NSÍ var aftur hesa ferð mest sannførandi

Við nýggjum monnum við stýrisvølin gekk tað væl hjá HB, sum vann torføran útidyst, meðan KÍ ikki var serliga sannførandi, tá vónin hjá toftamonnum at vera við í meistarastríðnum kámaðist heilt nógv

SAMANUM 13. UMFAR

Nú sjøtul varð settur á síðsta triðingin av hesum kappingarárinum, er spenningurin framvegis rættuliga stórur, og turbolensurin hevur síðstu vikurnar verið ógvusligari, enn hann áður hevur verið í føroyskum fótbólti.
Í trettanda umfarinum fullu stigini umleiðs soleiðis, sum tað kundi roknast við. B36 og KÍ vunnu øll stigini á heimavølli, hóast avrikini og sigrarnir ikki vóru so sannførandi, og NSÍ vann sannførandi heimasigur ímóti EB/Streymi. Fyri triðju ferð í ár noyddust vágbingar at lata sær linda málleysan javnleik á heimavølli, og so eydnaðist tað HB at fara úr Gøtu við øllum. Í hvussu so er nú fyrrverandi venjarin, Ion Geolgau, hevði sambært tí, sum hann í síðstu viku segði í blaðnum, roknað við sigrinum. Hetta var fyrstu ferð í fýra týdningarmiklum dystum, at HB yvirhøvur fekk úrtøku.
Úrslitini hesa ferð hava við sær, at NSÍ framvegis er oddalið, og at KÍ, sum leygardagin fylti 98 og HB, sum 17. oktober røkkur 98, bara eru eitt stig aftanfyri oddaliðið. B68 tapið í Klaksvík ger, at toftamenn nú eru sjey stig frá oddasessinum og seks stig frá heiðursmerkjaplássunum, og tískil eru vánirnar hjá teimum at endurvinna bronsumerkini, sum teir hava átt tvey tey seinastu árini, nógv minkaðar. Støðan hjá GÍ er sjálvandi nógv øðrvísi, enn hon hevði verið, um teir høvdu fingið fult ímóti HB.
Meistaraliðið frá í fjør gjørdi sítt, um enn sigurin á TB var trilvandi. B36 hevur framvegis møguleikar at blanda seg í heiðursmerkja stríðið, men teir hava bara ein so kallaðan seks stigs dyst eftir ímóti einum av teimum trimum fremstu liðunum. Hann verður 15. september í Gundadali ímóti KÍ.

Lykladystirnir
Tey trý oddaliðini eiga tveir innanhýsis dystir á. NSÍ er annar parturin í báðum tveimum. 15. september skulu teir spæla á heimavølli ímóti HB, og í síðsta umfarinum skulu teir spæla í Klaksvík.
Umframt í innanhýsis uppgerðunum sær skráin hjá oddaliðunum soleiðis út:
NSÍ skal spæla á heimavølli ímóti HB og B68, og so skulu teir spæla á Skála, á Tvøroyri og í Klaksvík.
HB skal spæla á heimavølli ímóti VB, Skála og EB/Streymi, og so skulu teir til Runavíkar og í síðsta umfarinum til Tvøroyrar.
KÍ skal spæla á heimavølli ímóti GÍ og NSÍ, og á útivølli verða mótstøðuliðini EB/Streymur, B36 og VB.
Í vikuskiftinum hevur verið tosað nógv um málmunin sum avgerandi fyri støðuna, tá tað er javnt í stigum. Reglurnar eru soleiðis, at um tað stendur á jøvnum í stigum, so eru tað fyrst innanhýsis stigini, ið gera støðuna av (málini verða ikki roknað í hesum sambandinum). KÍ og HB hava vunnið hvør sína av innanhýsis uppgerðunum. Tí er tað málmunurin, sum ger av, at HB er næstfremst og KÍ triði fremst.
KÍ vann 1?0 í Runavík, og HB vann 4?0, tá NSÍ var í Gundadali.
Ofta verður mett um, hvat av oddaliðunum eigur lættastu uppgávurnar á. Um tað verður roknað út frá støðutalvuni, so er skjótt at staðfesta, at HB eigur lættastu mótstøðuliðini, men talan verður um rættuligan tronga, tá teir fara til Runavíkar. Um HB ikki fær stig burturúr tí uppgerðini, so fer at síggja svart út.
Á pappírinum tykjast NSÍ og KÍ at eiga fleiri torførar uppgávur á, áðrenn liðini bresta saman í Klaksvík í síðsta umfarinum. Uttan mun til hvussu úrslitið verður í tí dystinum, so bendir nógv á, at gullkrónurnar fara at verða handaðar í Klaksvík, um tær ikki skulu til Tvøroyrar ? kanska við tyrluni, sum tað meiri enn eina ferð áður er komið fyri.

Turbolensurin
Tá tað í innganginum varð nevnt, at turbolensurin hesar seinastu vikurnar hevur verið størri, enn hann plagar at vera, so varð serliga hugsað um støðuna hjá venjarunum. Har hevur veruleikin seinasta mánaðin myndast soleiðis, sum tað annars er at frætta frá útlandinum.
Í helmingunum av feløgunum hevur ikki verið so nógv at frætt, men tað hevur tað verið í hinum feløgunum. Í NSÍ, KÍ, GÍ, Skála og EB/Streymi hevur tað higartil verið heilt friðarligt.
TB og VB skiftu venjara undan summarsteðginum. Síðandi frættist tað, at B36 venjarin hevði fingið stuðul afturat sær, og so misti HB venjarin høvdið. Ion Geolgau mundi hava kent ógvusligt trýst á sær, síðani hann síðsta heyst varð settur í aftur starvið, sum hann hevði verið úr í tveir dagar. Kravið hjá HB er sigur í hvussu so er í aðrari kappingini á hvørjum ári. Í fjør heilkiksaði tað, og eftir ósigurin í steypafinaluni var kreditturin hjá HB venjaranum uppi, tá teir í landskappingini høvdu tapt ímóti KÍ og B36.
Eftir at HB hevði fingið nýggjan venjara, boðaði B68 venjarin í síðstu viku frá, at hann og B68 ikki hóska saman, og at teirra vegir fara at skiljast í heyst. Spurningurin er so, um turbolensurin á venjarafrontinum er steðgaður, ella um tað fara at vera fleiri tíðindi, nú endin á kappingarárinum av álvara nærkast.

Hvassari botnstríð
Skála eigur framvegis fyrsta sigurin í bestu deildini til góðar. Hesa ferð fegnaðust skálamenn um javnleikin í Vági, og tað er væl skiljandi. Lykladysturin um at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini, tykist framvegis at skula verða tann í næstsíðsta umfarinum, tá TB skal spæla á Skála. Javnleikurin hjá Skála í Vági ber við sær, at tað nú er møguleiki fyri, at Skála heilt víst kann sleppa undan beinleiðis niðurflytingini, um tað eydnast teimum at vinna heimadystin ímóti TB.
Hetta er kortini treytað av, at hvørki av botnliðunum fær stig í øðrum dystum. Avrikini hjá bæði TB og Skála sunnudagin vístu, at tað meiri enn so kann koma fyri, at tey fáa stig.
At tað verður FS Vágar, sum flytir upp aftur í 1. deild, er eingin ivi um. Meiri ivasamt man tað vera, um nakað annað lið fer at megna uppflyting. Stríðið um næstfremsta plássið í 2. deild er tættari enn nakrantíð. Samstundis sum liðini stríðast fyri uppflytingar møguleikanum, mugu tey ansa eftir ikki at enda niðanfyri niðurflytingar strikuna!