Ritan avlýsir næstan ongatíð

Bæði ferðafólk og manning eru á einum máli um, at Ritan er eitt gott skip til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Skiparin umborð á Rituni, Mortan Mortensen er samdur í hesum. – Ritan er eitt sera gott sjóskip, slær hann fast

Nólsoy: - Jú, vit kunnu gott bíða 1-2 minuttir aftrat!, sigur Mortan Mortensen.

Klokkan er farin at nærkast átta gjáramorgunin, og skipari og manning umborð á Rituni eru til reiðar at loysa frá landi á Bursatanga klokkan 7:55 eftir galdandi ferðaætlan.

Eitt av ferðafólkunum hevur júst heitt á skiparan um at bíða eitt lítið bil aftrat. Hesin veit nevniliga um eitt annað ferðafólk sum er ávegis, men er seinkað nakað orsakað av vánaligum koyrilíkindum og nógvari ferðslu.

Tænastan hjá manningini umfatar eisini tað at vera lagaligur, og tí er einki óført í tí at bíða hesa stuttu løtuna aftrat.

Mortan Mortensen er annars stýrimaður umborð, men nú hin skiparin, Karmal Olsen er í feriu, er tað hann sum stendur við róðrið henda morgunin. Hann hevur annars siglt við Rituni seinastu seks árini.

- - Ritan er eitt gott skip, og eg haldi eisini at fólk eru sera glað fyri hana, slær hann fast.


Samd

Tey sum best kenna til farleiðina millum høvuðsstaðin og Nólsoynna eru nólsoyingarnir sjálvir.

Í samrøðu við Sosialin í gjár greiddi eitt av ferðafólkunum frá fyrimunum og vansum við at hava eitt slíkt strandfaraskip sum Rituna sum teirra ferðasamband við umheimin.

Vígdis Bjarnadóttir úr Nólsoy legði í samrøðuni dent á, at Ritan er bæði óhøglig og ótíðarhóskandi við nógvum larmi og vánaligari inniluft. Í salongini var so nógvur larmur, at tað var ikki meiri enn at ein hoyrdi mannamál.

Samstundis vísti hon á, at tað neyvan fanst eitt meiri álítandi strandfaraskip enn Ritan. Hon kundi sigla í so at siga øllum veðri, og tað var ikki meiri enn tað kom fyri, at hon avlýsti ein túr.

- Men vit bíða framvegis eftir teirri endaligu loysnini uppá eitt nýtt skip, sum er skræddarseymað til okkara tørv, legði hon dent á.

Í øllum hesum er manningin neyvan ósamd!


Í øllum veðri

Ritan varð bygd í 1971, og hevur røkt sigling á ymiskum farleiðum kring landið, bæði til Sandoynna og tey seinnu árini burturav til Nólsoyar.

Mortan Mortensen ger púra greitt, at hóast Ritan hevur 39 ár á baki, so er hon eitt sera gott skip. Og, sum hann leggur dent á:

- - Ritan klárar seg í øllum veðri!

Besta tekinið um at so er, er tað at ferðafólkini til eina og hvørja tíð hava kent seg, og framvegis kenna seg trygg umborð á ferjuni.

Hóast tað mangan kann vera baldrut um Nólsoyarfjørð, kemur tað nærum ikki fyri at fráferðir verða avlýstar. Og hetta ger sjálvandi sítt til, at fólk altíð hava vitað at tey kunnu sleppa til og frá arbeiði.


Betri umstøður

Høvdu nólsoyingar ikki Rituna, hevði neyvan borið so væl til hjá teimum at kunna búð í oynni og havt arbeiðsstað sítt í Havn ella aðrastaðni.

Ferðaætlanin hjá Rituni er skipað so, at siglt verður millum fimm og átta ferðir um Nólsoyarfjørð um dagin, soleiðis at fólk kann sleppa til og frá arbeiði sum teimum lystir.

- - Jú, eg haldi at nólsoyingum dáma Rituna sera væl. Men eingin ivi er um, at atkomumøguleikarnir kundu verið betri, leggur skiparin dent á.

Hann vil tó – sum vera man – ikki úttala seg um politisk viðurskifti í hesum sambandi, men fá munnu vera ósamd við honum í, at umstøðurnar at sleppa umborð og í land kundu verið betri.


Bilar og farmur

Ikki tí, hesar umstøðurnar eru batnaðar almikið í Nólsoy við teirri rampuni sum nú er komin at standa á bryggjuni.

Men framvegis mugu fólk sum annaðhvørt eru til gongu ella fara í land við barnavogni á Bursatanga í Havn eftir eini smalari og óhøgligari landgongd.

Ein annar vansi við hesum umstøðum er, at til ber ikki at fáa eitt nú bilar fluttar við Rituni, eins og fólk við breki ella sjúku ikki sleppa so væl umborð.

Tá Ritan siglur um Nólsoyarfjørð er talan fyri tað mesta um ferðafólk. Men av og á er eisini tørvur á flutningi av farmi.

Teir vanligu túrararnar eru ikki stundir til stórvegis lasting av farmi, men fyri at bøta um hesar umstøðurnar eru skipaðir nakrir fastir farmatúrar um vikuna – mánadag, mikudag og fríggjadag.



Missa Rituna í vár

Í samrøðuni við Vígdis Bjarnadóttir í gjár nevndi hon, at Ritan fer væntandi ikki at sigla so leingi aftrat um Nólsoyarfjørð.

Hon situr sjálv saman við øðrum og arbeiðir við at vísa á eina loysn á spurninginum, og her hava tey skilt, at Ritan bert fer at røkja hesa farleiðina nakrar mánaðir aftrat, áðrenn annað skip – Ternan - verður sett í siglingina.

Mortan Mortensen skipari hevur eisini hoyrt og lisið um hetta málið í fjølmiðlunum. Út frá hesum tykist vera greitt, at norðoyingum tørvar eitt annað skip, serliga á farleiðini millum Hvannasund og tær báðar eystastu oyggjar okkara, Fugloy og Svínoy.

- - Hetta er orsøkin til, at Ritan møguliga skal har norður at sigla, greiðir skiparin frá.

Hetta førir sjálvandi við sær, at annað skip má setast inn í rutuna millum Havnina og Nólsoy. Og sum skilst verður henda ætlanin sett í verk einaferð út á vári í ár.

- - Tað er ikki tí, at nólsoyingum ikki dáma Rituna. Men orsøkin er hin einfalda, at hon skal røkja hina farleiðina. 





FAKTA


RITAN

Byggiár: 1971

Ferðafólk: Millum 75 og 125

Akfør: 0

Arbeiðsferð: 10,5

Manning: 3 






Nólsoyarleiðin í dag og í framtíðini

Sosialurin viðger í løtuni farleiðina millum Havnina og Nólsoy.

Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við eitt av ferðafólkunum, Vígdis Bjarnadóttir sum dag og dagliga ferðast um Nólsoyarfjørð.

Í dagsins blaði er samrøða við skiparan hesa vikuna, Mortan Mortensen um skipið og farleiðina.

Í komandi blaði/bløðum er ætlanin at hyggja eftir uppskoti um nýggja Nólsoyarferju, og at fáa uppspurt, hvussu ætlanina er at skipa hesa farleiðina í framtíðini.