Dysturin millum B68 og B36 mánakvøldið var samstundis seinasti dystur hjá báðum liðum undan summarsteðginum, og tú hevði varhugan av, at fleiri av leikarunum á báðum liðunum longu vóru farnir í summarfrí. Leikferðin var lág, og ilt var at fáa eyga á nakað flótandi og samanhangandi fótbóltsspæl.
Toftamenn snýttir
Heimaliðið átti at fingi eina dreymabyrjan, tí tað vóru bara leiktir seks minuttir, tá ið bólturin var í málinum hjá B36. Eyðstein Skipanes royndi seg við einum góðum skoti, sum Tróndur fekk beint út til horna. Hornasparkið tók Eyðstein sjálvur, og inni í brotsteiginum bleiv bólturin beindur inn í málið hjá B36. Tá ið bólturin var komin eitt fitt petti inn um málstrikuna, bleiv hann beindur burtur aftur. Tíverri fyri heimaliðið høvdu hvørki dómarin ella linjuverjin sæð, at bólturin hevði verið í málinum, og tí stóð framvegis 0-0, og enn einaferð noyddust toftamenn at ásanna, at eydnan sjáldan er við botnliðunum.
Ístaðin vóru tað gestirnir úr Havn, sum stutt eftir løgdu seg á odda. Johannus Joensen vann ein bólt í verjuni hjá B36, og hann sendi Bárð Mortansson avstað í høgra borði. Bárður smeyg sær lættliga framvið John Hera Dam, sum bleiv ryktur aftur á vinstra bakk hjá B68, eftir at veteranurin Jákup Eli Olsen longu í níggjunda minutti noyddist út við skaða. Komin nakað væl oman móti málinum hjá toftmonnum, sendi Bárður eitt gott innnlegg inn í brotsteigin hjá B68, og við nærmastu stong var liðskiparin, John Petersen, klárur, og hann potaði bóltin í netið við høgra fóti, og so var 1-0 til B36.
Einki samanhangandi spæl
Tað vóru gestirnir úr Havn, sum leikliga vóru omaná í fyrra hálvleiki, uttan at teir tó spældu serliga væl. Bæði liðini høvdu ilt við at fáa fleiri enn tríggjar avleveringar á rað, men tó var eitt lítið sindur meiri skil á hjá B36, og nakrir málmøguleikar spurdust eisini burturúr. John Petersen var nær við at økja um leiðsluna hjá B36, tá ið hann eftir ein hálvan tíma skallaði eitt hornaspark beint upp um tvørstongina úr stuttari fjarstøðu.
Toftamenn høvdi ilt við at fáa nakað veruligt álopsspæl, og sum oftast mistu teir bóltin í uppspælinum. Teir vóru tó eins sterkir sum B36 á sentrala miðvøllinum, har Øssur Hansen og Eyðstein Skipanes dystaðust við Niels Joensen og Kenneth Jacobsen. Úti í borðunum høvdu toftamenn tó trupulleikar við at verja fyri teimum báðum, Bárði Mortansson og Alex Santos, tí teir eru báðir ómetaliga kvikir, og bakkarnir hjá B68 høvdu ilt við at fylgja við teimum. Men tá ið so teir báðir vengurnir hjá B68 sluppu framat til innlegg, vóru tey alt ov ofta óneyv, og tí kom einki burturúr.
Gestirnir úr Havn fingu bóltin í B68-málið aftur stutt fyri hálvleik, tá ið Niels Joensen royndi seg við einum góðum skoti, men tað bleiv kolldømt fyri rangstøðu.
Nær við fyrsta stigið á heimavølli
So hvørt sum dysturin leið, lækkaði leikferðin, og serliga í seinna hálvleiki vóru tað nógvir spælarar, sum spældu í frígear. Havnarmenninir tóktust ikki serliga grammir eftir at fáa økt um leiðsluna hjá sær, og toftamenn hinvegin vóru heldur ikki serliga ágrýtnir. Tá ið B68 royndi seg fram eftir vøllinum, var tað sum oftast við langum sendingum, og í sambandi við eina av hesum longu sendingum gjørdust havnarmenninir eina løtu rættuliga heitir um skallan.
Einir tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið ein langur bóltur verður sendur niðan ímóti brotsteiginum hjá B36 nakað úti í høgru síðu. Ein toftamaður roynir at fanga bóltin, men Tróndur Vatnhamar í málinum hjá B36 kemur stormandi út, og uttan fyri brotsteigin nýtir hann hendurnar til at hjálpa sær við. Ein stórur partur av bæði leikarum og áskoðarafjøld vóru sannførd um, at nú fekk Tróndur reyða kortið, men dómarin Páll Augustinussen, ið dømdi ein góðan dyst, tók einans ostaflísuna upp úr lummanum, og B36-leikararnir drógu andan lættliga aftur.
So hvørt sum seinni hálvleikur gekk, nærkaðust toftamenn brotsteiginum hjá B36, meðan havnarliðið hinvegin ikki var so ofta á vitjan í hinum endanum, sum teir høvdu verið fyrr í dystinum. Tó tóktist tað altíð eitt sindur vandamiklari, tá ið B36 var í álopi, enn tá ið toftamenn vóru. John Petersen hevði bóltin í netinum hjá B68 tíggju minuttir fyri leiklok eftir eitt sera væl gjøgnumspælt álop hjá B36, men eisini tann royndin bleiv kolldømd fyri rangstøðu.
Toftamenn nærkaðust alsamt málinum hjá B36, samstundis sum tíðin fór at ganga undan. Tað var eisini um reppið, at ein fyrrverandi B36-leikari javnaði fyri vertirnar, tá ið bert tveir minuttir vóru eftir at leika. Høgri bakkur hjá B68, Alex Troleis, sendi ein góðan bólt inn í brotsteigin hjá B36, og John Heri Dam slapp at standa púra ódekkaður. Hann setti krúllin undir bóltin, men tíverri fyri hann og B68 tók bólturin í stólpan og fór út til málspark. Tað vóru ístaðin gestirnir úr Havn, sum fingu seinasta orðið í dystinum, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. B68 sendi alt sítt fólk fram, og tá ið ein avlevering niðan ímóti brotsteiginum hjá B36 fór skeiv, vóru havnarmenninir skjótir at sláa kontra. Alex Santos streyk avstað í vinstra borði, og tá ið hann nærkaðist brotsteiginum hjá toftamonnum, spældi hann innskifta Jens Erik Rasmussen leysan, og vágamaðurin var eirindaleysur og sendi við kalda høgra beininum bóltin framvið Jacek í málinum hjá B68, og so var 2-0 til gestirnar, og dysturin var avgjørdur.
Lagnan var kanska eitt sindur hørð við toftamenn mánakvøldið, men samanumtikið hevði B36 munin á heimaliðnum, og gestirnir dugdu eisini betur at fáa nakað burturúr. Hinvegin tykjast framstig at verða á liðnum hjá B68, og spennandi verður at síggja, um nýggi brasiliumaðurin Anderson, sum mánakvøldið sat millum áskoðararnar, verður tann neyðugu styrkurin, ið toftamenn hava tørv á.