi at sita einsamallur og hugsa um heimið og tey fegnu systkin og foreldur sum hugna
eitt og alt. Og tað verður hon uttan iva eisini í framtíðini, sigur brosandi nólsoyingurin. Róar hevur tikið við teim møguleikum og avmarkingum sum sjúka hansara hevur: Við hentum hjálpitólum og einum [...] máli sínum at gera teldur og kunningartøkni til eitt lívsstarv. Við likamliga brekinum er hann fult greiður um, at møguleikar hansara fyri starvi, frítíðarvirksemi og ferðing eru og verða avmarkaðir. - Ein [...] byrjar kl. 8:10, og fer síðani til hús at gera heimaarbeiðið til dagin eftir. Ávísar dagar í viku fær hann vitjan av stuðlum sínum, har teir gera heimaarbeiðið, keypa inn, vaska bilin og tílíkt. Onkutíð
gott innnlegg inn í brotsteigin hjá B68, og við nærmastu stong var liðskiparin, John Petersen, klárur, og hann potaði bóltin í netið við høgra fóti, og so var 1-0 til B36. Einki samanhangandi spæl Tað vóru [...] innskifta Jens Erik Rasmussen leysan, og vágamaðurin var eirindaleysur og sendi við kalda høgra beininum bóltin framvið Jacek í málinum hjá B68, og so var 2-0 til gestirnar, og dysturin var avgjørdur. Lagnan [...] veruligt álopsspæl, og sum oftast mistu teir bóltin í uppspælinum. Teir vóru tó eins sterkir sum B36 á sentrala miðvøllinum, har Øssur Hansen og Eyðstein Skipanes dystaðust við Niels Joensen og Kenneth Jacobsen
samanleggingin av Farodane, Com-Data og ReproZ staðfest. Føroyar fáa við samanleggingini ein nýggjan risa innan tænastuveiting innan kunningar- og samskiftistøkni, skrivstovu og samskifti. Afturat hesum eru øll [...] saman í eitt felag og Reproz verður dótturfelag hjá teimum. Íløgufelagið Løkir: 55% Rolf Herup Olsen: 11% Christian Nagata11% Fyrrverandi partaeigarar Com-Data og Reproz18% Anna og Carl Herup Olsen Grunnur5% [...] Farodane P/f varð stovnað í 1950 og fram til 10. januar í ár var fyritøkan familjufyritøku, tá keyptir íløgufelagið Løkir hana. Farodane er heildarveitari innan KT- og skrivstovuloysnir. Fyritøkan hevur
inni sita teir og hugna sær, og prátið gongur um ymiskt søguligt og tónleikakent. Á borðinum liggja eini 10-15 munnhørpur, allar í ymsum duri, og kaffi verður skonkt í myrkagulu kopparnar. Og sum ein hugmynd [...] kom mamman upp og bað teir dempa, tí Edvard, sum jú er nakað yngri, lá og svav. Upp Finnur Teir reisast og byrja spakuliga at hygga at skránni, ið Kári hevur gjørt fyri kvøldið, og eitt og eitt ljóma kendu [...] tímar farnir, og ljóðførini - og Egil, Kalli Katt og Villu víddirnar - aftur sleppa at hvíla, tykist onnur ró at hava lagt seg yvir lítla húsið og sólstovuna. Hetta gekk sum eftir ánni og vísusangarin,
Byggiár: 1971 Ferðafólk: Millum 75 og 125 Akfør: 0 Arbeiðsferð: 10,5 Manning: 3 Nólsoyarleiðin í dag og í framtíðini Sosialurin viðger í løtuni farleiðina millum Havnina og Nólsoy. Í blaðnum í gjár høvdu vit [...] hon eitt sera gott skip. Og, sum hann leggur dent á: - - Ritan klárar seg í øllum veðri! Besta tekinið um at so er, er tað at ferðafólkini til eina og hvørja tíð hava kent seg, og framvegis kenna seg trygg [...] oynni og havt arbeiðsstað sítt í Havn ella aðrastaðni. Ferðaætlanin hjá Rituni er skipað so, at siglt verður millum fimm og átta ferðir um Nólsoyarfjørð um dagin, soleiðis at fólk kann sleppa til og frá
Tvøroyri og í Klaksvík. HB skal spæla á heimavølli ímóti VB, Skála og EB/Streymi, og so skulu teir til Runavíkar og í síðsta umfarinum til Tvøroyrar. KÍ skal spæla á heimavølli ímóti GÍ og NSÍ, og á útivølli [...] hesum sambandinum). KÍ og HB hava vunnið hvør sína av innanhýsis uppgerðunum. Tí er tað málmunurin, sum ger av, at HB er næstfremst og KÍ triði fremst. KÍ vann 1?0 í Runavík, og HB vann 4?0, tá NSÍ var [...] avrikini og sigrarnir ikki vóru so sannførandi, og NSÍ vann sannførandi heimasigur ímóti EB/Streymi. Fyri triðju ferð í ár noyddust vágbingar at lata sær linda málleysan javnleik á heimavølli, og so eydnaðist
bara í shorttherm hugsan og av óetiskum glúpskni, heldur enn at hugsa í langtíðaroptikki bæði fyri seg sjálvar og samfelagið, hetta er óhugnaligt og sera lítið skilagott, og hartil eiga slík brot at vera [...] Fiskidaganevndin er tilmælandi sambært lógini, og hevur í ár býtt seg upp í ein meiriluta og tveir minnilutar. Formaðurin í nevndini er annar minnilutin, og hann fær stuðul frá umboðnum hjá Føroya Fiski [...] so støðugt og sterkt fundament sum yvirhøvur gjørligt. Fyri at grundvøllurin undir vælferðar-samfelagnum kann vera so tryggur og javnur sum møguligt er. Hetta gevur frægasta útflutningsvirði og mestu kollektivu
báðum og døtrunum og øllum teirra. Rakul er fødd 19. oktober 1938 og ættað av Hellunum. Foreldur hennara vóru Helga og Símun Johannesen. Hon var úr Leirvík og hann av Hellunum. Tey fingu seks børn, og Rakul [...] uppgávur á seg. Rakul og Niklas eiga tríggjar døtur: Inga (16.10.1964), Helga (13.12.1966) og Óluva (15.03.1970). Helga býr við Norðskála, og Inga og Óluva í Havn. Barnabørnini eru trý, og tey eiga sjálvsagt [...] Stavanger, Kristina í Havn, Atli á Hellunum og Gunvør á Skála. Niklas er føddur 8. mars 1937. Foreldur hansara vóru Inga og Óli Foldbo. Hon var ættað av Nesi, og hann við Rætt á Toftum. Inga sat einkja við
er at leggja seinastu hond á umsóknina, og tá søkt verður gjøgnum kvotu 2, hava lívsroyndir og grundgevingar í umsóknini týdning fyri, hvussu hon verður vigað. Og skjalprógv fyri royndunum, sum ein nevnir [...] á Setrinum eru tey fús at hjálpa og koma við góðum ráðum til tey, sum ivast í onkrum viðvíkjandi umsóknum. Lestrarskrivstovan hevur avgreiðslutíðir millum klokkan 10 og 15 yrkadagar, men fríggjadagin er [...] møguleiki fyri at vísa á, hvør tú ert og grundgeva fyri, hví tú ert væl skikkað/ur til útbúgvingina. Grundgivna umsóknin er ein lýsing av tær og tínum førleikum, og hví tú vilt lesa júst ta útbúgvingina