BÚSKAPARLIG FRAMTÍÐARTRYGGING AV TJÓÐ OKKARA

Altjóða havgranskingarstovnurin ICES mælir til eitt hýsu- og toskamoratorium á føroyska landgrunninum og á Føroya banka í fiskiveiðiárinum, sum byrjar um ein slakan mánaða. Veiðibann, tí at tilgongdin í hýsustovninum er vánalig, og tí at toskurin – gýtingarstovnurin - er komin niður á eitt søguliga lágt mark, í hvussu er síðani fiskifrøðingar fóru undir at gera rannsóknir á føroyskum havleiðum. Annar kosturin er at leggja fram eina stuttfreistaða endurbyggingarætlan fyri stovnarnar, hagartil vit kunnu rópa okkum at hava eina burðardygga veiði. Upsastovnin meta teir at vera í rímiliga góðum standi. ICES er tó ikki tilmælandi biologiskur stovnur samsvarandi lógini um vinnuligan fiskiskap, men harafturímóti lívfrøðiligur grundvøllur undir metingunum hjá Fiskirannsóknar-stovuni

Fiskidaganevndin er tilmælandi sambært lógini, og hevur í ár býtt seg upp í ein meiriluta og tveir minnilutar. Formaðurin í nevndini er annar minnilutin, og hann fær stuðul frá umboðnum hjá Føroya Fiskimannafelag. Teir mæla til ein niðurskurð í dagatalinum hjá bólkunum 3, 4 og 5 á 20-25%. Hartil taka teir undir við Dánjali Jacobsen um at lækka dagatalið í partrolaraflotanum við 10%. Meirilutin mælir til at halda fast við fiskidagatalið, sum varð útlutað til verandi fiskiár.

 

Harímillum liggur nationali havrannsóknarstovnurin. Tilmælið hjá ICES byggir á rannsóknir, sum Fiskirannsóknarstovan ger við “Magnusi Heinasyni”, og síðani lagar hon tilmæli samsvarandi yvirskipaða málinum við lógini um vinnuligan fiskiskap, sum er at tryggja eina lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga veiði á føroyskum havmiðum. Hetta man vera tað, sum kjálkar mest upp at eini endurbyggingarætlan av hart troyttu botnfiskastovnunum, og tí hava vit mett hesa tilráðing sera skilagóða, nú táið uppskot verður lagt fram, har áseting skuldi gerast um fiskidagar fyri fiskiárið 2008/2009. Mælt verður til ein skurð í dagatalium hjá partrolarunum á 20% og í øllum hinum bólkunum á 50%.

 

Í samgonguskjalinum undir sitandi samgongu verður staðfest, at fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Hartil kemur orðingin, at leikluturin og umstøðurnar hjá lívfrøðiligu ráðgevingini verða styrkt. Hendan kreddan er til fulnar fylgd í uppskotinum, sum er til viðgerðar ídag. Hetta er eitt skifti, sum vit meta vera alneyðugt av fleiri og góðum orsøkum.

 

Ongin tjóð í heimi hevur størri tørv á eini burðardyggari fiskiveiði enn Føroyar. Orsøkin er hin einfalda, at ongastaðni er fiskiveiði og framleiðsla úr tilfeinginum av so umráðandi búskaparligum týdningi fyri samfelagið sum her hjá okkum. Tí ræður um optimala stovnsrøkt, fyri at búskapurin skal hava eitt so støðugt og sterkt fundament sum yvirhøvur gjørligt. Fyri at grundvøllurin undir vælferðar-samfelagnum kann vera so tryggur og javnur sum møguligt er. Hetta gevur frægasta útflutningsvirði og mestu kollektivu keypiorkuna yvir ár í mun til umheimin.

 

Tríati ár eftir at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar mega vit ásanna, at vit ikki hava megnað nóg væl lutin at skipa veiðiorkuna í mun til tað sum á hvørjum ári kann takast úr botnfiskastovnunum undir Føroyum. Veiðan hevur ikki verið burðardygg, og hjá fiskifrøðingunum hevur tað verið sum at sletta vatn á gás, royndin at venda ikki serliga skilagóðu gongdini. Tilráðingarnar hava verið neglisjeraðar. Úrslitið er óvanliga stór sveiggj í fiskiveiðini, sum aftur rakar samfelagsstabilitetin. Nú er so spádómurin, at toskastovnurin er komin á eitt mark, har tað undir ringum umstøðum í tilgongd og vistfrøði kundi endað við eini vanlukku fyri føroyska samfelagið.

 

Miðskeiðis í nítiárunum kom so skipanin, sum onkur hevur rópt fyri at vera heimsins bestu. Í seinastuni hevur verið longri ímillum snapsirnar, hesi herrópini, og vit kunnu ivaleyst sáttast um tað ídag, at ongin skipan er betri, enn hon verður umsitin. Mikið rósta sjálvregulerandi fiskidagaskipanin hevur nú sjálvregulerað fiskastovnarnar niður á marginalarnar ímillum lív og deyða. Tí hava fiskidagamissionerurin úr Seyrvági og kóvboybiologurin úr Reykjavík helst verið so kúrrir í seinastuni, trupult at vera sannførandi táið bara rúkandi toftir standa uppi, eftir at mann hevur roynt at rópt eini hús upp at standa. Makthavararnir í Kreml hildu seg eisini hava eina góða skipan, men harfyri datt Berlinmúrurin niður sum súmbolið um eina krakeleraða og deyðkomna skipan. Veruleikin er tann, at tað hevur verið frí fiskiveiði, síðani lógin varð sett í gildi, og einasta reguleringin í skipanini hava verið friðingarnar, sum partamaðurin Heini í Kunoy var arkitekturin aftanfyri, táið tær vórðu lógskipaðar í síni tíð. Guð skal vita, hvussu skilið annars hevði verið á landgrunni okkara. Táið tosað verður um fría fiskiveiði, so er tað ein sannroynd, at allir bólkarnir savnaðir hava nýtt nógv færri dagar enn teir útlutaðu við fiskiársbyrjan á hvørjum ári, síðani hendan nýggja royndin varð gjørd.

 

Nú er tann stundin komin til handa, at vit taka betri partar fyri okkum. Ein nógv mentur heimur er farin at hugsa um, hvussu Skapanarverkið skal framtíðar-tryggjast komandi ættarliðum. Meginorðið er at vera burðardyggur. Í m.a. veðurlagsmálum, orkumálum og fiskiveiði. Vit hava sett okkum fyri at røkka hesum máli skjótast gjørligt.

 

Einans ein einasta avgerð á Føroya Løgtingi kann broyta allar okkara fyritreytir sum samfelag fundamentalt, og hartil tann rætta vegin, og tað er at taka undir við løgtingsmáli no. 1/2008. Úrslitið verður at:

 

vit koma so nær javnvágini ímillum stál, orku og stovnar sum møguligt.

 

Botnfiskastovnarnir verða endurskipaðir til optimala stødd og geva harvið mestu úrtøku.

 

Rakstrareindirnar í vinnuni fáa ein nógv betri búskap.

 

Manningarhýrurnar fara at vaksa munandi.

 

Rávørutilgongdin til framleiðsluna á landi verður størri og javnari.

 

Kyoto-problematikkurin fær eitt ordans skump tann rætta vegin.

 

Fullfør arbeiðsorka verður tøk til aðra vælferðarbygging í samfelagnum.

 

Keyparalondini kunnu umsíðir fáa staðfest, at vit eru ein siviliserað tjóð, sum røkir sínar nationalu ognir burðardygt, harímillum livandi tilfeingi, hetta gevur atgongd til bestu marknaðir og besta prísin.

 

Útflutningurin økist munandi og harvið megin undir vælferðarsamfelagnum.

 

Tað hevur verið róð frammundir, at hetta uppskotið skal vera so herskin kostur, at tað fer at taka grundarlagið undan fiskiflotanum. Onki er rangvørgari enn tað. Veruleikin er heldur hann, at stjórnanin og fiskivinnupolitikkurin higartil hevur havt við sær so stóra armóð í stovnum og flota, at í fleiri skipabólkum verða ógvuliga fáir dagar brúktir í hesum fiskiárinum. Well denn er høgi oljuprisurin til stóran ampa fyri skilagóðum rakstri, men tað er bara ein lítil orsøk til at brúksprosentið í bólkunum framroknað verður: Bólkur 2 (81%), bólkur 3 (75%), bólkur 4A (35%), bólkur 4B (55%), bólkur 4T (120%) og bólkur 5 (36%).

 

Orsøkin er heldur ein tilfeingiskreppa. Orsakað av ov stórari roynd. Alt ov stórari roynd. Úrslitið er hesin deyði kapitalurin, við túsundum av fiskidøgum, sum nú liggur svínabundin og mergsogin. Uppskotið broytir lítið og onki í mun til verandi støðu, hinvegin verður luftin tikin úr skipanini, og tað fer frameftir at gera rakstrarvánirnar munandi betri hjá teimum, sum framhaldandi ætla sær eitt gott lív í føroyskari fiskiveiði. Soleiðis sum útlitini eru í vistfrøði og tilgongd á landgrunninum, sambært Fiskirannsóknarstovuni, so fara tað bara at ganga fá ár hagartil stovnarnir eru komnir fyri seg aftur, og møguleiki kanska verður fyri, at fiskidagatalið aftur kann hækka. Hesa gongdina hava vit sæð í m.a. Barentshavinum, har ICES nú mælir til at hækka kvoturnar aftur.

 

Viðvíkjandi Føroya banka er tað soleiðsni, at báðir tilmælandi partar mæla staðiliga til eitt totalmoratorium. Hesi ráð eru fylgd, og eisini ráðini frá Fiskirannsóknarstovuni um at friða Holið eystanfyri alt árið fyri trolveiði. Hvørvítt onnur ráð frá tilmælandi pørtunum verða fylgd, fer støða at vera tikin til, táið tilmælini eru viðgjørd til fulnar. Fiskidaganevndin mælir til, at myndugleikarnir gjøllari fara undir at fylgja hjáveiðuni eftir botnfiski hjá útlendsku og føroysku svartkjaftaskipunum. Nevndin sigur seg hava eina fatan av, at svartkjaftaflotin fiskar nógvan botnfisk sum hjáveiði, og nevndin heldur eisini, at nógva svartkjaftaveiðan undir Føroyum hevur eina beinleiðis ávirkan á støðuna hjá fiskastovnunum. Gerast skal upp við støðugt treystari søgur á hvørjum geilarhorni um snørdar trolposar, rækjuposar í toskaposum, eina gigantiska hjáveiði av serliga upsa og kongafiski í veiðuni hjá føroyska og útlendska pelagiska flotanum o.s.fr.. Samgongan er samd um at herða eftirlitið, og landsstýrismaðurin fer sum fyrstkomandi átak at steðga hesum brotsverkum, eru tey veruleiki. Tað er óskiljandi, at menn saga greinina av, sum teir sjálvir sita á, bara í shorttherm hugsan og av óetiskum glúpskni, heldur enn at hugsa í langtíðaroptikki bæði fyri seg sjálvar og samfelagið, hetta er óhugnaligt og sera lítið skilagott, og hartil eiga slík brot at vera revsað munandi harðari enn higartil.

 

Umframt teir tilmælandi partarnar, settu vit eina nevnd niður tíðliga í vár fyri at finna fram til, hvussu veiðuorkan hevði flutt seg netto, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildið. Hetta var eitt meira ella minni kollektivt krav frá løgtinginum, sum sat undan hesum. Nevndin er av tí sannføring, at hóast fiskidagatalið sum heild er minkað við um 20% síðani 1996, so er sannlíkt, at veiðitrýstið er vaksið, og at fiskidagaskipanin í núverandi líki ikki livir upp til krøvini um, at veiðan er búskaparliga burðardygg, og at mest møguligt virði fæst burturúr hjá fiskivinnuni yvirhøvur. Ymiskar orsøkir eru til tað, sum nevnt verður í viðmerkingunum. Ein minniluti í nevndini vísir á, at høvuðstrupulleikin við fiskidagaskipanini er, at veiðitrýstið á toskastovnin gerst so stórt, tí hann er dýrast, og ongar beinleiðis forðingar er fyri, at skip fara frá bíligari fiskasløgum til toskin sum tann dýrasta. Tí gerst veiðitrýstið á toskastovnin alt ov høgt. Annars mælir nevndin til, at teir 5.000 dagarnir, sum vórðu tillutaðir bólki 5 í einum serhandli í 1997, verða tiknir úr skipanini aftur. Hesum ráðum hevur landsstýrismaðurin fylgt, táið ongin faklig orsøk var til hendan sjaldsama handil, í eini skipan, sum annars sigst at hava verið rímiliga matematiskt snøggað til samsvarandi veiðu og orku, 10 ár aftur í tíð.

 

Neyvan síðani kreppuárini munnu føroyingar hava kjakað so nógv um fiskivinnumál sum í hesum døgum. Bæði tí at vit vita, at hetta er sjálvur mergurin í samfelagnum, og tí at íborið orðaskiftið er meginspurningurin, um tilvildin skal halda fram at ráða fiskivinnupoltikkinum ella politiska valdið umsíðir skal fara undir eina nýggja leið, har lívfrøðiligu tilmælini vera tikin til eftirtektar.

 

Løgmaður brúkti hópin av politiskum kapitali til at gera greiði fyri síni hugsan og ætlan um eitt nýrák á hesum øki í røðu síni á Ólavsvøku, og í longdini kemur hendan nýskipanarleiðin at styrkja okkara støðu kolossalt, í øllum liðum samfelagsins og mótvegis útheiminum. Fái ikki verið samdari enn tað sama, og tí er uppskotið, sum nú er ávegis í vinnunevndina, soleiðsni snikkað til. Hetta er landsstýrisins politikkur. Ein politikkur sum ber okkum framá, úr eini fiskivinnu-politiskari miðøld at kalla.

 

Føroyingar eru dømdir til at liva í lagnufelagsskapi við havið og tess tilfeingi. Tí ræður um at brúka tað rætt. Ongin tjóð er meira búskaparliga treytað av hesum enn vit, og tí hava vit eina serliga skyldu til at røkja grunnarnar betri enn nakar annar í heimi. Megna vit við átøkum okkara nú, at røkka vísindaliga blástemplaðari fiskiveiði eftir stytst møguligari tíð, har bara vistfrøði og tilgongd avgera sveiggini í veiðini, tá er stutt eftir á mál til ein sjálvberandi búskap, sum aftur kann flyta okkum upp á hægstu politisku tindar í altjóða samfelagnum.

 

“Lívið er saltfiskur”, segði Nobelvinnarin Haldór Laxness í 1930. Symptomatiskt fyri støðuna í grannatjóðini fyri vestan tá í tíðini. Men sum amerikumaðurin Mark Kurlansky skrivar í bók síni um toskin – Fiskurin sum broytti heimin: “Táið íslendingar settu lýðveldið á stovn í 1944 var sáttmálin sum Danmørk gjørdi við Bretland 24. juni 1901, har bretum varð játtað fiskirætt inn at 3-mílamarkinum, sami sáttmáli var galdandi fyri Føroyar, sagdur upp. Eftir 550 ára danska vanrøkt av lunnindunum, tóku íslendingar støðu fyri at byggja upp ein modernaðan stat, grundaðan á teirra einasta veruliga tilfeingi – toskastovnarnar.” Tá byrjaði stríðið fyri at tryggja lýðveldið búskaparliga. Matkovan á havleiðum landsins. Og eftir toskakríggj og nógvan trega fyri at vinna nationalu rættindini, var fiskimarkið til endans flutt út á 200 fjórðingar. Fyri at framtíðartryggja statin stjórna teir í dag fiskivinnupolitikkin samsvarandi tilráðingunum frá Havrannsóknarstovninum og ICES. Norðmenn gera tað sama í Barentshavinum. Vónandi eru vit ávegis á sama mót sum grannar okkara.

 

Toskaveiða og føroyskur búskapur fylgjast neyvt. Sum tvær analogar streymtalvur. Hóast stovnurin er illa fyri í løtuni, so sær ikki so svart út fyri framman kortini. Toskurin er eitt óvanliga fertilt individ. Hin vælkendi Loewenhoek taldi einaferð 9.384.000 egg í einum meðaltoski, tí ruddast hann ikki út, soleiðsni uttan víðari. Ein annar kendur maður, Alexandre Dumas, segði í 1873, at onkur skuldi hava roknað út, at um øll toskaegg uttan óhapp vórðu klakt, tá hevði ein eftir trimum árum kunnað gingið turrskøddur á toskaryggjum tvørtur um Atlantshavið.

 

Eftir hetta kuriosum er bert at siga, at tað er rætt og rímiligt, at veiðimaðurin vil hava so nógv rættindi og so mikið rásarúm sum møguligt. Hesin dynamikkurin er avgerandi fyri eina fiskivinnutjóð. Men eftir at heimshøvini eru avstikað og avmarkingarnar eru íkomnar, er tað skyldan hjá politiska valdinum at verja stovnarnar og halda stovnsrøktini í hevd. Seráhugamálunum eiga onnur enn landsstýrisfólk og tingmenn at taka sær av. Nú fæst so at vita, hvussu langt login frá lummalyktunum røkkur, men vælsignaði tit, nú ræður um búskaparliga at framtíðartryggja tjóðina og fylgja ráðunum í hesum uppskoti. Ferðina avgera tit, men prinsippið og nakað væl afturat, tað mega vit knæseta, táið uppskotið kemur aftur úr nevndini og skal avgreiðast endaliga.